fríggjadagur 25. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 79 - 25. apríl 2008
Leygardagin 26. apríl, fyllir Nico
lina Beder fýrs. Hví eg skal skriva
henni eina føðingardagsheilsan
hongur soleiðis saman. Kona mín
Poula og yngra dóttir Nicolinu,
Unnur, hava kenst frá barnaárum
og tær eru vinkonur enn. Ganga í
bindiklubba, hittast til føðingar
dagar og taka enntá fjøll saman.
Gjøgnum Poulu er Unnur eisini
vorðin mín tannlækni. Mín tann
læknaskrekkur hevur lært meg, at
best er at standa væl í øgn við
tannlæknan og tí vóru ongar inn
vendingar sum so, tá íð áheitanin
kom at skriva nakrar reglur og frá
hvørjum skal verða ósagt.
Nú skulu tit ikki skilja tað
soleiðis, at tað er nøkur tung upp
gáva at skriva um Nicolinu. Okk
ara leiðir hava krossast nakrar
ferðir í lívinum, og hon er sjónlig,
har hon er og hoyrist eisini. Tú
sleppir ikki undan at leggja merki
til hana, er hon í nánd.
Nicolina er rættuliga mælsk.
Og tað hevur sjálvsagt sína orsøk,
sum tey fægstu gruna um. Her
kemur ein ábending, ið kanska er
ov varislig, her er allarhelst bein
leiðis orsøkin. . Elsti beiggin Ják
up Kass varð føddur í 1924, Hilm
ar í 1926, Nicolina í 1928, tvíburð
arnir Jóhan og Jóhanna í 1930,
Anna Bertha í 1932, Sólborg í
1934, Judith í 1935, Hans Jacob í
1937 og Ernst í 1939. Hetta vóru
børnini í Kass, og skuldi tú hoyr
ast, var neyðugt at rópa hart í so
stórum og tøttum barnaflokki. Og
hetta hevur sitið fast í Nicolinu til
denna dag. Er Nicolina í selskapi,
so er hon ótilvitað aftur í barnaár
unum í Kass, og har var neyðugt
at heva stemmuna, skuldi boð
skapurin fram.
Í Kass merkir lítil dalur, sigur
næst elsti bróður Nicolinu, Hilmar
Kass, tá íð eg fregnist eitt sindur
meira um stórusystrina, sum fyllir
áttati. Vit kennast frá tíðini á
Tingakrossi, eg sum ungur buldras
ligur journalistur og hann sum
royndur politikkari, skipari og sjó
mansskúlalærari. Kenni telefon
nummarið aftur, so skjótt eg síggi
tað í bókini. Nú eru 20 ár síðan eg
seinast var í slíkum ørindum.
Hilmar er 82 ár í dag, seyðamaður
um ein háls og rokast í lembing í
løtuni.
Har pápi bygdi var ein lítið
dalur og harav kemur navnið, sum
vit fingu okkum til eftirnavn.
Húsini hjá okkum vóru ikki
stór, meðan vit vóru smá. Tey
vóru 10 ganga 12 alin. Eins og í
dag, so fóru tey at vaksa um, tá íð
vit vóru tilreiðar at flyta út. Og
umframt okkum nógvu systkin,
so vóru eisini fleiri fólk, sum vóru
hjá okkum í longri tíð, serliga
eldri fólk. Men vit hugsaðu ikki
um, at tað var trongt, vit vóru ikki
von við annað, sigur hann.
Sum ung fór Nicolina út í heim.
Á háskula og hon arbeiddi í fleiri
ár á missiónshotellinum Hebron í
Keypmannahavn. Hon var eisini í
Noregi.
Hilmar heldur, at tað var háskúl
in, sum vakti rættuliga ansin hjá
Nicolinu fyri heimavirki. Ikki tí,
heima hjá okkum varð arbeitt við
virka ull, sum aðrastaðir í Føroyum,
men heldur ikki meira enn tað.
