Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 • 25. apríl 2008 Vikuskifti 17 mítt land Føroyar Føroyar mítt land Hjá teimum, sum kanska hvørki eru morgun- ella kvøldfólk, verður nú høvi til at hoyra tær sendingarnar í røðini »Føroyar mítt land«, sum hava verið sendar í vikuni. Tað verður í einari sending á Rás2 sunnudag klokkan 13, fyrstu ferð nú sunnudagin. Umrøðuevnini hesa vikuna hava verið: motorbátar í Klaksvík; yrkjarin, presturin og politikarin Fríðrikur Petersen; føroyski tjóðbúnin – hesa ferð um tumlahandskar og silvurið til kvinnubúnan; plantur til matna, lækningar, litgerðar og ídnaðar; og nú flaggdagur var fríggjadagin, eisini nakrar hugleiðingar um Merkið. Tey, sum løgdu sendingarnar til rættis hesa vikuna, vóru Marius Rein, Hanus Kamban, Nicolina Jensen Beder, Janus Mohr og Helena Samuelsen. Føroyar mítt land í næstu viku: 28/4 Marius Rein 29/4 Janus Mohr 30/4 Nicolina Jensen Beder 1/5 Kristi himmalferðardagur, tí eingin sending 2/5 A. Guttormur Djurhuus Hvønn gerandisdag kl. 8, kl. 9, kl. 22 og kl. 23, (týsdag tó 22.30) Íbúð – Jónas Broncksgøta 19-4, Tórshavn Íbúðin er í einari hædd á 48 fermetrar + 4 fermetrar hjallur / goymslurúm. Har er inngongd, durur / gongd, baðirúm, kamar og køkur / borðsstova / stova. Hartitl er hjallur og goymslurúm. Íbúðin liggur sera væl fyri í veðurgóðum og eldravinaligum umhvørvi mitt í býnum, har stutt er til alt. Prísuppskot : 1.200.000,00 Sethús – Undir Klakki 39, Klaksvík Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd uml. 180 fermetrar og ein kjallari við garagu á 60 fermetrar. Grundøkið er 507 fermetrar. Byggiár er 1987. Húsini eru betong upp til vindeygahædd, restin er timbur, hava plastikkvindeygu og aluminiumstak. Í ovastu hædd eru 3 kømur, 1 hjúnarrúm og wc. Í miðhæddini er durur, gongd, trappuuppgongd, baðirúm, køkur, brúggers/vaskirúm og vinkul-stova. Í niðastu hædd er innbygd garaga og fýrrúm/kjallararúm. Prísuppskot : 1.200.000,00