fríggjadagur 25. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 25. apríl 2008
15
Triði partur
Tann fyrsti, sum setti meg í
samband við henda grunn,
var Hjalmar Petersen, sum
var nevndarlimur í Orða
grunninum um tað mundið.
Hann vísti á, at Orðabóka
grunnurin var áhugaður í at
geva tað týskføroyska
orðabókahandrit út.
Fyrsti fundur millum
meg og Orðabókagrunnin
var fyrst í januar 2007, har
báðir partar greiddu frá
ymiskum viðurskiftum,
sum lýstu støðuna hjá hvør
øðrum. Tað gjørdist skjótt
greitt, at Kári á Rógvu var
nýggjur á fremmandamáls
økinum. Hann greiddi m.a.
frá, at grunnurin skuldi
vera so illa fyri fíggjarliga,
at tað var ikki gjørligt, at
grunnurin kundi geva alt
handritið út (uml. 120.000
leitorð), so ein skúlaútgáva
(60.000 leitorð) var
umrødd og góðtikin av
mær, men sáttmálin, sum
var ætlaður, at eg skuldi
ganga undir, var eitt gamalt
útkast av einum ph.d
sáttmála frá 2005, sum
skuldi verða grundarlagið
undir sáttmálanum fyri
orðabókaverkætlanini.
Hetta kundi eg undir
ongum umstøðum góðtaka.
So varð farið undir at
snikka nýggj uppskot til
sáttmála, har Jógvan Elias
Winther Poulsen var
sakførari fyri Orðabóka
grunnin. Eg skilti ongan
tíð, hví henda sakførara
stova var við, tí Kári á
Rógvi er jú sjálvur løg
frøðingur, og hann hevur
sum tílíkur 2007 tugt og
tanlað 8 uppskot til, sum
hvørt hevur verið jánkas
ligari enn tað undanfarna.
Dømi: ph.d sáttmálin
skjeyt upp, at eg skuldi
skriva skúlaversjónina sum
magistari á 1. stigi við
viðbótum og eftirløn, so at
samlaða mánaðarlønin
gjørdist 28.032.00 kr.
Henda upphædd x 36 er so
1.009.175,76 kr. fyri
skúlaorðabókina. Eg kundi
ikki góðtaka hesa mánaðar
løn, tí eg hevði snevilin av,
at aðrar orðabøkur frá
Mentamálaráðnum (=
MMR) høvdu fingið heilt
aðrar upphæddir fyri líkn
andi arbeiði. Hesin illgrun
in skuldi vísa seg seinni at
vera sannur. Hetta verður
viðgjørt í seinni grein.
Síðan koma sáttmálaupp
skotini bóltandi høvd í
høvd við smærri broyt
ingum, tó soleiðis, sum
Kári á Rógvi alla tíðina
visti, at tey fóru ongantíð
at verða góðtikin av mær.
Míni argument vóru t.d. 1)
ph.dsáttmálauppskotið, 2)
Kári á Rógvi krógvaði seg
aftan fyri Mentamálaráðið,
sum jú hevur stuðlað
øðrum orðabókahandritum
100%, men mítt orðabóka
handrit kundi so ikki stuð
last undir somu treytum,
og sum frá líður 3) sátt
málin, sum skal undir
skrivast, hevði allatíðina
ein triðja part, Mentamála
ráðið, við, sum Kári á
Rógvi nýtti at skáka sær
undan sáttmálanum við, og
eg gjørdi vart við í við
merkingum til sáttmála
uppskotini, at eg ikki kundi
góðtaka, at ein triði partur
er umrøddur sum av
gerandi jokari, og at hann
framhaldandi var við í
sáttmálauppskotinum, og
Kári lætst sera blíður og
skrivar í telduposti t. 27.
mars 2007 09:28: ”Kæru
tit. Jú hetta sær bara væl
út. Vit skriva MMR burtur
úr og stramma upp.”
Mundi ikki ein og hvør
roknað við, at nú var hesin
triði partur burtur úr sátt
málanum. Men hvat stend
ur í nýggja sáttmálaupp
skotinum undir ”Stuðul til
útgávu § 5. Orðabóka
grunnurin hevur fingið
tilsagdan stuðul frá triðja
parti til útgávuna, og kann
siga sáttmálan upp, um
hesin stuðul óvæntað ikki
kemur grunninum í hendi.”
Og soleiðis heldur Kári á
Rógvi fram við løgfrøði
ligu snildum sínum, tí at
MMR og triðipartur er ein
og sami løgfrøðiligi persón
ur, og 4) tað allarringasta
nú hava partarnir mist alt
álit hvør á annan, tí undir
”Handrit og freist…” stend
ur nú: ”Um orðabóka
grunnurin ger av kortini
ikki at geva orðabókina út,
skal grunnurin handa
høvundanum handritið og
alt tilfarið, sum grunnurin
hevur móttikið frá
høvundanum, aftur.”
