Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 79 - 25. apríl 2008 Hann sigur, at hann fekk ikki 450.000 krónur fyri at fara frá sum stjóri á Strand­­ferðsluni, men 650.000 krónur StrandferðSlan Áki Bertholdsen aki@sosialurin Tað kostaði ikki 450.000 krónur at fáa lyfta Regin Vágadal úr stjórasessinum á Strandferðsluni síðsta heyst. Tað kostaði 200.000 krónur meir. Í løgtinginum tosaðu tey mikudagin um, hvussu nógv tað hevði kostað landskassanum at flyta Strandferðsluna til Suður­ oyar og hvussu nógv tað hevði kostað landskassanum at Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður at óguildað avgerðina hjá stjóranum um at seta Strandferðsluni um at seta tveir skiparar á Smyrli, tí hann kravdi, at teir báðir gomlu skipararnir, sum annars vóru í ferð við at fara frá við eftirløn, sluppu at halda fram í hvør sínum hálvtíðarstarvi. Tann ósemjan við lands­ stýrismannin, endaði við, at Regin Vágadal fór frá sum stjóri á Strandferðsluni. Í hesum sambandi upp­ lýsti Helena Dam á Neysta­ bø, landsstýriskvinna í lóg­ armálum, at tað hevði kostað landskassanum 450.000 krónur í uppsagn­ arlønum at fáa Regin Vága­ dal frá sum stjóri, tí í sam­ bandi við uppsøgnina, hevði hann fingið løn í níggju mánaðir. Løgtingið fekk skeivar upplýsingar Vit hava spurt Regin Vágadal, hvat hann heldur um, at hansara lønarvið­ urskifti vera alment umrødd í løgtinginum. Men tað rørir hann ikki, tí hann sigur, at almennar stjóralønir eru almennar. Men hinvegin sigur hann, at Helena Dam á Neystabø hevur givið løgtinginum skeivar upplýsingar. ­ Tá ið eg fór frá, fekk eg ikki løn í níggju mánaðir og eg fekk ikki 450.000 krónur í uppsagnarløn. Eg fekk løn í 10,5 mánað og eg fekk 650.000 krónir í løn, stað­ festir fráfarni strand­ ferðslustjórin. Hann sigur, at við eftirløn og øllum øðrum snøklum, liggur lønin um 63.000 krónur um mánaðin. Men harafturat fekk Løg­ tingið heldur ikki at vita, at eitt av gomlu starvsfólk­ unum varð verandi í starvi í eitt hálvt ár eyka og tað kost­ aði einar 200.000 krónur. Sostatt kostaði tað 850.000 krónur meiri at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar enn tað, sum landssstýriskvinnan upp­ lýsti fyri løgtinginum. Kostaði yvir fýra milliónir Landsstýriskvinnan upp­ lýsti, at tilsamans kostaði flytingin 3.275.000 krónur, men sambært upplýsing­ unum frá Regini Vágadal, er veruligi kostnaðurin sostatt omanfyri fýra milliónir. Hinvegin upplýsti Helena Dam á Neystabø eisini, at tað var heldur bíligari hjá Strandferðsluni at leiga í Suðuroy enn tað var at leiga í Havn, so har var talan um eina ávísa sparing. Løgmálaráðið segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í gjár, at upplýsingarnir, sum landsstýriskvinnan gav Løgtinginum, vóru ein leyðlsig meting. Regin Vágadal sigur, at tað sum fór fram í sambandi við skiparastørvini umborð á Smyrli, er eitt eyðkent dømi um eina fyrisiting, har myndugleiki og ábyrgd ikki fylgjast, tí í hesum sambandi hevði hann alla ábyrgd, sum stjóri, men varð ógildaður av myndug­ leikanum og undir hesum umstøðum ber ikki til at byggja eina munadygga fyrisiting upp. Annars er Regin Vágadal nú í ferð við at dagføra sær vinnubrævið sum skips­ førari. ­ Og so fari eg at gera tað, eg altíð havi ætlað mær og tað er at sigla, leggur hann afturat. Regin Vágadal fekk nógv meir enn so Verður ikki munand­­i meiri peningur settur av til at røkja og d­­agføra land­­svega­ kervið, kann støðan skjótt gerast so álvarslig, at vit missa tamarhald­­ið á støðuni, sigur stjórin á Land­­sverki landSvegakervið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hendir onki heilt skjótt, kann støðan gerast so álvarslig, at vit missa tamarhaldið á støðuni. Í tíðindunum á Rás2 í gjár, rópti Oyvindur Brim­ nes, stjóri á Landsverki, varskó. Í fleiri ár hevur Landsverk víst á, at játtanin til at halda landsvegakervið, er alt ov lág. Í veruleikanum hevur játtanin næstan staðið í stað síðani í 1996 og tað hevur verið eitt stórt bakkast fyri arbeiðið at halda lands­ vegakervið. Men síðani 1996 eru prísirnir nógv hækkaðir, umframt at ferðslan er nógv vaksin og sostatt eisini slitið. Samanumtikið er játtanin í dag av tí