fríggjadagur 25. apríl 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 79 - 25. apríl 2008 ]
B36 selur hosurnar
B36 og Tryggingarfelagið Føroyar hava gjørt
stuðulsavtalu, har hosurnar verða nýttar sum lýsingapláss.
Um tað er fyri at tryggja móti brunasárum á knøunum,
verður einki sagt um, men í B36 halda tey, at hetta er ein
upplagdur møguleiki at geva lýsarum eitt serstakt pláss.
Ikki minst tí beinini aloftast eru við, tá myndir verða
tiknar. Eitt nú sum á myndini, har Klæmint Matras ger seg
til reiðar at skjóta brotsspark.
AaB fekk ein hvøkk
AaB tók enn eitt fet ímóti gullinum í superliguni, eftir at
liðið vann á Randers í gjárkvøldið. Men teir úr Aalborg
fingu ein hvøkk í seinna hálvleiki. Michael Jakobsen legði
AaB á odda 1-0 eftir 57 minuttir, men bert 10 minuttir seinni
fekk Randers brotsspark. Kenneth Møller Pedersen misnýtti
tó gylta møguleikan at javna. Eftir hetta fór gassið av
ballónini hjá Randers, og AaB økti upp í 3-0. Málini skutu
Jeppe Curth og Simon Bræmer. AaB liggur sjey stig
frammanfyri nummar 2 í superliguni. FCK megnaði heldur
ikki í kvøld at vinna, og eftir javnleikin ímóti AGF er FCK
dottið niður á fjórða pláss.
B71-Skála:
Nú skal
B71 vinna
Mótstøðan hevur
verið knallhørð,
men eftir bert
eitt stig í trimum
dystum eru
sandoyingarnir
noyddir at vinna, tá
Skála vitjar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
EB/Streymur, HB og
NSÍ verða mett sum tey
trý liðini, sum fara at
stríðast um gullið í ár. Tí
kundu sandoyingar neyv-
an ætla sær eina truplari
byrjan enn tað sama, og
tí er tað kanska eingin
vanlukka, at fyrstu dyst-
irnir bert hava kastað trý
stig av sær.
Hinvegin hevur tað ver-
ið høvuðsatvoldin til, at
B71 er at finna nær botn-
inum, og tað leggur trýst
á spælararnar, nú liðið
loksins sleppur at spæla
móti einum av teimum,
sum verður mett millum
veikaru liðini.
Skála hevur av fleiri
verið
mett
millum
fremstu dumpikandidat-
arnar, men við trimum
stigum hava teir higar til
hildið seg omanfyri strik-
una. Og tað er einki at
ivast í, at teir fara eftir at
ota seg longur upp á talv-
una, nú tað ikki eydnaðist
móti ÍF seinasta viku-
skiftið.
Kanska tydningarmesti
spælarin hjá Skála er
Pauli G. Hansen, og
spurningurin er so, um
hann hesa ferð er til
reiðar at byrja inni, eftir
at hann bæði móti KÍ og
Skála byrjaði dystin á
beinkinum.
Hjá B71 er Símin Han-
sen aftur leikbannaður,
eftir at hann fekk reytt
kort í 2-2 javnleikinum
hjá
B71
móti
EB/
Streymi.
Bæði B36 og EB/
Streymur halda stutt
tjóður í oddaliðnum.
Men tað krevur ein
sigur, um tann støðan
skal haldast um
vikuskiftið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast tey flestu mettu, at
B36 ikki veruliga fór at
gera um seg í oddinum í ár,
so er “nýggja” liðið enn
millum tey ovaru á stiga-
talvuni.
Gaman í hava teir fram-
vegis ikki verið uttan fyri
Gundadal, og tað skulu teir
heldur ikki hesaferð. Men
tjóðurið upp til grannarnar
er bert tvey stig, og tí er
umráðandi at vinna, um
munurin ikki skal økjast
Í mun til dystin seinasta
vikuskiftið, tá eitt skert
B36-lið við bit og slit basti
Víkingi, eru fleiri spælarar
nú tøkir aftur.
Klæmint Matras, sum
hevði leikbann, er til reiðar
at tørna útaftur, og tað sama
eru Hanus Thorleifsson og
Odmar Færø, sum báðir
hava drigist við skaðar. Ein-
asta fráveran er Ingi Høj-
sted, sum enn má bíða
nakrar vikur, áðrenn hann
aftur kann spæla.
- Ta er ein sera góður
stemningur í hópinum, og
eg haldi, at vit hava nakrar
typur, sum rigga væl sum
ein eind, og har allir stríðast
fyri hvørjum øðrum, sigur
Klæmint Matras, sum er
liðskipari hjá liðnum.
