Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 • 25. apríl 2008 Vikuskifti 6 Seinasta heyst høvdu vit eina frásøgn um, at Hans hevði verið í Bolivia, har hann hevur verið við til att upparbeiða nýggjar flogrutur, sum eru grundaðar á British Aerospace flogfør, sama merki av flogførum, sum Atlantsflog nýtir. Í síðstu viku kom Hans heim aftur úr Chile, har hann hevði verið við til at upparbeiða eina nýggja flogleið við jetflogfari til Suðurpólin. Suðurpólin er tó nakað nógv avgjørt, men rutan gekk so til Antarktis, har Suðurpólurin er miðdepil. Endamálið við hesum flogfari var at seta á stovn eina flogrutu frá Eldlandinum sunnast í Chile til nærmasta land í Antarktis. Fyrst á ferð um hálvan knøttin Hetta hevur verið eitt rættuligt ævintýr, soleiðis sum Hans hevur greitt okkum frá. Hesin túrur byrjaði í London. Her var keypt eitt flogfar til endamálið, og tað skuldu fyrst flúgvast uppá pláss. Hetta varð so uppgávan hjá Hans við manning. Hon var umframt ein stýrimaður frá Atlantsflog eisini Luffa, kona Hans, og Bergtóra Joensen, sum hevur verið leiðandi flogterna hjá Atlantsflog í mong ár. Við var eisini seljarin av flogfarinum. Leiðin gekk fyrst úr London til Føroyar, her tey gistu. Síðan varð flogið til Rekjavíkar, haðani til altjóða flogvøllin í Narsassuaq í Suðurgrønlandi. Síðan gekk leiðin til Prince Edvard Island í Canada, har tey aftur gistu. Dagin eftir varð flogið til Ber­ muda, síðan til Nassau í Bahama­ oyggjunum. Næsti steðgur var í Panama, har tað eisini varð gist. Her var flogfarið eisini víst fram og flogið við einum møguligum keypara til eitt líknandi flogfar. Síðan varð flogið frá Panama til Guayaqill í Equator. Næsti steðgur var Lima í Peru. Tástani var komið til Chile frá norði av. Men sum vit vita frá landakortinm er Chile sera langt norður og suður, og farast skuldu suður ígjøgnum. Fyrsti steðgurin í Chile var Iquique norðantil í landinum. Síðan var tað Santiago, sum er høvuðsstaður. Einki aldursmark Í Santiago vóru tey eina góða viku. Tað er soleiðis, at í Chile eru eins og hjá okkum nágreiniligar reglur fyri tey, sum skulu flúgva eitt flogfar. Tiskil mátti Hans gjøgnum eina fulla læknakanning fyri at fáa heilsuváttan. Eisini skuldi hann upp til eina skrivliga roynd fyri at fáa chilenskt flog­ skiparacertifikat, sum hann kundi nýta í landinum. Tann størsti munurin á treytunum her og har er, at í Chile er ikki aldursmark. Her verður bert hugt eftir, at viðkomandi hevur læknaváttan, sum gevur loyvi/førleika at flúgva. Tískil hava teir havt flogskipar­ ar, sum hava verið upp til 78 ára gamlir. Hans er farin at flú Sum øll minnast var Hans Hansen úr Sandavági flogovasti hjá Atlantic Air­ ways fram til hann mátti gevast í 2006. Orsøkin var tað 65 ára aldursmark, sum er galdandi fyri flogskip­arar á okkara leið­ um. Hesi 18 árini, hann fleyg fyri Atlantsflog, var hann við til at menna flogfelagið frá at hava eitt flogfar til tað í dag hevur sjey flogfør umframt fleiri tyrl­ ur. Aldurin tyngdi tó ikki á nakran hátt Hans, so hann hevur funnið sær heilt nýggjar avbjóðingar innan flúgving aðra staðni í heiminum Samrøða Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo