Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 79 - 25. apríl 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Vallyftini – mentan og útbúgving Í gjár gjørdu vit eina samanbering av givnum vallyftum við samsvarandi veruleikan á fíggjar- lógaruppskotinum fyri verandi fíggjarár. Vit kundu staðfesta, at nøkur øki, ið fingu sera nógva umrøðu í valstríðnum við gyltum lyftum, har ávísir flokkar mestsum kappaðust um at geva hesi lyfti. Talan var um mentanarøkið, sum ivaleyst meira enn nakað hevur tørv á øktum játtanum. Nógv fegnaðust, sum vera man, tí eftir val fór ivaleyst at lýsna fyri mentanarligum og listaligum virksemi í Føroyum. Serstakliga Mentanargrunnurin, rútmiski tónleikurin og leiklistin vóru í fokus, og tí man vónbrotið vera stórt í teimum mentanarligu og listarligu umhvørvum, sum hava áhuga í hesum kontum. Her kom sum nevnt í gjár millum lítið og einki av nýggjum pengum uppá tær kontur, sum viðvíkja økið. So er bert eftir at vóna, at støðan á økinum broytist til næsta fíggjarár, men drúgvt verður at bíða, og serstakliga fyri tey, sum arbeiða við mentanarligum verkætlanum, kann hetta merkja, at tey ikki koma í gongd fyrr enn í 2010. Nakað væl ljósari er myndin av útbúgvingar- økinum, og stovnarnir, sum skulu mynda nýskipaða universitetið fáa munagóða hækking. Men nógv bendir á, at her er talan um somu hækkingar, Jógvan á Lakjuni hevði ætlað økinum. Komandi víðkaða og endurskipaða universitetið verður júst hitt sama, sum Jógvan seinasta heyst mælti tinginum at stovna við lóg, men tað kann bert merkja, at stór semja er um framtíðar bygnaðin á hægru lærustovnunum, og tað er ser gott og jaligt. Sum kunnugt verða Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin lagdir saman við Fróðskaparsetrið í eitt nútímans universitet, og hetta er sjálvsagt bert at fegnast um. Lærara- og pedagokútbúgvingarnar fáa munandi hægri játtan og her er veruliga nakað nýtt í fíggjarlógaruppskotinum. Hækkingin av játtanini skal eftir ætlan nýtast til at taka ein eyka flokk við 24 lesandi inn til læraraútbúgvingina, ein eyka flokk við 24 lesandi inn til pedagogútbúgvingina, stovna lesivegleiðaraútbúgving, umframt seta samskipara av eftirútbúgvingum. Arbeitt verður við lóg viðvíkjandi lærara- og námsfrøðinga- útbúgvingunum. Málið er, at hendan verður liðug á Ólavsøku, og at útbúgvingarnar til lærara og námsfrøðing tí verða á BA-støði longu í 2008. So er at vóna, at arbeiðið við nýggja lógarverkinum verður liðugt, so útbúgvingarnar til heystar kunnu bjóðast eftir nýggjum BA og Masterleisti og ikki eftir tí avoldaðu skipan, sum nú er galdandi. Sostatt kann staðfestast, at samgonguflokkarnir hava hildið lyftini um at styrkja útbúgvingarøkið, og tað tænir samgonguni til æru. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað tykist púra endaleyst við lunnindum til ávísar bólkar í landi okkara. Fiski­ menn fáa sjómansfrádrátt, egnarar fáa sjómansfrá­ drátt, og nú vilja tey á Strandferðslu og aðrastaðni hava sjómansfrádrátt eisini. Handverkarir sum ar­ beiða uttanlands fáa ser­ ligan frádrátt. Teir fingu hendan rætt í ringastu kreppuárum, talan var um eitt sonevnt kreppuátak. Skipanin er framvegis galdandi, hóast byggivinn­ an herheima skríggjar eftir handverkarum. Fíggjarmálaráðharrin heldur tað vera órættvíst, men heldur, at vit skulu aftra okkum við at gera átøk, tí hesi fólk, sum fáa frádráttin, hótta við at fara av landinum, um tey