Og Nicolina hevur verið ein
stríðskvinna fyri føroyskum heima
virki, hevur gjørt stórt kanning
ararbeiði innan føroyskan klædna
búna og hjúklað fyri tí, sum loyst
varð úr lagdi. Landroykurin hongur
enn í minnunum hjá børnunum í
grannalagnum í Varðagøtu, tá íð
Nicolina í bestu árum fekst við at
garva seyðaskinn.
Gloym nú ikki Magnus svág,
minnir Hilmar meg á, tá íð vit
koma inn á báðar lívsfelagarnar
hjá Nicolinu.
Hon var í mong ár gift við
Magnus Jensen, tannlækna, ættað
ur úr Kvívík og saman settu tey
seg niður í Varðagøtu 26. í Havn
og har vuksu báðar døturnar, Unn
ur og Súsanna upp.
Mamma okkara, Súsanna, var
ættað úr Lamba, sigur Hilmar
Kass og leggur mær lag á familju
viðurskiftini.
Lamhaugeættina
fara vit ikki at viðgera her, tað er
ein ov stóru biti í eini føðingar
dagsheilsu. Man ikki onkur grein
ganga aftur til Mikkjal í Lamba
og longur aftur til feðgarnar Magn
us Heinason og Heina Havreka.
Bøkur eru skrivaðar um fínu
norsku móðir Magnusar, og tær
samsvara ikki við lokalu søguna í
Oyndarfirði, borin munn av
munni í øldir heilt aftur til hend
ingin fór fram Og hesar álítandi
røddir vilja vera við, at presturin
Heini Havreki skuldi eiga mæta
sonin við eini arbeiðsgentu í Garð
horni, og Magnus vaks upp sum
smádrongur í Oyndarfirði, sum
hálvføroyingur, íð nú er so
populert at vera, og hann spældi í
somu hyljum sum eg bara nakrar
fáar metrar frá mínum barnaheimi
á Marknagili.
Magnus Jensen doyði í 1987 og
eftir eina tíð sum einkja giftist
Nicolina við vágbinginum Erland
Beder, sum eisini var einkjumaður
og tey kendust vist nokk eisini frá
ungum árum, tað havi eg so hoyrt.
Hann er prestur, hevur virkað í
Danmark í mong ár og fram í móti
pensionistaldri flutti tey í Ónagerð.
Og nú kom broyting í har norðuri.
Her hevði spøkt í frið og náðum
síðan veldisdagar Guttorms í Múla
og undan tí eisini. Guttormur
sissaði spøkilsini, tá íð ringast stóð
til, og reysta røddin hjá Nicolinu
stygdi tey til fjalls fleiri hundrað ár
seinni. Nicolina hevur sítt heiðurs
pláss í mætu røðini av prestakonum,
sum hava hildið til í Ónagerði sam
an við eitt nú Beintu, Floru Heil
mann, Bodil Fossing, Ingu Beder,
Mariu hjá Jógvani bispi. Kvinnan í
Ónagerði í dag eitur Elsa Funding,
hon ikki er prestakona, hon er
prestur
Nicolina kann tykjast stokk kon
servativ, tá ið um átrúnað ræður.
Hon er vaksin upp í missión á
Strondum við dúgvuflaggi, streym
um av náði í brúsandi sangi, har av
hjarta verður heitt á tann alvalda,
um at senda vekingarond. Seinnu
árini og partvíst eisini sum presta
frúa, hevur hon mangan hevur hon
havt pennin á lofti og ilskast um at
onki var sum fyrr. Sum um tað
ikki var nóg gott fyrr. Og so kann
hon skifta heilt síðu og gerast
beinleiðis liberalistisk í kjakinum,
eitt nú tá íð málið um tey samkyndu
var frammi herfyri.
At halda fast við fedranna trúgv
liggur Nicolinu nær. Og tað fær
meg at hugsa um tvær fittar søgur
úr Elduvík, sum eisini snúgva seg
um klettfasta trúgv. Heini Nygaard
var ættaður av Breyt í Oyndarfirði
í móðurlegg. Vit vóru í slekt,
omma og hann vóru systkinnabørn.
