fríggjadagur 25. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 • 25. apríl 2008
Vikuskifti 13
men tíverri ikki til at avoyða hana.
- Hinvegin so er hon komin
á eitt slíkt lágt støði, at sjálvt
fuglurin kann liva her. Tað skuldi
verið besta tekin um, at vit
eru á góðari leið, sigur Kári á
Presttrøðni.
Vekt í eygsjón
Veðrið er av tí besta, og menn
setast at rinda møðina eina løtu.
Ikki ov leingi, tí teir vilja sleppa
aftur at landi, áðrenn tað verður
ovseint.
Hinvegin eru líkindini soleiðis,
at siglt verður longur vestur
– til avtoftaðu bygdina í Víkum.
Menn eru staðkendir og kunnu
navngeva bæði skorar, gjáir og
drangar framvið landi.
Tað er týðiligt og greitt, at hetta
er nakað sum teir eldru og teir
ungu menninir ganga høgt uppí,
bæði at varðveita ein part av
mentan okkara at sleppa veðrar í
urðina, og at geva førningin víðari
til eftirkomarar teirra.
Nú eru veðrarnir so sleptir í
urðina, Oyrargjógv er í eygsjón og
kalt er í veðrinum. Menn kunnu
nú gleða seg til at fara eftir
teimum aftur í heyst – einaferð
eftir hálvan september.
Spennandi verður tá at vita,
hvussu væl fyri veðrarnir eru tá.
Vónandi koma teir allir afturíaftur
– men ikki minst: Hvat verður
vektin á mínum veðri.
Livst, so spyrst!
③
④
Trygdin er altíð í hásæti, tá miðvingar
fara norður í urðina. Einaferð kom
brádliga illveður á teir, og tá var
neyðugt at flyta menninar úr urðini
við tyrlu - av staðnum, har Kári á
Presttrøðni her stendur
1) Tann reyða jollan er flutningsakfarið, tá
menn skulu stjórast millum urð og land. Her
koma teir seinastu umborð á bátin. Nú er
klárt at sigla heim
2) 73 ára gamli Eyðun Samuelsen eigur mong
sporini í urðini. Stuttligt var at hoyra hann
siga frá, hvussu teir bóru seg at í gomlum
døgum
3) Veðrar og fólk eru komin í land. Nú er
at fáa teir úr grótinum og úr urðini, har tað
góða grasið er. Spennandi verður at síggja,
hvussu vektin verður í heyst
4) Ferðin er at enda komin. Kósin er sett
ímóti Oyrargjógv. Í heyst verður sama túrur
gjørdur aftur