Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 25. apríl 2008 19 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Ein av broytingunum, sum varð samtykt á aðalfundinum hjá RSF, er, at vinnandi báturin nú bert fær eitt stig meira enn næsti báturin Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um fleiri størri og smærri broytingar, sum vórðu framdar, tá Róðrar­ sambandið hevði aðalfund seinasta vikuskiftið. Sum tað framgongur av yvirskriftini, so er ein av hesum broytingum, at vinn­ arin av róðri nú bert fær eitt stig meira enn tvey’arin fyri sigurin. Soleiðis verða tað nú seks bátar, sum fáa stig fyri róðurin, eins og mun­ urin upp til fremsta bátin í nógvum førum verður stytt­ ri, tá stigini verða tald saman. Lættari til ólavsøku Hinar sjey broytingarnar, sum vórðu samtyktar, tykjast eisini allar hava til endamáls at betra um karmarnar hjá kappróðri­ num og at gera róðrarnar javnari, meira spennandi og meira áskoðaravinarligar. Eitt nú verður tað nú staðfest, at eftir at bátur er góðkendur av RSF, er als ikki loyvt at broyta hann. Eitt nú við at smalka ella skera í bekkir, soleiðis sum fleiri hava gjørt fyri at spara vekt. Eisini eru lógirnar broyttar, soleiðis at genta væl kann vera róðurskvinna á dreingjabáti og øvut. Dagfestingin, sum verður nýtt til aldursbýtið av rógvarum, verður nú 31. Januar ístaðan fyri 1. mai, og róðrarøkini skulu verða vinkulrøtt. Størstu ítøkiligu broyt­ ingarnar við sjálvum róðrinum er helst skipanin við gulum kortum. Har verður tað so, at hevur bátur eina ferð í kappróðrarárinum fingið gult kort, verður hetta hangandi. Tað vil siga, at tjóvstartar sami bátur aftur í róðrarárinum, fær hann beinleiðis reytt kort. Og tá missur báturin tvey stig, tá róðurin er av hendan dagin. Og kravið til dóm­ ararnar verður eisini hert, soleiðis at hesir nú skulu geva skrivliga frágreiðing, tá kort verða givin. Og so tað, at kravið fyri at taka lut á ólavsøku nú verður linkað. Nú er tað nóg mikið, um bátar hava tikið lut í tveimum róðrum á árinum, um teir eisini skulu sleppa at taka lut á ólavsøku. Vinnarin fær minni fyrimun Tjóvstartar skulu nú revsast harðari. Hevur bátur tjóvstartað eina ferð í róðrarárinum, ber næsti tjóvstarturin alt fyri eitt revsing við sær Havnargentan, sum hevur vart KÍ-málið seinnu árini, fer nú til Íslands at royna seg Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Umframt sessin í KÍ­ málinum hevur Randi eisini í fleiri ár verið fastur partur av føroyska kvinnulands­ liðnum, og fleiri ferðir er hon kosin sum ársins mál­ verji í føroysku kappingini. Tað varð hon eisini í fjør, og tá kundi hon staðfesta, at hennara vón avgjørt var at sleppa at royna fót­ bóltsevnini uttanlands. Ikki minst, tí íslendska Valur longu var frammi við einum fyrispurningi. Hetta eftir at felagið hevði spælt móti KÍ í UEFA Cup­kappngini fyri kvinnur. Randi var eisini og vandi við Vali longu í oktober, men hóast íslendska felagið fegið vildið hava Randi í hópin, so var tilboðið, sum tey komu við, ikki nóg gott. Nú er eftir øllum at døma vent í holuni. Randi fór í gjár til Íslands, og longu um vikuskiftið kann hon vera partur av liðnum hjá Vali. Randi kortini til Íslands Eftir øllum at døma kom Valur knappliga við einum betraðum tilboði, og í gjár setti Randi S. Wardum so kósina móti Íslandi Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 25.04 Víkingur-NSÍ Eiler Rasmussen 27.04 ÍF-KÍ Ransin Djurhuus 27.04 B36-EB/S Petur Reinert 27.04 B71-Skála Rúni Gaardbo 27.04 B68-HB Jens P. Brattalíð 1. deild 26.04 AB-Víkingur Høgni Hansen 26.04 TB-07 Vestur Jens Petur Brattalíð 26.04 KÍ-NSÍ Georg Rasmussen 26.04 B68-VB/S Jón K. Í Brekkuni 26.04 EB/S-HB Birgir Sondum 2. deild 27.04 AB-B36 Rói Jacobsen 27.04 MB-ÍF Poul Poulsen 27.04 Skála-Víkingur Ørvar Jacobsen 27.04 TB-Fram Royn 27.04 07 Vestur-KÍ Valdimar á Løgmansbø Kvinnur 27.04 Víkingur-VB/S Elsa Andreasen 27.04 AB-B36 Gunnar Eysturoy 27.04 Skála-KÍ Ørvar Jacobsen Dystaryvirlit