fríggjadagur 25. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 25. apríl 2008
13
viðmerkingar
Svarið, sum Bjørt Samu
elsen, landsstýriskvinna,
hevði í løgtinginum
týsdagin, til fyrispurningin
hjá undirritaða viðvíkjandi
Skálafjarðartunlinum,
staðfestir, at sitandi
landsstýri er við at beina
fyri prosjektinum.
Einki uppskot verður
lagt fyri tingið í hesi
tingsetuni, sum loyvir P/F
Skálafjarðartunlinum at
fara undir tunnilsarbeiðið,
so greið vóru boðini frá
Bjørt Samuelsen, sum
ístaðin fer at kanna aðrar
møguleikar.
Besta samfelagsverk
ætlanin í Føroyum, er
sprottin fram sum ein
privat, lokal verkætlan, ið
hevur til endamáls at binda
báðar armarnar á Skála
fjørðinum saman, og síðani
at knýta Skálafjørðin við
Suðurstreymoy.
Nú “rænir” landsstýrið
verkætlanina frá tí privata,
og gerð tað til eina
almenna íløtu, sum
landskassin veðheldur fyri,
tí nú skal Skálafjarðar
tunnilin brúkast til at
gjalda Sandoyartunnilin
við, og harvið áleggur
landsstýrið brúkarunum av
Skálafjarðartunlinum ein
serstakan eykaskatt.
Men í ringasta føri
kunnu ætlanirnar hjá
landsstýrinum viðføra, at
hvørki Skálafjarðar
tunnulin ella Sandoyar
tunnilin blíva gjørdir.
Útrokningar vísa, at
Skálafjarðartunnilin kann
spara samfelagnum tvær
mió. krónur um vikuna í
minni orkunýtslu og
tíðarsparing. Hesar tvær
milliónirnar kostar tað
samfelagnum fyri hvørja
viku, sum prosjektið
verður seinkað.
Undanfarna landsstýri
legði stóran dent á at
privatisera almenn parta
feløg, meðan hetta lands
stýrið ger beint tað øvugta.
Nú verður so ein 100 %
privat verkætlan “rænd” frá
teimum, sum eiga hugskot
ið alt sum tað er, og flutt til
tað almenna, og hetta kem
ur at hava ein stóran nega
tiva ávirkan á tað privata
initiativið í framtíðini.
Tað sær eisini út til, at
nú tá tað almenna hevur
gjørt av at “ræna” pro
sjektið frá initiativtakar
unum, hendir ikki meira.
Einki uppskot kemur í
tingið, og eingin upphædd
verður avsett á fíggjarlóg
ini í 2008 til endamálið.
Og hvussu verður við
Sandoyartunlinum, sum
løgtingið hevur samtykt
skal byrja í nov. 2009? Eru
neyðugar milliónir avsettar
á fíggjarlógini til henda
tunnil, ella verður Skála
fjarðartunnilin nú mis
brúktur til at fora fyri, at
Sandoyartunnilin verður
gjørdur? Tí fíggjarliga er
øllum greitt, at tað
almenna kann ikki gera
báðar tunlarnar í senn.
Loysnin er sera einkul,
lat tað privata felagið gera
og reka Skálafjarðar
tunnilin, inntil hann verður
latin tí almenna fyri einki
um eini 30 ár, og lat eitt
alment partafelag gera
Sandoyartunnilin, eftir
sama leisti sum Vága og
Norðoyartunnilin.
Tá uppskotið til
samtyktar um at fyrireika
fast samband millum
Skálafjørðin og Suður
streymoy (løgtingsmál nr.
79/2006) var til viðgerðar í
tinginum, skrivaðu umboð
Tjóðveldisfloksins,
Tórbjørn Jacobsen og
Heidi Petersen, í álitið, at
“soleiðis, sum raðfesting
arnar eftir øllum at døma
verða frameftir í menning
av føroyskum undirstøðu
kervi, er lítið væntandi, at
hendan farleiðin verður
veruleiki tey næstu tjúgu
árini, um so er, at fast
hildið verður, at hon er
partur av almennari
raðfesting, har ið alment
fæ skal nýtast til at gjalda
íløguna við. Út frá hesum
mæltu tey frá at lata alment
partafelag gera íløguna og
tey mæltu somuleiðis frá at
íløgan bleiv fíggjað við
árligari játtan á
fíggjarlógini”.
Men nú sær út til at
Tjóðveldi hevur broytt
politikk á hesum øki, hóast
samgonguskjalið sigur
soleiðis um íverksetan:
“Virkisfús fólk við góðum
hugskotum og ætlanum
verða stuðlað soleiðis, at
leiðin frá hugskoti til
veruleika verður lættari at
ganga.”
Hóast orð og gerðir ikki
vísa seg at samsvara í
løtuni, vóni eg at Løgtingið
fastheldur, at tað privata
felagið fær loyvi at gera
Skálafjarðartunnilin, og at
tíðarætlanin fyri gerð at
Sandoyartunlinum kemur
at halda.