Og hann leggur afturat, at
hann als ikki er bilsin av, at
B36
hevur
staðið
seg
somikið væl higartil.
- Tað eru vit ikki. Tvørtur
ímóti, so haldi eg, at vit enn
ikki hava víst, hvør veru-
ligur dugur er í okkum.
Seinasta dyst spældu vit í
øllum førum ikki væl, men
alt í alt hevur tað kanska
slettis ikki sæð so galið út.
Og tá vit so eisini vinna,
hóast spælið ikki er av tí
besta, er tað væl eisini bara
ein styrkir, heldur hann.
Uttan skiparan
Hjá EB/Streymi er Egil á
Bø einasti spælarin, sum
ikki fær verið við. Liðskip-
arin fekk reytt kort, tá EB/
Streymur spældi á Sandi
seinasta
vikuskiftið,
og
hann verður tí millum
áskoðararnar í Gundadali.
Og hann ivast ikki í, at
hann er spentur undan dysti-
num.
- Bæði liðini hava í løtuni
sjey stig, og tann, sum fer
av vøllinum sum vinnari, er
í eini sera góðari støðu. Tap-
arin noyðist hinvegin at
stríðast nakað meira, so eg
vóni í øllum førum, at vit
fáa stigini við okkum, sigur
Egil á Bø.
Nøkrum
løttum
dysti
roknar hann tó ikki við.
- Tað sær út til, at B36
hóast alt verða rættiliga
drúgvir í ár. So talan er um
ein ógvuliga týdningarmikl-
ar dyst fyri okkara viðkom-
andi, sigur Egil á Bø.
Nógvu tey seinastu
árini hevur NSÍ havt
stak gott tak á, tá ið
teir í Runavík hava
spælt í Sarpugerði
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrsti dysturin í 4. umfari
verður longu í dag í Sarpu-
gerði. Tað hevur verið eitt
sindur av iva um, nær fyrsta
bríkslið verður. Onkrastaðni
hevur tað verið nevnt, at
dystarbyrjan skuldi verða
klokkan 15, men tað er ikki
rætt. Fyrsta bríkslið í oyggja-
uppgerðini millum Víking
og NSÍ verður klokkan 18.
NSÍ
spælararnir
skulu
ganga
flaggdagsskrúð-
gongu, áðrenn teir saman
við viðhaldsfólkunum fara
um Gøtueið.
Talan er sjálvsagt um
fyrstu uppgerðina í lands-
kappingini millum Víking
og NSÍ. Men harfyri ber til
at staðfesta, at NSÍ plagar
at standa seg væl í Sarpu-
gerði. Tølini siga, at síðsti
heimasigurin í Sarpugerði
ímóti NSÍ var í 2000, tá ið
GÍ vann 1-0.
Síðani hava tíggju dystir
verið spældir í Gøtu millum
GÍ og NSÍ. Fimm ferðir
hevur NSÍ vunnið, og fimm
ferðir hevur tað verið javnt.
Í fjør vann NSÍ báðar dyst-
irnar í Gøtu.
Hjá Víkingi eru allir tøkir
uttan álopsspælarin Adrian
Joensen. Orsakað av trupul-
leikum við lærkrikanum
var hann ikki við, tá ið Vík-
ingur tapti tepurt 2-1 í
Gundadali
ímóti
B36.
Adrian hevur ikki vant í
hesi vikuni, og hann verður
ikki við í dag.
Hjá NSÍ hevur tað í vik-
uni ikki staðið so væl til við
fólki, men tað verður rokn-
að við, at allir fara at vera
tøkir í kvøld. Óli Hansen
hevur verið burturstaddur
alla vikuna, men hann kom
til hús aftur seint í gjár-
kvøldið. Nenad Stankovic
hevur havt onkran smá-
snudd, sum hevur havt við
sær, at hann ikki hevur
verið førur fyri at venja við
fullari ferð, men eingin ivi
er um, at týdningarmikli
miðvallarin verður tøkur í
dag.
Einar Hansen hevur ikki
vant við fullari ferð, men
hann verður tøkur, og nú er
Øssur Dalbúð komin fyri
seg aftur, eftir at hann í
meiri enn tvær vikur hevur
verið plágaður av skaða í
knænum. Hann spældi ung-
lingadystin ímóti 07 Vestur
mikukvøldið á tamb.
B36-EB/Streymur:
Taparin missir takið
Víkingur-NSÍ:
Langt millum heimasigrarnar
Bæði B36 og EB/Streymur
hava verið við til at mynda
oddin av føroyskum fótbólti
seinastu tvey árini. Dysturin
sunnudagin fer helst at geva
eina greiða ábending um,
hvussu styrkin á liðunum er
í ár