fríggjadagur 25. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 79 • 25. apríl 2008
Vikuskifti
íkomin? Hyggja vit at Danmark,
so var um hetta mundi eitt slag
av borgarfriði í landinum, ein
konsensus ella ein semja um at
lata tað vanliga flokspolitiska
keglið bíða, til teir stóru trupul
leikar, sum bardagin hevði við
sær, vóru av.
Í Føroyum var myndin ein heilt
onnur. Her var eingin borgarfriður.
Tingakrossur og Dimmalætting
keglaðust sum ongantíð fyrr,
samband og sjálvstýri stríddust,
næstan sum var eingin heims
bardagi, og fólk vóru hvønn dag
at kalla á gosi um onkra hending,
grein ella røðu.
Svarið er helst, at Føroyar vóru
ólíkar Danmark í tí, at her heima
vóru nakrir heilt grundleggjandi
tjóðskaparligir spurningar ikki
loystir. Aftrat tí kom, at tað ráð
andi valdið á tingi, sambandið,
um hetta mundið vísti ein so
stirvnan og stívrendan hugburð,
at hann, sæð í eftirtíðar ljósi,
var anakronistiskur. Høvuðs
trupulleikin var grein sjey,
sum ásetti, at annað mál enn
móðurmálið var kenslumál. Tann
næsti trupulleikin var, at tingið
bara hevði ráðgevandi vald, og at
tess formaður og sterkasti limur
ikki var fólkavaldur.
Nú kundi ein sjálvandi hugsað,
at tað mátti borið til, so leingi
bardagin vardi, at lagt hetta
stríð til viks. Sum heild mugu vit
staðfesta, at tað megnaðu hvørki
sambandið ella sjálvstýrið, og als
ikki menn sum Jóannes Patursson
ella Kristin í Geil.
Tann kaldi
rationalisturin
Ein av teimum kanska heilt
fáu, sum megnaðu at halda
sínum høvdi køldum, og sum
vístu sjálvstøðu til ikki at lurta
eftir Jóannesi Paturssoni, tá
hann sýntist at fara út um
skynsemisins mark, var Rasmus
á Háskúlanum. Hetta komst
sjálvsagt m.a. av, at hann sum
limur í vørunevndini hevði eina
víða og neyva vitan um hennara
arbeiði og um, hvat gjørt var
aftan fyri leiktjøldini bæði av
Rytter og tí donsku stjórnini til at
virka fyri sak føringa.
Hetta komst eisini av, at
Rasmus, sum gløggur rational
istur við analýtiskum gávum,
megnaði at skilja ímillum
dugnaliga embætisførslu og
stívrent tjóðskaparligt afturhald.
Hetta analýtiska innlit kemur m.a.
til sjóndar í hansara meting av
Rytters styrki og veikleikum:
Jeg har arbejdet meget sammen
med Amtmand Rytter, og jeg
maa sige, at i alle Ting, der
vedrører Handelsvæsen og den
Slags, anser jeg ham for en
Dygtighed, absolut, men overfor
aandelige Rørelser i det hele
taget og nationale Rørelser
i Særdeleshed er Amtmand
Rytter efter min Opfattelse ikke
alene uforstaaende, men han er
fuldkommen blind. Der mangler
noget i hans aandelige Habitus,
i, at han kan komme i Forhold til
den Slags. Det kan han ikke gøre
ved, men han er fuldkommen
blind, og hvad en Mand gør i
Blinde, er ganske tilfældigt.
Ein nútíðar eygleiðari hevur her
hug at steðga á og spyrja, um
ikki leikluturin hjá Rasmusi á
Háskúlanum í hesari sak hevur
ein relevans, sum røkkur út um
hansara tíð. Rasmus loyvdi sær í
eini vandafullari og viðkvæmari
støðu at brúka sítt høvd og hugsa
sjálvur, og hann hevði dirvi til,
hóast tað neyvan kann hava
verið lystiligt, at ganga beint
ímóti sjálvstýrisins høvuðkambi
og brúka sítt menniskjansliga
prerogativ til frígjørda støðu
takan.
Adressunnar vegur
Men aftur til Adressumálið. Tann
5. juli 1918 setti Landstingið eina
kommissión til at kanna alt málið.
Nevndin avhoyrdi ein hóp av
fólki, alt medleikarar í málinum,
og almannakunngjørdi 17 mánar
seinni eina frágreiðing, sum við
fylgiskjølum var stívar 900 síður.
Lat tað vera sagt alt fyri eitt, at
henda nevnd var ikki óheft, og at
hennara virki var partur av einum
donskum politiskum stríði, eini
ætlan at fella stjórnina hjá Zahle.
