fríggjadagur 25. apríl 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 • 25. apríl 2008
Vikuskifti 19
Kundi tú hugsað tær á búð á bygd, men
tó tætt við Havnina, so er Leynar rætta
staðið til tín.
Í Leynum er gott og friðarligt at búgva –
og Havnin við øllum sínum møguleikum
er bert 20 minuttir frá.
Húsini kunnu nýtast sum eini vanlig set
hús ella til frítíðarhús. Húsini standa til
vinstru, tá tú koyrir niðan eftir brekkuni.
Húsini eru frá 1988 og eru í tveimum
hæddum, í alt 120 fermetrar. Grundøkið
er 501 fermetrar.
Tú sært alt fyri eitt, tá tú kemur inn í
húsini, at her býr ein familja, sum leggur
stóran dent á, at heimið er ljóst og
nýmótans og sera hugnaligt.
Húsini eru sera vælhildin og eru í
tveimum hæddum, umframt ein stórur
og góður bilskúrur. Í niðaru hæddini er
ein durur/gongd, baðirúm, grovkøkur,
køkur og stova í einum, eitt kamar og
klædnarúm. Í durinum eru flísar við hita
í. Køkurin er gjørdur av nýggjum og er
frá 2004. Frá grovkøkinum er útgongd til
bilskúrin.
Í ovaru hæddini er ein loftsstova, tvey
kømur og eitt wc. Ein vøkur trappa, hvít
við træ trinum, og sum fellur væl inn
í hugnaligu og ljósu stovuna í niðaru
hæddini, gongur upp til loftsstovuna.
Útsýnið er framúrskarandi og tú sært út
yvir Leynasand, Vágoy og Sandoy.
Tú fært meira at vita um húsini við at
ringja til Skyn á tlf. 357400 ella
www.skyn.fo
Ia[#(*,)%%ÕIgh\³iV&+Õlll#h`nc#[d
Fakta:
Adr.:
Ovari Vegur 33, Leynar
Byggiár:
1988
Hæddir:
2
Stødd innan: 120 fermetrar
Grundøkið:
501 fermetrar
Prísuppskot: Kr. 1.350.000
<d\]j\cVa^\hZi]hAZncjb