Hann doyði seinastu í fimtiárunum
í farnu øld. Breytnaslagið er kent
fyri at verða arbeiðssamt, hava
gott minnið, hava lætta tungu og
tíverri eisini at bannast illa, tað
hongur við enn. Og soleiðis var
eisini við Heina Nygaard, sum
búði í Nýggjustovu í Elduvík.
Ein dagin kemur fuglfjarðar
prestur, sum var dani, ivrigur
missiónsprestur og kallaðist Har
emst til bygdar og hann fer í
Nýggjustovu. Teir sita og práta,
og knappliga setir prestur Heina
ein álvarsaman spurning soleiðis
heilt óvantað:
Sig mig Heine, tror de saa paa
Jesus?
Heini er eitt sindur ørkymlaður
av hesum løgna spurningi. Hugsar
við sær sjálvum, hvat er hetta fyri
nakað at spyrja hampafólk og svar
ar so aftur í besta Breytnastíli:
Fanin eigur hann, ið annað
trýr!
Svágur Nicolinu, Torkil Beder,
sáli, sum var prestur í Fuglafirði í
mong ár, helt til hjá Heina
Nygaard, tá íð hann var í Elduvík,
og teir vóru vinmenn. Torkil sitir
og fortelir Heina eina ógvuliga
syrgiliga søgu, um ein mann sum
møtti øllum lívsins mótgangi.
Hansara líðingar tóku ongan enda
og søgan um Job bliknaði í mun
til hesa. Tó Harrin er náðigur, og
at enda umvendist maðurin og
kom til persónliga trúgv, sum
brøðurnir plaga at taka til.
Heini situr viðfølandi og lurtar
eftir Torkil á komfýrhjørninum í
lága køkinum í Nýggjustovu.
Hann er ikki órørdur og hugsar
um hesa hjartaskerandi søgu og er
kanska ikki so øgiliga imponeraður
av sjálvari umvendingini. Og so
dettur av munni hans:
Fyrr var fanans, prestur, um
hann tá bleiv umvendur.
Góða Nicolina. Hetta var so ein
roynd, at fortelja tær á fýrs ára
degnum, at tú hevur stóran týdn
ing fyri fjøld av fólki. Og ynski
er, at dagarnir mugu koma til tín,
soleiðis sum teir altíð hava gjørt,
og at tíðin ikki gongur, men kem
ur soleiðis eitt sekund í senn,
hvørki meira ella minni. Og at tað
ikki koma fleiri sekund, enn júst
tey sum skulu koma.
Hjartaliga tillukku við degnum.
Dagurin verður hildin leygar
dagin í AB á Argjum millum 11
15. Tey, sum kundu hugsað sær at
glett Nicolinu og hennara hendan
dagin verða biðin um at møta
stundisliga, tí fótbólturin fer at
órógva húsið eftir nón..
Heilsan
Jústinus Leivsson Eidesgaard
justinus@post.olivant.fo
Nicolina Jensen Beder í Kass fyllir fýrs
Nicolina Beder Jensen
Hendan myndin er tikin, tá íð Sanna og Bartal í Kass á Strondum høvdu silvurbrúdleyp. Bartal var kendur skipari og verður serliga knýttur
til skipið Austerlitz, sum hann átti og førdi í mong ár. Skipið er uppkallað eftir tjekkiska býnum Austerlitz, har Napoleon tann 2. desember
1805 vann sín mest tiltikna sigur móti tí russiska zarinum og tí eysturríkska keisaranum. Systkinnaflokkurin í Kass hevur eisini sett síni
merki í føroyska søguna, tó í eitt sindur minni mátistokki enn Napoleon á evropeiska meginlandinum.
Fremra rað frá vinstru: Jákup, Hans Jákup, Sanna, Bartal, Ernst og Hilmar. Aftara rað frá vinstru: Sólborg, Anna Bertha, Jóhan, Jóhanna,
tey bæði eru tvíburðar, Nicolina, føðingardagsbarnið og Judith.
nøvn