Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 25. apríl 2008 17 Flaggdagin 25. apríl er árliga flaggdagskoyringin hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør. Flaggdagskoyringin hjá Føroya Ellisakførum hevur verið eitt afturvendandi til­ tak, síðan felagið varð stovn­ að í 1992. Í ár byrjar koyringin við at ellisakførini møtast á Shellstøðini við Ringvegin kl. 13, har tey verða sýnd fram, og Føroya Shell bjóða kaffi og køkur til tey vitj­ andi. Klokkan 14 verður koyrt gjøgnum býin og oman á Kongabrúnna, har ellisak­ førini verða sýnd fram, meðan flaggdagshaldið á Vaglinum fer fram. Eftir flaggdagshaldið verður aftur koyrt gjøgnum býin og Føroya Ellisakfør bjóðar kaffi og køkur til limir sínar í felagshølinum yviri við Strond. Føroya Eliisakfør hevur 160 limir. Flaggdagskoyring við ellisakførum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu og hjálptu okkum, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Kaj Tausen Hovi doyði og varð jarðaður. Stóra tøkk til skyldfólk og vinir fyri trúfastan stuðul og vitjan undir sjúkraleguni. Tøkk til starvsfólkið, á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, á Oyra-, Nøs- og hálsdeildini á LSH, og á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri stuðul og hjálpsemi. Tøkk til prestarnar Jónsvein Bech og Hera Joensen fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til sangarar, berarar og kirkjutænarar. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur og stóra tøkk til øll, sum hjálpu til við ervið. Hjartans tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað her á fold. Sólbjørg Súsanna, Johnni, Sissal, Barbara og Halla Sunnudagin 27. apríl verður Vernar Olsen á Toftum 60 ár. Vernar arbeiddi í 25 ár á Strandferðsluni, og inntil fyri ikki so langari tíð síðani starvaðist hann á Svanga­ skarði, har hann eitt nú var kokkur. Vernar er toftamaður. For­ eldrini vóru bæði av Toft­ um: Nanna fødd Olsen (1912­2007) og ættað oman av Regni og Vensel Fr. Olsen (1906­2004), nevndur Vensel í Køkinum. Tey bygdu undir Regninum og fingu átta børn: Julia Høj­ gaard (1932­2000), Nico­ lina Højgaard (1934), Julius (1936), John (1938­1991), Emma Hansen (1940), Jastr­ id Jóhansen (1943), Vernar (1948) og Rúna Olsen (1955). Øll búsettust á Toft­ um uttan Jastrid, sum býr á Strondum. 14 ára gamal fór Vernar í norðaru havn í Ravnstóroy at rógva út saman við svágr­ inum Esmari Højgaard. Vernar var í seks ár í Grøn­ landi við Esmari, og so var hann eitt ár við Emil í Gerðinum. Um vetrarnar var hann við línuskipum. Eitt nú við Brimnesi, Hans Olivuri Høj­ gaard, Columbusi, Jógvani Norði og Stapanum. Í eini tvey ár arbeiddi Vernar hjá Hanusi Lómstein í handlinum hjá Pidda. Handilin hevði Strandferðsl­ una, og tá ið Strandferðslan fór fyri seg sjálva, fór Vern­ ar at arbeiða har, og har var hann í eina fjórðingsøld. Síðani Tofta Ítróttarfelag fyrst í níti árunum bygdi húsini á Svangaskarði og fór at skipa fyri brúdleypum og øðrum veitslum, vóru boð ofta eftir Vernari, sum kokkaðist. Í 2001 fór Vernar at arbeiða á Svangaskarði, har hann eitt nú var kokkur í seks ár. Vernar hevur altíð havt lætt við at koma á tal við fólk, og ikki minst á Svangaskarði lærdi hann nógv fólk at kenna. Mamm­ an var tiltikin at siga frá, og tað liggur væl fyri hjá Vern­ ari at siga frá og at fortelja frá upplivingum og søgum. Síðani hann fór av Svangaskarði fyri einum stórum ári síðani, hevur Vernar verið kokkur við Eysturoyingi, og nú arbeiðir hann á landi. Í 1982 kom Vernar í bygdarráðið í Nes kommunu fyri Júst í Túni, sum var vorðin sjúkur. Vernar varð valdur á bygdarráðsvalinum í 1984 og sat fram til valið í 1988. Hann er limur í nevndini fyri Tofta Arbeiðs­ mannafelag og í nevndini fyri Landingarmiðstøðina. 10. mai í 1970 giftist Vernar Jancy fødd Hansen og ættað úr Skopun. Tey búgva uppi á Regni, og tey eiga fimm børn: Nanna (1971), Jacob Eli (1972), Jóhanna (1978),Venzel (1980) og Vanja (1990). Nanna býr niðri og Jacob Eli í Havn. Hini búgva á Toftum. Vernar eigur 10 abbabørn. Vernar hevur altíð havt stóran áhuga fyri seyði og seyðahaldi. Saman við børn­ unum og nú abbabørnunum er hann um seyðin, og hesa tíðina fegnast hann og tey um lombini, sum koma. Í mong ár hevur Vernar gingið á fjall í Saksun. Føðingardagurin verður hildin á Svangaskarði leyg­ arkvøldið 26. apríl kl. 19, har øll eru hjartaliga væl komin. Vernar Olsen 60 ár 80 ára føðingardagur Leygardagin 26. apríl verður Nicolina Jensen Beder 80 ár. Dagurin verður hildin í AB-húsinum frá kl. 11-15. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ára føðingardagur Tann 27. apríl verður Vernar Olsen 60 ár. Føðingardagurin verður hildin við vælkomst á Svangaskarði leygarkvøldið 26. apríl kl. 19.00. Prógv Tann 21. apríl 2008 hava Eilev Sivertsen, Klaksvík, og Eirik Midjord Hammer, Hvalba, staðið prógv sum civil- verkfrøðingar innan informatik við Danmarks Tekniske Universitet (DTU) í Lyngby. Brian Højgaard av Skála hevur á MARTEC í Frederiks- havn lokið prógv sum Bachelor of Technology Manage- ment and Maritim Engineering. Takkarkvøða Øllum tykkum, sum gjørdu mær 85 ára føðingardagin so hugnaligan og hátíðarligan, takki eg hjartaliga. Takk fyri vitjanir, heilsanir og gávur. Olga Vágslíð nøvn