fríggjadagur 25. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 • 25. apríl 2008
Vikuskifti
14
Adressan verður
send
Tað eydnaðist adressumonnunum
at savna saman 3.242 undirskriftir
til stuðuls fyri bønarbrævinum til
bretsku stjórnina. Tann 17. apríl
1917 bleiv bønarbrævið fjarritað
til tann danska sendiharran í
London. Tveir dagar seinni, tann
19. apríl, fekk bretski sendiharrin
í Havn, A.G. Coates, sendandi við
postinum ein stóran brævbjálva
við adressunum. Hann sendi
brævbjálvan aftur til sendaran
óupplatnan.
Sum fyrr nevnt varð adressu
málið, upprunaliga ein spurningur
um vøruflutning og um at forða
fyri hungursneyð, umbroytt til
at gerast eitt amboð lutvís í
føroyskum, lutvís í donskum
politikki.
Í hesum seinasta sambandi
vórðu adressumenninir skuldsettir
fyri við beráddum huga at
hava gingið uttan um danskar
myndugleikar, tá ið teir vendu
sær til bretsku stjórnina, og rikið
varð framundir, at teir høvdu
framt ríkisskaðiligan atburð.
Var adressan
neyðug?
Áðrenn komið verður inn á henda
spurning, skal verða hugt at,
hvørt adressuátakið var neyðugt,
hvørt tað kundi hugsast at vera
vandamikið, og hví so øgiligt rok
stóðst av einum slíkum, sakliga
sæð, praktiskum máli.
Um tann fyrra spurningin
er at siga, at alt bendir á, at
vøruflutningurin til Føroya tað
vandafulla árið 1917 var í góðum
hondum. Bæði danska stjórnin og
vørunevndin royndu allar útvegir
til at tryggja Føroyum vøru, og
Rytter gjørdi sum formaður
í vørunevndini sítt arbeiði
til lítar. Sum longu nevnt fór
farmaskipið Ísland tann 2. apríl
úr Keypmannahavn til Føroya við
700 tonsum av varu. Heitt varð
á fólk um at velta eplir, røtur og
korn. Og veruleikin er helst, at
hóast tað mangan var smátt, var
ongantíð hungur í Føroyum.
Eftir nýggjár 1918 kom vøru
flutningurin so við og við í eina
tryggari legu. Á sumri 1918 var
skipaferðslan komin í rættlag,
bæði av teirri grund at USA var
komið upp í bardagan, og av at
Týskland nú var nógv viknað. Í
sínum verki metir H.A. Sølvará,
at adressuátakið kann hava havt
nakað av ávirkan tann rætta
vegin fyri Føroyar, men at henda
ávirkan ikki var avgerandi.
Vansar við adressuni
Næsti spurningur er, hvørt átakið
hjá adressumonnunum á nakran
hátt kann hava verið vandamikið.
Til hetta er at siga, at Føroyar jú
vóru partur av tí danska ríkinum,
og at Danmark, sum uttanveltað
land, sum royndi at skáksigla
millum tvey stórveldir í blóðugari
uppgerð, var í eini ovurhonds
viðkvæmari støðu.
Av tí sama varð tað vanlig
hugsan, at allar samráðingar
millum tað uttanveltaða landið
og krígsveldini áttu at vera
røktar av professionellum fólki.
Scavenius var professionellur, og
tað var Rytter í ein vissan mun
eisini. Men Jóannes Patursson
og Andrias Ziska vóru ikki diplo
matiskir fakmenn, og høvdu,
sum tað tykist, lítlan áhuga fyri tí
stórpolitisku heildarmyndini.
Umráðandi var, at ein mót
partur í krígnum fekk so lítla
vitan sum gjørligt um flutning
ella um vøru ella um, hvat eitt
land hevði niðurfyri. Tað var tí um
at gera, at so lítið sum gjørligt
lak út um handilslig viðurskiftir,
vørugoymslu, skipaferðslu ella
vøruflutning. Nógv var, fyrst og
fremst í Tingakrossi, funnist at
vørunevndini, tí hon tóktist at
vera hulin, men henda atferð
hevði sínar góðu grundir.
Spæl við eld
Men kanska mest avgerandi
var, at sjálvt tey minstu kvink
ein veg ella annan í Danmarkar
uttanveltaðu støðu um hetta
mundi kundu fáa avleiðingar, og
at sersømdir frá bretum til ein
danskan landslut í ringasta føri
kundu havt við sær, at Danmark
bleiv hersett av Týsklandi og
soleiðis drigið beinleiðis upp í
kríggið.
Hendi hetta, vóru Føroyar
í somu løtu eisini ein partur
av bardaganum. Ein kann t.d.
bara gita um avleiðingarnar,
um Danmark bleiv hersett av
Týsklandi og Føroyar komu undir
bretskt vald. Tað er ikki vist, at
ein tilburður sum tann á Føroya
Banka á sumri 1917, um hetta var
støðan, bara hevði havt við sær
materiellan skaða og miss.
Hetta, og ikki tann næstan
høpisleyst tápuliga skuldsetingin
um landasvik, var høvuðsvansin
við adressuátakinum. Tað bar í
hesum sambandi til at grundgeva
fyri, at Patursson, Ziska og hinir
adressumenninir spældu við eld
í eini tíð og eini vandastøðu, har
tað galt um at fara stillisliga um
hurðarnar og at lata fakfólk gera
tað neyðuga. Hóast tað neyvan
varð sagt við greiðum orðum,
kann hetta hava verið ein grund
til, at vørunevndin, eisini Rasmus
Rasmussen og S.P. úr Konoy, so
staðiliga ávaraði ímóti adressuni.
Hví ongin
borgarfriður?
Men hví var henda støða
• Adressumálið – triði partur
Illgruni um land
Hanus Kamban
Greinarøð
Abraham George Coates var bretskur konsul í Føroyum frá 1907 til 1919
Andrias Ziska var formaður í adressunevndini
Frágreiðingin hjá landstingskommissiónini varð rópt Fúlabók