Vit skulu nú hyggja at tí
aspektinum av hesi adressugølu,
sum helst kom at rúgva mest
upp í avhoyringunum hjá
Landstingskommissiónini. Eitt
høvuðsuppáhald var nevniliga,
at adressumenninir við sínum
átaki høvdu framt ríkisskaðiligan
atburð. Tað, sum her taldi, var ikki
sjálvt innihaldið í adressuni, men
teir vegir hon bleiv send eftir,
mátin hon varð send uppá.
Í dag er kanska ikki lætt at
skilja, hvat hugtakið “landasvik”
merkti fyri níti árum síðani.
Í dag eru Føroyar landið ella
ríkið hjá føringum, og skal ein
brúka (tað hýpotetiska) hugtakið
“landasvik”, má tað skiljast
sum svik ímóti Føroyum. Men í
1917 var menningin fram ímóti
sjálvstýri komin so stutt, at tá
var landið ella ríkið Danmark,
og orðið “landasvik” bleiv fatað
sambært hesi hugsan.
Spurningurin var: Settu
adressumenninir seg í samband
við viðkomandi danskar
myndugleikar, áðrenn adressan
varð send, ella fóru teir, kanska
við beráddum huga, uttan um
danskar myndugleikar, tá teir
framdu sítt átak?
Ríkisskaðilig atferð
Niðurstøðan hjá Kommissiónini
var, at adressumenninir vóru
farnir uttan um teir relevantu
donsku myndugleikarnar, tá ið
adressan varð send, og at teir
sostatt høvdu framt ríkisskaðiliga
atferð.
Kommissiónin var ein politiskt
sett nevnd og ikki ein dómstólur,
og hon kundi tí ikki fella nakran
dóm í løgligari merking ella
áseta nakra revsing. Men við
síni niðurstøðu hefti hon ein
skemmandi blett á umdømið
hjá m.ø. Jóannesi Paturssoni
og skapti ein beiskleika millum
sjálvstýrisfólk, sum seint varð
gloymdur. Í sínum verki frá 1994
um adressumálið gevur Vagn
Wåhlin sum søgufrøðingur
niðurstøðuni hjá Kommissiónini
sín stuðul.
Men nú, stív tíggju ár seinni,
hevur tann føroyski søgufrøð
ingurin Hans Andrias Sølvará
eina ferð enn hugt at tilfarinum,
umframt at hann hevur tikið
nýggj skjøl, úr goymsluni hjá
Framburðsfelagnum, við í sína
meting. Sølvará kemur til ta
niðustøðu, at metingin hjá
Kommissiónini var skeiv. Jóannes
Patursson og Andrias Ziska fingu,
áðrenn adressan varð fjarritað,
brøv frá Edwardi Mortensen, har
hann m.a. skrivaði:
Eg havi talað bæði við Zahle og
uttanríkisministara Scavenius ...
og teir forstóðu tað natúrligasta
grundarlagið fyri tykkara gerð.
Scavenius ... ikki hevði nakað
ímóti at ein fólkaadressa varð
send til gesantin, sum tygum
skriva var ætlanin ... og at
hann so vildi geva gesantinum
instruksir.
Jóannes Patursson
reinsaður
Sostatt tykist tann nýggjasta
søgufrøðin, um vit halda okkum
til spurningin um ríkistrúskap,
sum hann tá varð fataður, at
hava reinsað eftirmælið og
umdømið hjá adressumonnunum.
Tað er ikki sørt skemtiligt at fáa
staðfest, at alt hetta rokið, allar
avhoyringarnar og kanningarnar,
sum eru bulurin í Fúlubók, øll
henda bæði nærsýnta, tápuliga
og pedantiska leitanin eftir einum
prógvi fyri, at Jóannes Patursson
var landasvíkjari, var ikki bara
mikil blástur um einki, men
ógrundaðar og nú endaliga aftur
vístar illgitingar.
Men adressugølan hevði eina
avleiðing aftrat. Hon førdi til
nakað, sum næstan minnir um
eitt paradigmuskifti í teimum
politisku og mentanarligu viður
skiftunum í okkara oyggjum í
tíðini um og aftan á krígslok, eitt
umskifti, sum styrkti ta føroysku
sjálvstýrisrørsluna, og sum gjørdi,
at tá tað langa talvið var liðugt
telvað, stóðu Jóannes Patursson
og hansara partamenn, og ikki
Rytter ella Andrass Samuelsen,
við frúnni. Hetta evni verður
viðgjørt í fjórðu og seinastu grein
um adressumálið.
asvik
Oluf Skaalum var blaðstjóri á Dimmalætting 1905-18
Jóannes Patursson varð lagdur undir at vísa
ríkisskaðiligan atburð. Hans Andrias Sølvará hevur tikið
grundina undan hesi skuldseting