Harragud Kári á Rógvi,
heldur tú meg vera so
bláoygdan, at eg kann
ganga undir hesar treytir, tí
tú vildi jú hava bókina
teldutøka, og tað tekur
nøkur fá sekund at kopiera
sær nøkur eintøk av teldu
útgávuni, so látast sum, at
alt tilfarið er latið rit
høvundanum aftur. Nei, eg
veit fullvæl, hvør tín ætlan
var. Hevði tú fyrst eitt
eintak, so kundi ein av
tínum fylgisveinum farið
undir sama verk – fyri lítið
og lætt, og Orðabóka
grunnurin hevði havt
megnað eina allneyðuga
orðabók, sum hann ikki
hevur gjørt tað undir tíni
formanstíð. Og fyri at tað
ikki skal vera lygn, so var
Hjalmar Petersen settur
sum eftirlitsfólk av týsk
føroysku orðabókini, men
hann góðtók eg, tí honum
havi eg einki ímóti. Men
allar hinar orðabøkurnar
hava tær havt nakað góðs
kueftirlit, hví skal tann
týskføroyska orðabókin
hava serligar treytir?
Framhald
Míni royndir av Orðabókagrunninum við Kára á Rógvi sum formanni
Kári DaviDsen
Nýggja føroyska stjórnin
er komin til upptakið
eftir ein grundleggjandi
skeivan fíggjar- og
búskaparpolitikk, sum
sambands- og fólkaflokk-
urin nú støkka undan og
tváa uppí eina samgongu,
iðbert hevur havt góðar
tveir mánaðir at rudda
Tað nyttar lítið at gerast
firtin inn á ábyrgdarleysu
gerðirnar og útsagnirnar hjá
formonnunum í sambands
og fólkaflokkinum, nú eitt
uppskot til fíggjarlóg er
gjørt fyri 2008 – ið bert
kemur at galda í hálvt ár.
Hevði kortini eina lítla
vón um, at teir – ella um
ikki annað fjølmiðlarnir –
fóru at halda seg bert eitt
lítið sindur til sannleikan í
umrøðuni av fíggjarlóg,
støðuni í almenna húsar
haldinum og búskapinum
sum heild.
Men har fór eg skeivur.
Uttan nakað samvitskubit at
síggja til, sleppa formenn
inir í sambands og fólka
flokkinum nú í fjølmiðlun
um at geva nýggju føroysku
stjórnini skuldina fyri upp
takið av teirra egnu gerð
um. Neyvan finst eitt vask í
hesum landi, ið megnar at
bera so nógvari handatváan.
Beinagrindir í skápunum
Nú vit lótu skápini upp í
Fíggjarmálaráðnum fyri
tveimum mánaðum síðani,
duttu beinagrindirnar út í
hópatali – og enntá í størri
tali, enn vit høvdu roknað
við, hóast vit hava ávarað
staðiliga um gongdina
seinastu fýra árini.
Bara framskrivingarnar
av verandi virksemi og
kostnaðurin fyri tey upp
skot, ið sambands og
fólkaflokkurin samtyktu
beint upp undir løgtings
valið, geva eykaútreiðslur
uppá knapar 300 mió.
krónur. Var valið ikki út
skrivað, vóru rokningarnar
helst fleiri hundrað mió.
hægri.
Hartil hava vit staðfest
meirnýtslur í 2007 fyri
omanfyri 60 mió. krónur.
Broytingarnar í skatta
lættanum og nøkur nýggj
avgjøld, sum sambands og
fólkaflokkurin avtalaðu at
koma í gildi 1. januar
2008, men sum ikki vórðu
samtykt, elva til, at vit
missa aðrar 4050 mió.kr. á
inntøkusíðuni. Og har
afturat vaksa útreiðslurnar
til rentustuðul í stórum.
Við hesum fortreytum
hevur tað í veruleikanum
verið eitt torført tak at
røkka einum úrsliti, ið
gevur avlop uppá góðar
hálvthundrað milliónir
krónur.
Ongin fíggjarpolitikkur
førdur
Vit kunnu bert staðfesta, at
tá vit fóru úr Tinganesi í
2003 vóru kassarnir fullir
og meira enn 2 milliardir
spardar upp í Landsbanka
num og skuld niðurgoldin í
stórum. Tamarhald var á
fíggjar og búskaparpolit
ikkinum og kósin var løgd
til ein sjálvberandi búskap.
Avtalur vóru við kommun
urnar. Langtíðarætlan varð
gjørd fyri íløgur. Tamar
hald var á inflasjón og prís
vøkstri. Og stórt avlop á
bæði handils og
gjaldsjavna.
Nú vit koma aftur er
støðan hendan: Onki er
spart upp, men bara brúkt
av uppsparingini. Avtalur
við kommunurnar sleptar.
Ongin íløguætlan. Stórar
meirnýtslur í almenna
búskapinum. Metstórt hall
á handilsjavna – og helst
gjaldsjavna við. Inflasjón
og prísvøkstur.
