fríggjadagur 25. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 79 - 25. apríl 2008
kronikk
Magni Laksáfoss, búskapar
frøðingur og løgtingsmaður
2. partur
Matvøruprísin farin upp
Umframt hækkandi útreiðslur til
olju til upphiting og flutning, er
ein beinleiðis avleiðing av
hækkandi oljuprísum, at
matvøruprísirnir eisini eru
hækkaðir. Hetta leggur stórt trýst
á húsarhaldini.
Fyri hvørja kaloriu av mati vit
seta á borðið heima hjá okkum
sjálvum, eru 17 kaloriur av olju
produktum brúktar til at fáa tað
einu kaloriuna av mati
framleidda og flutta til okkara
borð. Hetta kann tykjast
undarligt – vit kunnu illa ímynda
okkum at ein veiðumaður í
steinøldini skuldi brúka 17
kaloriur av orku fyri at kunna fáa
eina kaloriu av mati – hann hevði
skjótt doyð í hungri.
Orsøkin til hesa margháttligu
sannroynd er, at í øllum liðum í
framleiðsluni av mati liggur ein
stór orkunýtsla av olju
produktum. Í fiskiskapi er hetta
lætt at síggja – hvussu nógvar
túsund litrar av olju verða ikki
brúktar á einum fiskitúri hjá
einum lemmatrolara? Hetta er
eisini orsøkin til, at vit hoyra um
lemmatrolarar sum eru í
trupuleikum orsakað av
hækkandi oljuprísum. Eingin ivi
er um, at lemmatrolararnir eru
ikki einasti skipabólkur við
tílíkum trupuleikum.
Fyri aðrar matvørur kunnu
líknandi roknistykkir setast upp.
Fyri tað fyrsta er kunsttøð
framleitt úr natúrgassi, pestisidir
eru framleidd úr olju, amboðini í
landbúnaðinum eru drivin av
olju, flutningurin av vørunum er
í oljufýrdum trailarum ella
oljufýrdum køliskipum, pakning
urin er úr plasti, sum er framleitt
úr olju og fyri at fara til
handilsmannin fyri at keypa
matin seta vit okkum inn í
okkara egna bil – sum er drivin
av olju!
Tá oljuprísurin fer upp, fer
kostnaðurin av at framleiða og
flyta matvørur sostatt eisini upp
– hetta er fyrsta orsøkin til at
hækkandi oljuprísur merkir
hækkandi matvøruprísir.
Framleiðslan av olju úr korni
Hitt sambandið millum hækkandi
oljuprísir og matvøruprísir er, at
so hvørt sum oljuprísurin
hækkar, verður tað alt meiri
áhugavert at framleiða
oljuproduktir úr alternativum til
traditiónellu oljuframleiðsluna –
serliga etanol og bioolju.
Til hesar framleiðslur krevst
stórar nøgdir av majs ella
líknandi lívrunnum tilfari og
harvið økist eftirspurningurin
eftir vørum, sum antin kunnu
nýtast til oljuframleiðslu ella
matframleiðslu.
Kappingin um kornið gerst tí
harðari og harðari og tískil
hækkar prísurin eisini.
Hetta er onnur orsøkin til at
hækkandi oljuprísir elva til
hækkandi matvøruprísir.
Aðrar vørur eisini dýrari
Av tí at elektrisiteti í Føroyum í
stóran mun er framleitt úr olju,
koma hækkandi oljuprísir eisini
at merkja hækkandi elprísir.
Hetta sóu vit longu á
nýggjárinum, tá elprísirnir
hækkaðu 10 oyru.
Matvørurnar, oljan og
elektrisitetið eru stórur partur av
húsarhaldsútreiðslunum. Vit hava
vænt okkum við, at hesin
parturin hevur verið minkandi
seinastu mongu árini, men í
komandi árum mugu vit rokna
við, at parturin fer at økjast, tí
hesar vørurnar verða dýrar.
Eisini aðrar vørur fara at gerast
dýrari – flogferðsla, skipaferðsla
og aðrar vinnur, ið brúka nógva
olju gerast sjálvsagt eisini dýrari.
Tá oljan dýrkar, verður tað eisini
dýrari at flyta vørur úr Kina og
øðrum londum til okkum.
Samanumtikið mugu vit tí rokna
við, at meðan vit áður hava vænt
okkum við støðugt bíligari vørur
fara prísirnar antin at standa í
stað ella at vaksa – ein heilt
onnur verð enn tann vit eru von
við!
Vinnara- og taparalond
Ein stórur partur av tíðindunum,
vit dagliga hoyra um, eru
beinleiðis fylgjur av hækkandi
oljuprísunum og av avmarkaðu
nøgdini av olju á marknaðinum.
Kampurin um at fáa hendur á
oljuni hevur eisini fingið skjótt
vaksandi búskapirnar í Asiu,
Kina og India, til rættiliga at fara
út á heimsmarknaðin – í harðari
kapping við USA og
Vesturheimin. Støðan er tí
rættiliga spent millum eystur og
vestur á hesum økinum – hetta
sást m.a. tá kinverska felagið
CNOOC ætlaði at keypa Unocal,
sum er eitt stórt oljufelag í USA.