Landsstýrið leggur fótonglar fyri Skálafjarðartunnilin
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Alfred Olsen
Nú er aftur eitt fíggjarlógar
uppskot farið av bakka
stokki, og aftur hesaferð er
uppskotið ein kámur
skuggi av føroyskum
politikki. Tað er ein háðan
og ein skomm fyri okkum
føroyingar, at dagsins
politikarar eru so ólátaðir,
at teir ikki kunnu standa
við sínu føgru lovorð, sum
vórðu floygd úr munni
teirra fyri bara nøkrum
fáum mánaðum síðani, og
at teir ikki heldur megna at
ganga inn fyri tí, sum teir
sjálvir hava samráðst seg
til og fest niður í sam
gonguskjalið. Ár um ár fær
politiski veruleikin skyld
ina, men eg haldi, at talan
er um politiskt dramblæti,
har allir sum ein brúka
heimsins elstu umbering:
Tað var ikki eg, tað var
hann. Hinir hava skyldina
fyri, at eg taki ta avgerð,
sum eg taki.
Í valstríðnum lovaðu í
minsta lagi 17 av landsins
kosnu, óansæð flokk, at
Mentanargrunnur Landsins
skuldi hækkast upp til 15
milliónir komandi fýra
árini. Hetta er ein meiriluti
av løgtinginum, so ongin
forðing átti at verið fyri, at
so varð gjørt. Men nú
fíggjarlógaruppskotið er
lagt fram, sær tað út til, at
teir hava brotið bæði munn
ligar og skrivligar avtalur.
Og tað so dyggiliga eisini.
Mentanin hevur altíð
verið eitt skálkaskjól hjá
politikarum. Teir hava í
nógv ár, óansæð flokk, fjalt
seg aftan fyri ein mentanar
politikk. Teir hava brúkt
hann í sínum egna hugtaki
um eina serliga føroyska
tjóð, hava brúkt mentanina
(sum teir ikki vilja stuðla)
sum skálkaskjól fyri eina
tjóðarbygging, sum er
láturlig, tí at við ongum
stuðli til mentan og list, so
kunnu teir eins væl geva
tjóðini mønustingin – skera
høvuðsæðrina av og melda
seg inn í okkurt lokalt
biddarafelag, ið ikki ætlar
sær at gerast ein partur av
altjóða pallinum. Kanska
Norðurkorea hevði viljað
havt okkum við.
Fíggjarlógaruppskotið
fyri 2008 er enn ein látur
lig roynd at fjala seg fyri
síni egnu politisku hugmóð
og egna dugnaloysi. Ment
anin hevur í hesum fíggjar
lógaruppskotinum fingið
tað sama sum fyrr – nakrar
silvurdálar, sum skulu
brúkast til, at politikararnir
kunnu siga við seg sjálvar,
at vit hava hóast alt játtað
til mentanina. Men hesar
láturligu upphæddir gera
ongan mun. Púrt ongan.
Hundrað túsund her og
hálvtrýss túsund har eru
bara til at halda øll, sum
eru við til at menna før
oysku tjóðina, sum eru við
til at skapa hesi ungu
tjóðini ein tjóðarsamleika,
fyri turra spott. Men, hugs
ar gløggi lesarin, hvat er so
nóg mikið? Jú, upphæddir
nar, sum talan er um, eru
tær, sum landskassin fær
inn í eykaavgjøldum fyri
sigarettir í eitt ár (kanska
fleiri høvdu lagt av at roykt
eisini). Estland stuðlar
listafólkum við teimum
eykaavgjøldum, sum koma
inn frá tubakki og rús
drekka. Hví lata føroysku
politikararnir ikki teir peng
arnar til mentan og list?
Nei, teir halda, at hasir
býttlingarnir, sum sita og
skriva, sum mála, gera
tónleik, gera orðabøkur og
annað, hatta eru bara
sovorðnir letingar, sum
ikki duga at fáast við
okkurt annað.
At Mentanargrunnur
Landsins er hækkaður við
lúsa 200.000 krónum
kennist á sama hátt, sum tá
ið ein politikari hevur
brúkt allar sínar pengar til
valstríðið, og so verður
hann ikki valdur á ting.
Tær skapandi kreftirnar
eru øðiligar í Føroyum, og
teir, sum sita við róðrið
vilja ikki vanda hendan
fong – vilja ikki gera eina
íløgu í tjóðina Føroyar. Teir
hava ikki sæð, hvønn
týdning skapandi og
útinnandi listin hevur fyri
Føroyar. Upphæddin, sum
verður latin í stuðli til
mentan og list kemur í
minsta lagi fimm ferðirnar
inn aftur. Ein annar vegur
at gingið hevði verið, at
teir pengar, sum listafólk
hava goldið í skatti síðani
2000, t.e. pengar, sum
listafólk hava fingið í
starvsløn frá Mentanar
grunni Landsins, kundu
verið nóg mikið til at
hækkað játtanina til
grunnin munandi. Ja, tað
er næstan bara hugflogið,
sum setir markið fyri, hvat
ið kann gerast. Men, tá ið
politikarar skulu semjast
um at stuðla list og ment
an, so kemur altíð onkur
tunnil í vegin, ella eitt
ellisheim, ella ein skúli,
ella ein skattalætti, ella ein
tunnil, ella eitt vaktar og/
ella ferðafólkaskip, ella ein
tunnil afturat, ella ein
undirsjóvartunnil o.s.fr.
o.s.fr. o.s.fr. Umberingar
nar fyri ikki at stuðla eru
eins nógvar og lyftini, sum
teir góvu øllum listafólkum
fyri valið.