Skattalættar og
blokkstuðul
Skattapolitikkurin hjá sam
bands og fólkaflokkinum
hevur elvt til hesa gongd,
umframt at ongar bygnað
arbroytingar ella nøkur
tiltøk yvirhøvur eru gjørd,
ið kunnu brynja samfelagið
til framtíðina.
Hetta hevur formaðurin í
Búskaparráðnum ritað í
stein herfyri. Trupulleikin
er, at alt ov nógvir pengar
eru sprændir út í nýtslu
samstundis – frá bæði
bankum, privatum og tí
almenna.
At sambandsflokkurin so
tosar um meira blokkstuð
ul, er burtur úr vón og viti.
Varð blokkstuðulin ikki
skorin, høvdu enn fleiri
pengar verið sprændir inn
og støðan enn truplari.
Ein undantaks-fíggjarlóg
Komin hálvt inn í fíggjar
árið, ber sjálvsagt ikki til at
fremja grundleggjandi
bygnaðarligar broytingar,
men tað arbeiðið er sjálv
sagt farið í gongd fyri
fíggjarlógina 2009.
Arbeiðið við hesi undan
taksfíggjarlóg hevur tí
havt tveir einfaldar
setningar:
At fáa tamarhald á
útreiðslunum, steðga
meirnýtsluni og tálma
ófíggjaðu samtyktunum frá
valárinum.
At seta í verk summar av
teimum politisku raðfest
ingum, sum nýggja sam
gongan hevur sett sær sum
greið mál.
Nýggjur politikkur hart
útvaldur
Nýggju tiltøkini á fíggjar
lógini hjá hesi samgonguni
eru avmarkað til áleið 23
mió. krónur, og tær fara
fyrst og fremst til útbúgv
ing, umhvørvi, útlendinga
mál, uttanríkismál og
stakar uppihaldarar.
Tað merkir sjálvsagt, at
tey, ið høvdu ynskt at sæð
øll tey stóru málini í sam
gonguskjalinum aftur í hesi
uppruddingarfíggjarlóg,
fara at koma við hvøssum
atfinningum.
Og tí skulu vit ikki renna
undan. Tað hevur verið
neyðugt at valt rættiliga
hart burturúr á hesi
fíggjarlógini.
Tildømis hava vit á
útbúgvingar, mentanar og
granskingarøkinum valt
hægri útbúgvingarnar á
Fróðskaparsetrinum
fremst, umframt fleiri
lærara og námsfrøðiles
andi, har allar kunnu byrja
í heyst. Meðan gransking
og mentan bert hava fingið
smávegis hækking – og
verða sett veruliga á
fíggjarlógina fyri 2009.
Stórar broytingar kortini
Hóast sera trupul val
orsakað av fíggjarligu
avbjóðingunum, so eru sera
grundleggjandi broytingar
og greið mál longu framd
hesar góðar tveir mánaðir,
nýggja stjórnin hevur sitið.
Bert fyri at nevna nøkur
mál, ið eru framd ella
partur av fíggjarlógini:
Stakir uppihaldara fáa
dupult barnaískoyti
Fleiri heilt nýggjar útbúgv
ingar byrja á Fróðskapar
setrinum (helst størsta
broyting innan hægri út
búgving í Føroyum)
Útlendingamálið fær
bráðfeingis loysn og verður
tikið heim
Tilboð til lesiveik í
fólkaskúlanum umframt
tilboð til børn við atferðar
trupulleikum
Barsilsskipanin betrað
Íløgur í millumbylgju
sendara (ligið á láni í
áravís)
Lóg um setanarbærv
fyri tímalønt
Tiltøk til at stimbra
íverksetan og útflutnings
frama
Nýggj bústaðartilboð til
sinnisveik
Samtykt um Marknagils
depil
Umhvørvistiltøk
Nýggjur tilfeingis
politikkur
Nógv størri avbjóðingar
fyri framman
Hetta eru tó kámar endur
speglingar av teimum
ætlanum og avbjóðingum
sum skulu loysast fyri
føroyska samfelagið kom
andi árini.
Orku og umhvørvis
politikkur; hækkandi
oljuprísurin; at gera okkum
leys av blokkstuðlinum; at
stovna Búskapargrunn;
føroysk stjórnarskipan og
rættartrygd; altjóða virkis
føri og handilsavtalur;
nýggir vinnumøguleikar;
verulig tiltøk fyri gransk
ing og mentan; størri
kommunur og útjavningar
skipan; ójavnarnir minkast
millum økini í landinum
og millum samfelagsbólk
ar; og langtíðar
íløguætlanir.
Tað eru tey málini, ið øll
orka skal setast til, nú
fyrsta uppruddingin er
fingin frá hondini.
Tað hevði sømt seg, at
allir flokkar fóru at taka
hesar avbjóðingar fremst,
heldur enn at renna undan
ábyrgdini fyri egnum
mistøkum.
Upptakið eftir ábyrgdarloysið krevur seriøsar broytingar
Høgni HoyDal