fríggjadagur 25. apríl 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 • 25. apríl 2008
Vikuskifti
12
Saman við 11 øðrum miðvingum
er Kári á Presttrøðni ein teirra
sum hevur til fragd at sleppa
veðrum í vøkru urðina norðarlaga
á oynni.
Teir verða sleptir um várið
og tiknir um heystið, og eru tá
vónandi nakað nógv pund tyngri.
Hesin gamli siðurin hjá monn
um er enn í hevd, og mikudagin
í farnu viku upprann so dagurin
aftur, tá hesin hornaseyðurin
skuldi sleppast í urðina.
Menn hava sæð fram til
henda dagin. Fyri teir er tað
ein serstøk løta at fara norður í
Miðvágsurðina við teimum, og
eftir teimum aftur í september
mánaði.
Teir viðganga tó, at hetta
kanska ikki er tað ódýrasta ítrivið.
Hinvegin, hvat offrar ein ikki fyri
eini søk, sum ein hevur áhuga í?!
Afturfyri stríð og útreiðslur, fáa
teir kjøt til heystar av allarbesta
slagi.
Teir hava ófrið á sær, og bíða
spentir eftir boðunum: Nú fara
vit!
Hesi boðini komu umsíðir
henda morgunin. Nú er bert at
bíða til klokkan gerst 4!
Vekt og heilivágur
Hann hevði ligið við lágætt nakrar
dagar frammanundan. Veðrið var
gott og boðað varð somuleiðis frá
góðum líkindum henda seinna
partin.
Tær seinastu aldumátingarnar
vístu, at hæddin er hóskandi.
Var hetta eisini støðan norðuri
í urðini, var lag á manni at seta
bæði hornaseyð, miðvingar og
tíðindafólk í land.
Eitt annað mið í so máta er ein
fles nakað norðarlaga á Vest
mannalandinum. Breyt um hana,
vóru heldur eingi serlig líkindi í
Miðvágsurðini. Men tíbetur var
ikki líkt til, at hetta skuldi forða
miðvingum í ætlanum teirra.
Klokkan er farin nakað av
fýra, og enn er einki sum bend
ir á nakað virksemi á Oyrar
gjógv. Nú sæst ein bátur koma
stimandi sunnaneftir móti
gomlu ferjuleguni, og áðrenn ein
veruliga fær umrátt seg, eru bæði
menn og bátur við Oyrargjógv.
Um eina løtu kemur bilurin
við tí dýrabara farminum: Eitt
flutningsfar til hestar kann sakt
ans hýsa 12 veðrum ta stuttu
leiðina til bátin, sum skal flyta
mann og farm til urðina – til
hesa urðina, sum hevur so stóran
týdning og tilsvarandi áhuga fyri
hesar 12 menninar.
Men skil skal vera á øllum,
áðrenn lagt verður frá landi:
Fyrst skal hvør einstakur veðrur
fáa heilivág og síðani vigast.
Hetta er ein spennandi løta, tí
alt verður skrivað niður, soleiðis
at metast kann um gongdina til
í heyst, tá farið verður aftur eftir
heystlombum og veðragjólingum.
Ja, tað verður spennandi at
vita, letur í einum teirra. – Tað
hevði verið stuttligt um vektin
varð eins góð sum í fjør!
Seinast royndist vektin nevni
liga avbera góð: Tann besti
veðrurin vá væl omanfyri 90
pund. Men, sum skilst var hetta
ein sera, sera góður veðrur.
Urðin hækkar
Klokkan er nú vorðin eitt kort yvir
fýra, og nú fer leggur útróðrar
báturin Havfrúgvin frá landi.
Ein slíkur siglitúrur í góðum
líkindum fram við Vágalandinum,
Slættanestanga og norðurum er
ikki at forsmáa.
Vit fara fyrst norður og so
síggja vit, hvussu líkindini eru
í urðini. Men eg rokni kortini
ikki við, at tað verður nakar
trupulleiki.
Hetta fer at ganga sum tað
skal, sigur Kári á Presttrøðni,
meðan hann íðin hjálpir til við
fyrireikingunum til ferðina.
Prátið gongur aftur og fram
millum menninar í bátinum, ikki
bert um veður og seyð, men eisini
um ymisk álvarsom og skemtilig
lokal viðurskifti sum teir eru
upptiknir av.
Nú dagar urðin undan, og menn
kunnu við tað sama staðfesta
at hon er nógv broytt síðani teir
seinast vóru her á heysti í fjør.
Píkasjey, sum urðin er blivin
stór. Hon er nærum ikki til at
kenna aftur, letur í einum teirra.
Líkt er til, at herviligi veturin
hevur gjørt sítt til at grót í hópa
tali er komin niðan í urðina og
hevur hækkað hana rættiliga
nógv.
Ætlanin er nú at leggja seg út
fyri urðina, og síðani rigga til at
fáa tveir mans í land við teirri lítlu
reyðu jolluni. Teir skulu so stjóra
teir næstu menninar og veðrarnar
í land.
Urðin er soleiðis háttað, at
har er nógv malargrót, og tí eru
menn bundnir at sjóvarfalli fyri at
sleppa í land. Besta sjóvarfallið
er kl. 7 og tá er eisini hálvfjarað,
men ætlanin er kortini at royna
áðrenn, nú veðurlíkindini eru av
teimum bestu.
Hóast hesi viðurskifti, eru nøkur
størri brot í urðini, men ikki størri
enn so, at bæði seyður og teir, ið
skulu í land, koma í land – meiri
og minni turrskøddir.
Halda rottuni niðri
Ein týðandi partur av eini slíkari
vitjan í urðini er giftin – rottu
giftin, ið teir hava lagt út tey
seinastu mongu árini, til tess at
halda hesum skaðadjórinum niðri.
Tey seinastu 1520 árini hava
vit lagt millum 300 og 400 pakkar
av rottugift út, bæði um veturin
og um summarið. Hetta er nóg
mikið til at halda rottuni niðri,
Sleptir í urðina
Mikudagin í farnu viku lurtaðu 12 mans í Miðvági
serstakliga væl eftir veðurtíðindunum. Skuldi hetta
verða dagurin at sleppa veðrum í urðina norðarlaga á
oynni. – Jú, eg haldi at hetta verður í fínasta lagi.
Aldan er ikki meiri enn 70 sentimetrar høg, so hetta
klára vit!, sigur Kári á Presttrøðni
①
②
Veðrar
Snorri Bend
snorri@sosialurin.fo