Eingin ivi er um, at ein av
orsøkunum til innrásina í Irak var
oljan. Hugo Chavez er vorðin ein
maktfaktor í verðini í dag
orsakað av oljuni og oljuprísinum
– eins og OPEC longu hevur
verið tað í mong ár og fer at vera
tað enn meiri í komandi árum.
Norra er eisini ein sera rík tjóð í
dag og Rusland er í ferð við at
styrkja munandi um valdið, sum
beinleiðis fylgja av olju og
gassprísunum. Soleiðis er
avmarkaða nøgdin av olju og
høgu oljuprísirnir við til at skapa
vinnarar í heimssamfelagnum.
Taparalondini eru serliga
oljuinnflytaralondini – og her
serliga tey sum frammanundan
hava veikar búskapir. Nógv lond
í Afriku eru sera illa fyri í dag og
merkja sera nógv til hækkaðu
oljuprísirnar.
Føroyar vinnara- ella
taparaland?
Stóri spurningurin fyri okkum er
sjálvsagt, um Føroyar verður eitt
vinnara ella taparaland í hesum
spælinum?
Um olja verður funnin við
Føroyar í rakstrarverdum
nøgdum, vil landskassin og
samfelagið fáa eina stóra
peningainnspræning –
oljuprísurin verður jú sera høgur
og inntøkan hareftir.
Trupuleikin er tó, at tað neyvan
verður nøkur framleiðsla fyrstu
10 árini. Tvs. at óansæð um olja
verður funnin ella ikki, mugu vit
tillaga samfelagið til høgu
oljuprísirnar, sum longu í dag
leggja stórt trýst á vinnulívið,
húsarhaldini og alt samfelagið
sum heild.
Árinini av høga oljuprísinum
síggjast m.a. á handilsjavnanum.
Vanliga hevur innflutningurin av
olju ligið millum 5 og 10 prosent
av samlaða innflutninginum av
vørum. Í dag liggur oljuinnflutn
ingurin á uml. 25 prosentum –
tvs. fjórða hvør króna vit brúka
uppá innflutning til Føroyar,
verður brúkt til oljuna.
Um oljuprisurin tvífaldast í
komandi árum, sum øll tekin eru
um, vil innflutningurin av olju
verða enn størri partur, møguliga
út við helmingurin av øllum
innflutninginum.
Sostatt eru nógv tekin um, at
um einki verður gjørt, eru útlitini
ikki bjørt fyri búskapin komandi
árini. Vit hava tí eina stóra
uppgávu fyri framman – vit
mugu leggja alt samfelagið um
frá oljuni til aðrar orkukeldur.
Ein stór avbjóðing
Í míni verð er talan um so stóra
avbjóðing, at eg meti av hetta er
størsta avbjóðingin føroyska
samfelagið hevur komandi 15
árini. Djúpdin av avbjóðingini
sæst m.a. við, at meðan onnur
lond hava nógvar ymiskar
orkukeldur, sosum kol, natúrgass,
kjarnorka, vindmyllur o.l., og tí
einans nýta oljuna til uml. 40
prosent av orkunýtsluni, er oljan
tann orkukeldan, sum letur 95
prosent av allari orkunýtsluni í
Føroyum. Uppgávan at leggja um
frá oljuni til aðrar orkukeldur er
tí risastór, men má og skal
kortini gerast.
Spurningurin er tískil: Hvussu
leggja vit um frá oljuni til
varandi orkukeldur?
Hetta er evnið fyri triðja og
síðsta kronikkina í røðini.
Høgi oljuprísurin: Hvørjar eru avleiðingarnar?
Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur og
løgtingsmaður, viðger
í trimum kronikkum
eina hina størstu bú
skaparligu avbjóðing
ina í Føroyum og
kring knøttin:
teir hækkandi
oljuprísirnar.
Evnið er skipað
soleiðis í hvør sínari
kronikk:
1. Trupuleikin: Hví
hækka oljuprísirnir,
og hvat skulu vit
rokna við í komandi
árum?
2. Avleiðingarnar:
Hvørjar eru avleið
ingarnar fyri heimsbú
skapin, fyri føroyar og
einstøku familjurnar?
3. Loysnir: Hvat eiga
vit at gera fyri at
minka um negativu
árinini av hækkandi
oljuprísum?
Hendan kronikkin er
hin næsta í røðini, og
evnið er avleiðing
arnar av hækkandi
oljuprísum
Føroyar standa framman fyri størstu avbjóðingini í sera nógv ár. Heili 95 prosent av
allari orkunýtsluni í Føroyum stava frá olju, og fjórða hvør króna, vit brúka uppá
innflutning til Føroyar, verður brúkt til olju. Tí er uppgávan at leggja um frá olju til
aðrar orkukeldur risastór, Hækkandi oljuprísum skapar í stóran mun vinnara- og
taparalond. Komandi árini fara at vísa, um Føroyar vinna ella tapa
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og løgtingsmaður
Mynd: Jens K. Vang