sama ikki verd meiri enn 60% av játtanini í 1996. ­ Og tá var hon lá, staðfestir Oyvindur Brim­ nes í tíðindunum á Rás2. Støðan álvarlig Hann sigur, at síðsta heyst fekk Landsverk útlendskar serfrøðingar at kanna støð­ una og at gera eina frágreiðing um standin. Niðurstøðan av kanning­ ini er, at støðan er sera álvarslig. Hvat tunlum viðvíkur, er bráðneyðugur tørvur á 187 milliónum krónum til vanliga røkt og her verður bara hugsað um at tryggja tunlarnar. Viðvíkjandi brúm, er tørvur 40 milliónir krónur til samans tey næstu trý árini og sostatt er bráð­ neyðugur tørvur á 227 milli­ ónum tey næstu fáu árini. Men her er ikki eru ljós og trygdarútbúnaður til tunlarnar ikki við, tí tað kostar einar 150 milliónir krónur afturat. ­ Tilsamans er sostatt tørv­ ur á 377 milliónum krónum til røkt og dagføringar tey næstu árini. ­ Verður peningur ikki settur av til hetta endamál beinan vegin, fær hettar óhepnar avleiðingar. Í besta føri verða fram­ tíðar umvælingar nógv dýrari enn neyðugt. Men hinvegin kann støðan eisini skjótt gerast so álvarslig, at missa tamarhaldið á henni. Samgongan sigur, at fyri at fáa hetta arbeiðið í gongd verður neyðugt at játta seks milliónir krónur til endamálið á fíggjarlógini í ár, men tey næstu árini verður neyðugt við eini munandi hægri játtan. Sjálvur vónar Landsverk, at játtanin verður tað tvífaldað næsta ár. Hinvegin staðfestir Landsverk, at summar verk­ ætlanir verða lagdar uttan­ fyri játtanina til tað vanligu røktina, eitt nú arbeiðið upp á Norðskálatunnilin, Leyn­ artunnilin og brúgvin um Streymin. Ferðslutrygdin í vanda Í eini frágreiðing, sum Landsverk sendi fíggjar­ nevndini hjá Løgtinginum í fjør, staðfestir hann, at støðan er ikki beinleiðis hættislig sum er. Men verður ikki meiri peningur settur av at halda vegakervið fyri, kann støð­ an skjótt gerast hættislig, leggur hann afturat. ­ Tað er ein royndur lutur, at tað er bæði betri og bíligari at røkja ferðslu­ kervið, enn at umvæla tað, tá skaðin er hendur. Vit kunnu samanbera tað við at koyra í einum bili í áravís og ongantíð skifta olju: Fyrr ella seinni gongur motororin fyri, sigur Oyv­ indur Brimnes. Hann sigur, at tað eru serliga tær umleið 300 brúgvarnar í Føroyum ið verða forsømdar. ­ Brúgvarnar eru ikki í so vánaligum standi, at vandi er fyri, at onkur kann brotna her og nú, men heldur hend­ an gongdin fram, kunnu vit koma í ta støðuna, skrivaði hann til fíggjarnevndina. Men samstundis verður ljós lagt í fleiri og fleiri tunlar og eisini tað drenar játtanina til hald og røkt, tí tað krevur ikki bara um­ vælingar, men eisini skal elrokningin rindast av somu pengum. Samstundis avsannar hann staðiliga søgurnar um, at brúgvin um Streymin skal vera í so vánaligum standi, at tveir fulllastaðir trailarar ikki mugu møtast á henni ­ Hetta er tann reinur heilaspuni, tí brúgvin er bygd til at tola fleiri ferðir ta vekt, sum kann vera á henni samstundis, so har er ongin vandi á ferð, legði Oyvindur Brimnes dent á í samrøðu við Sosialin í heyst. 227 mió krónur í bráðneyðugum tørvi Fær Landsverk ikki munandi meiri pening tey næstu árini, kunnu vit kom í tað støðu, at ferðslutrygdin verður í vanda, tí tað er alt ov lítið av peningi at halda landsvegakervið fyri Oljugrunnurin stevndur Leiðslan í norska oljugrunninum skal nú svara einari skuldseting um, at grunnurin ger mun á norskum og útlendskum fyritøkum, tá tey søkja um fígging úr grunninum. Útlendskar fyritøkur vilja vera við, at grunnurin setir teimum harðari treytir, enn tær norsku fyritøkurnar fáa. Reuters, sum hevur kannað tíðindini, sigur, kom til ta niðurstøðu, at amerikanska oljufelagið Exxon Mobile fekk harðari treytir enn tað norska Statoil. Fleiri íslendingar Tann 1. januar í ár búðu 313.376 fólk í Íslandi, og tað merkir, at fólkatalið vaks 1,9 prosent í fjør ímóti 2,6 pro­ sentum í 2006. Tað skal tó sigast, at fólkavøksturin í 2006 var tann størsti nakrantíð. Hagtølini seinasta ársskifti vísa, at fólkatalið veksur mest í Reykjavík og í økinum kring býin, meðan tað minkar á Eysturlandinum. Hag­ tølini vísa eisini, at tað eru lutfalsliga nógv børn í Íslandi, og at fólkið er yngri enn í flestu londum í Evropa.