missa frádráttin. Mær kemur til hugs, at tað er ein bólkur, ið leingi hevur verið saknaður í Før­ oyum, og sum hevur verið noyddur til at flyta av land­ inum. Tey, sum ikki eru flutt umhugsa tað javnan. Tað eru støku uppihald­ arirnir eg hugsi um. Tær ­ og í einkultum førum teir ­ taka tað dýrabarasta hjá okkum við sær nevniliga børnini. Eiga vit ikki at óttast, at alsamt fleiri teirra flyta, tí tey ikki kunnu liva í Føroyum? Rentustudning? Ongan kjans, tí óhugsandi at keypa hús við einari inntøku. Mær hevði dámt eitt uppskot um, at hesi fingu dupultan barnafrádrátt, ella tað sum svaraði til sjómansfrádrátt. Tað er í heilum at hoyra um lív ella deyð hjá fiski­ vinnu, hjá handverki, hjá útjaðara. Viðferðin av støkum uppihaldarum her á landi er ein spurningur um lív ella deyð hjá Føroyum. Børnini eru jú framtíð Føroya. Miðlarnir viðgera javnan nøkur av málunum, sum eru fyri á tingi. Tá talan er um tunnlar, eru miðlarnir langt frammi í skónum, og viðhvørt tykist mær, at boðskapurin til Føroya Fólk er, at vit í tinginum ikki fáast við annað enn tunnlar. Tí vil eg nýta høvið at kunna um, at eitt sam­ gonguuppskot júst nú er í nevnd eftir 1. viðgerð viðvíkjandi stuðuli til stakar uppihaldarir. Í stutt­ um snýr tað seg um, at stakir uppihaldarir fáa 500 kr pr barn um mánaðin. Vónin er, at hetta bert verður byrjanin til veru­ ligar ábøtur hjá hesum lítið raðfesta bólki. Eg undrist…. BERgtóRA HøgNAdóttIR JoENSEN Napolion, tú brúkar nógv orð at sannføra Føroya fólk um, at tú og formaður Javnaðarfloksins á tingi so dyggiliga hava dumpað Heðin Mortensen sum javnaðarmann. So veit eg ikki, um tað ger meg til ein størri dumpikandidat enn nakran annan, at eg royni meg sum virkin og skap­ andi borgarstjóri. Eg skal vera tann fyrsti at geva tær rætt í, at fram­ burður er í Føroyum í dag. Men samstundis kenni eg meg noyddan at minna teg á, at tað eru vinnan og vinnulívsfólk, ið skapa framburðin, og at hesin framburður bert verður skaptur, har fyritreytirnar eru fyri tí og har býarstýri eru vakin og stuðla fram­ burði. So veit eg ikki, um tað eisini er at dumpa… Tá tað er sagt, so loyvi eg mær at halda, at tað er ikki frítt, at tú hevur lisið frágreiðingina frá Búskap­ arráðnum upp á sama máta, sum ein ávísur lesur halgu­ bók. Ella hevur tú kanska slett ikki lisið hana, men kortini roynir teg sum próv­ dómari? Um so er, ert tú sjálvur dumpikandidatur! Einki kenni eg heldur til, at tað skal vera blivið so trongligt í Javnaðarflokk­ inum, at pláss ikki er fyri meira enn tí einu meining­ ini. So leingi, sum pláss er fyri fleiri meiningum, man eisini vera pláss fyri mær í flokkinum – eins væl og tað er fyri tær, Napolion, hóast tú hevur meldað teg út! Heldur enn at geva mær karakter, átti tú at tosað við hinar borgarstjórarnar og grannabygdirnar hjá tær um, hvussu tit í felag kunnu skapa enn betri karmar fyri menning í Vágum. Eisini kundu tit tá tikið eitt prát um størri eindir, soleiðis sum skrivað verður í síðsta pettinum á síðu 7 í frágreiðingini frá Búskaparráðnum. Gloym ikki, Napolion, at tit hava havt alla flog­ ferðslu til og úr Føroyum í 45 ár. Hví steðgar megin­ parturin av teimum umleið 200.000 ferðafólkunum, sum ferðast um flogvøllin, ikki bara í Miðvági, men velur heldur at fara beina leið víðari? Napolion – próvdómari ella dumpikandidatur? borgarstjóri í Tórshavnar kommunu HEðIN MoRtENSEN Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.