Fíggjarlógaruppskotið
fyri 2008 er bara ein
ógvuliga kámur skuggi av
tí, sum varð lovað fyri
valið. Hevði so talan verið
um eina risastóra upphædd,
so kundi eg skilt teir, men
talan er um 10 milliónir í
fýra ár til skapandi og
útinnandi listafólk, til
listafólk, hvørs verk
finnast í øllum føroyskum
húsarhaldum og í øllum
almennum sum privatum
bygningum, og sum er
týdningarmesta amboð til
at byggja tjóðina við.
Hetta er ikki ein meining
frá einum kjarrgalnum,
ráðaleysum manni – hetta
er ein meining frá einum
ógvuliga sviknum og
skuffaðum manni. Og eg
eri ikki einsamallur um
hesa kensluna.
Eitt lovað orð eigur at
hanga fast sum ein skuggi í
einum menniskja, og sum
tað ikki eigur at kunna
renna ábyrgdarleyst frá. Nú
skal so fíggjarlógarupp
skotið leggjast fram fyri
tær ymisku nevndirnar. Eg
vóni, at tá ið uppskotið
kemur fyri Mentanar
nevndina, so fara teir at
bera so í bandi, at Ment
anargrunnur Landsins fær
tað, sum honum varð
lovað. Bill Justinussen og
hini í Mentanarnevndini,
nú kunnu tit vísa tykkum
sum veruligar politakarar,
ið standa við síni orð. Vit
krevja bara, at tit halda tað,
sum tit lovaðu at játta, tá ið
tit vóru til setanarsamrøðu
við fólkið (t.e. valstríðið).
Ikki ber til at fjala seg fyri sínum egna skugga
Oddfríður
MArni
rAsMussen
Flogvøllurin verður
1600m
Sambært viðmerkingum til
fíggjarlógaruppskot 2008
verður flogvøllurin longdur
350m til 1600m.
Fyri nøkur av okkum, ið
dagliga virka á flogvølli
num, tykist hetta ikki væl
umhugsað. Atlantsflog
hevur boðað frá, at tey eru
farin at skifta flogfør teirra
út við nýggjari, tøkniliga
meiri framkomin flogfør.
Hetta er ein visionér og
neyðug hugsan. Núverandi
flogfør teirra eru, umframt
at nærkast ‘eftirlønaraldri
num’, í nógvar mátar
ótíðarhóskandi og, fram
um alt, sera dýr í brúki.
At longja flogvøllin úr
1250m til 1600m samstund
is sum størri flogfør verða
tikin i nýtslu á farleiðunum
til/úr Føroyum, fer at seta
somu avmarkingar fyri
flogferðsluna, sum vit
kenna í dag. Tað finst ong
in dokumenterað kanning,
ið rættvísger eina leinging
til einans 1600m. Tað vil
geva óneyðugar avmarking
ar. Spyrji tykkum sjálvi,
hví man ikki byggir 1600m
flogvallir til miðberandi
(mellemdistance) flogfør
aðrastaðni!
Landstýriskvinnan í
vinnumálum hevur í hesi
vikuni sagt, at samferðslu
útbyggingar eiga at verða
gjørdar av tí almenna.
Hetta er so satt sum tað er
sagt! Tað almenna hevur jú
staðið fyri bygging av ferj
um, ferjulegum o.ø. uttan
at útreiðslurnar tó eru álíkn
aðar teimum, ið gera brúk
av hesum (Smyrlar, Ternan,
Dúgvan, Sam v.m.).
Tað er tí ein sjálvfylgja,
at hitt almenna beinanvegin
fer at útbyggja flogvøllin,
so hesin kemur uppá eitt
støði, ið brúkarin (Atlants
flog og føroyska samfelag
ið) kann liva við. Tí eigur
flogvøllurin at verða
longdur til í minsta lagi
1800m og hjálpartólini
(inn og útflúgvingartólini)
verða útbygd fullt út á
konventionellan hátt. Um
hetta ikki er fult nøktandi,
so eigur ískoytisútgerð
(supplerandi útgerð) eisini
at verða sett upp. Hetta er
ein samfelagsuppgáva og
eigur ikki at verða álíknað
brúkarunum meiri enn vit
kenna tað frá ferjum,
bergholum o.ø.
Visiónin, ið hvarv
Jákup
perssOn