Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 • 25. apríl 2008 Vikuskifti 7 gva til Suðurpólin Úr Santiago varð síðan flogið til Puerto Montt í Suður Chile, fyri at at enda í Punta Arenas, og har bleiv flúgvarin skrásettur. Hetta er beint við Magellan strætið, sum skilir fastlandið í Chile frá Eldlandinum, sum er ein oyggjabólkur sunnast í Suður­ amerika. Magellanstrætið hevur jú navn eftir portugisiska sjófar­ aranum Magellan, sum umleið 1520 fann hesa siglingarleið, so sleppast kundi undan at fara um tað vandafulla Kap Horn. Afturat tí styttir hetta sjálva siglingina við einum 300 fjórðingum. Magel­ lanstrætið er 600 km. langt, og 5­ 30 km. breitt. Annars er Eldlandið býtt millum Chile og Argentina. Tað er frá Punta Arenas at flogið skal verða. Umframt nevndu føroyingar var Mourits Joensen, sum leingi arbeiddi sum leiðari av teknisku deild á flogvøllinum í Vágum, ein partur av virkseminum sum mekanikari. Hann hevði konu sína Ullu við. Flogfarið leyk royndirnar Her koma flogmyndugleikarnir aftur uppí, og nú skuldu nýggjar royndir gerast. Nú mátti Hans vísa fram flúgvieginleikarnar hjá flogfarinum. Fyrsta túrur var til Port Williams nærindis. Flog­ breytin her er einar 1400 metur ella nakað tað sama sum í Vágum. Her var eitt flogfar fyrr farið av bananum, har 20 av ferðafólkunum doyði, tí flogfarið kláraði ikki at steðga áðrenn breytin endaði. Men her var eingin trupulleiki hjá Hans. Hann fekk steðgað flogfarinum á hálvari breytini, og tað enntá við eini bleytari bremsing. Henda flogbreytin var tó asfalterað. So flugu tey til til Cerro Sombrero, sum er hinumegin Magellansundið á fastlandinum. Har var grúsbreyt, so hetta var nakað heilt annað. Grótið á breytini var upp til eina neva í stødd. Henda breytin var bert 1200 metur. Men tað eydnaðist aftur at steðga flogfarinum á hálvari breytini. Síðan fór Hans við einum Herkules flogfari at kanna banan í Rudolfo Marsh á chilenska partinum av Antarktisk, hagar tað skuldu flúgvast. Nakrar dagar seinni var farið fyrsta vinnuliga túrin til Rudolfo Marsh flogvøllin í Antarktis. Tá vóru myndugleikarnir aftur við umborð. Vøllurin har er eisini góðar 1200 m. Hesin var eisini grúsbreyt, og aftur stóð flogfarið stilt á hálvum vølli. Hetta sannførdi myndugleikarnar í Chile um, at hetta var rætta flogfarið til hesa flúgving. Grúsbreytin fór tó illa við dekkunum, tá bert helvtin av breytini varð nýtt til lendingina. Tí er tað betri fyri dekkini at nýta alla breytina, og tað varð eisini gjørt. Chile hevur ikki enn fólk til at manna hesi flogfør, men fólk eru send til uppvenjingar. Flogfelagið sum rekur hesa rutu er Aerovias Dap. Hetta er eitt lítið flogfelag, sum mest rekur tyrluflúgving. At seta fótin á Antarktis Grundarlagið fyri hesi flúgving er at geva ferðafólki møguleika fyri at seta fótin á land í Antarktis. Hesi ferðafólk koma til Punta Arenas við krússtoksskipum, sum sigla millum oyggjarnar har niðri. Her eru 800 til 2.500 ferðafólk umborð úr nógvum londum. Nógvir amerikanarar eru við. Møguleiki er eins og í Føroyum at geva ferðafólkinum møguleika fyri at gera útferðir. Ein av hesum møguleikum er at fara eina dags­ ferð til nærmasta land á Antarktis. Hetta merkir, at farið verður á morgni og komið verður aftur á kvøldi. Flogtíðin er tveir tímar ella tað sama sum til Keypmanna­ havnar úr Føroyum. Hetta kostar nakað nógv, men tað eru nógvir ríkir turistar, sum fegin vilja gjalda fyri at sett sín fót á ein heimspart, sum tey annars neyvan koma til. Eitt av ferðafólkunum var ein Á kortinum her sæst, hvussu tað verður flogið. Tað verður flogið um Drakessundið frá Punta Arena sunnast í Kili, sum tað eitur á kortinum og til norðast á Antarktisnesinum Her sæst flogfarið við síni føroysku manning. Nr. 2 frá vinstru er Mourits Joensen, sum er mekanikari. Síðan eru tað Hans Hansen, Luffa Hansen og Bergtóra Joensen Her eru tey trý Hans, Luffa og Bergtóra við at fara ein siglitúr í Antarktis.