fríggjadagur 25. apríl 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 • 25. apríl 2008
Vikuskifti
20
Á Biskupsstøðgøtu 6 í Klaksvík
standa maður og kona í kjall
aranum og egna til næstu setu.
Tað eru hjúnini, Henny og Óli
Karl Olsen, sum hevur verið
útróðrarmaður burtur av síðan
tíðliga í nítiárunum.
Øll árini hava tey bæði verið
saman um útróðurin. Hon hevur
hjálpt manninum við egningini, og
hann hevur hjálpt henni heima við
hús, tá øll línan er egnd og ikki er
loysandi fyri veður.
Gágguna, sum tey serliga egna
um veturin fyri at fáa meira av
fiski við toskaskræðu, sum eisini
gevur betri prís, fiskar Óli Karl
sjálvur. Hetta ger hann, tá ikki er
farandi til útróðrar.
Óli Karl er altíð einsamallur á
báti.
Tá Sosialurin í gjár setti seg
í samband við hjúnini, var tað
Henny, sum tók telefonina.
Maðurin var á útróðri í gjár
og fyrradagin, men hesir túrarnir
royndust einki serligt. Annan
dagin fekk hann 700 pund á 11
línum og hin 540 pund á 10 línum.
Veiðan var at kalla bara hýsa.
Onkur hendinga toskur var uppi í.
Henny sigur, at fiskiskapurin
hjá útróðrarbátunum er slakur í
løtuni, og hetta hevur eisini verið
vánalig tíð, til hýsan tekur seg
nærri landi aftur.
Ein dagur, sum gevur 50 pund
á stampin, er brúkiligur hesa
tíðina av árinum, tá tú egnir
línuna sjálv/ur, og maðurin veiðir
meginpartin av agninum sjálvur,
leggur hon aftrat.
Útróðrarbáturin hjá Óla Karl,
sum ber navnið á konuni – Henny
ein 32 fót scaniaplast, bygdur í
Esbjerg.
Allir bátarnir, sum vit hava
havt, hava kallast Henny. Eg
segði í sínari tíð, at mær hevði
dámað betur, at bátarnir bóru
okkurt av staðarnøvnunum á
Eiði, haðani eg eri ættað, men
maðurin hevur hildið upp á mítt
navn, sigur hon brosandi.
Henny er annars útbúgvin hár
frýðkanarkvinna, og tá tey bygdu
sær húsini á Biskupsstøðgøtu í
Klaksvík í 1982, var ætlanin, at
hølini í kjallaranum, har tey bæði
standa og egna, skuldu vera
hárfrýðkanarstova.
So, vit kunnu siga, at ætlaða
hárfrýðkanarstovan gjørdist
okkara egningarskúrur, sigur hon.
Longu áðrenn Óli Karl fór
undir útróður burtur av tíðliga í
nítiárunum, hevði hann bát, og
soleiðis hevur hesin parturin
av kjallaranum verið teirra
egningarskúrur heilt síðan
einaferð í áttatiárunum.
Óli Karl, sum nú kemur í
telefonina, sigur, at hann fyrst
hevði eitt 10mannafar, og síðan
keypti hann sær ein 26 fót stóran
grimsøybát, sum Brøður Petersen
í Fuglafirði umboðaðu. Tað var í
1995, at hann keypti 32 fót stóra
scaniabátin, sum er bygdur í
Esbjerg, og hendan bátin hevur
hann framvegis.
Tey fyrstu árini eftir 1985
róði eg bara út í frítíðini og í
vikuskiftinum, og soleiðis var
heilt fram til fyrst í nítiárunum, tá
eg gavst at arbeiða uppi á landi
og burtur av legði meg eftir at
rógva út.
Hann minnist aftur á vánaligu
fiskiárini tíðliga í nítiárunum,
sum royndust illa. Men, sum árini
gingu, kom fiskurin aftur, og eftir
miðskeiðis í nítiárunum var góður
útróður.
Síðan hevur útróðurin verið
hampiligur og hampiliga góður
summi ár, til fiskiskapurin nú
aftur er minkaður seinastu árini.
Fiskifrøðingar siga, at toskurin er
so illa fyri. Tað er hann kanska,
men nú samlaða toskaveiðan
nærkast tí minimala, er líkt til,
at toskurin mennist aftur. Í løtuni
stúri eg meira fyri hýsuni enn
toskinum, sigur útróðrarmaðurin.
Óli Karl og Henny hava verið
gift í 27 ár. Tey eiga tvær gentur
og tveir dreingir. Børnini hava ikki
somu áhugamál sum foreldrini
og hava tískil heldur ikki luttikið í
egning og útróðri.
Tað ger einki, um áhugamálini
ikki eru tey somu, men børnini
hava so ongantíð skammast
yvir, at vit bæði hava fingist við
egning í kjallaranum og útróður,
sigur Henny.
Hóast hjúnini hava fingist við
egning og útróður burtur av síðan
tíðliga í nítiárunum, veit Óli Karl
eisini, hvat tað er at arbeiða í
fiskivinnuni á landi.
Tá eg fór úr 9. flokki í 1970
– ella 1971 – fór eg at arbeiða
á Dávavirkinum. Frammanundan
hevði eg verið við til at landað
onkran av Seglhúsbátunum í
frítíðini, eins og mær dámdi væl
at vera á báti saman við pápa
mínum, sum altíð hevði bát.
Eftir at hava arbeitt eitt skifti
á Dávavirkinum, fór Óli Karl at
arbeiða á Kósini, har John Høj tá
var stjóri.
Eg og sonur John, Jógvan Høj,
vóru vinmenn, og tá ið Jógvan
í 1973 fór yvir til Stavanger á
hermetikskúla, fór eg við. Skúlin,
sum serliga fevndi um teori og
praksis í sambandi við ymiskan
blikkamat, vardi í eitt ár. Vit
høvdu nógv at gera á skúlanum,
men komu báðir heimaftur við
rímiliga góðum prógvi í 1974.
Óli Karl sigur, at John Høj hevði
sjálvur verið á hesum skúla í
Noregi í 1965.
Heimaftur komin fór Óli Karl
aftur á Kósina eitt skifti, og hað
ani á Føroya Fiskasølu, har hann
ferðaðist kring landið saman við
eitt nú Egili Toftegaard at hava
eftirlit við, hvussu serliga flak og
saltfiskur var til dygdar á føroysku
fiskavikjunum.
Meðan eg arbeiddi hjá Føroya
Fiskasølu, bleiv eg spurdur, um
eg vildi fara til Grønlands at hava
eftirlit við rækjum, men tá takkaði
eg nei og gavst á Fiskasøluni.
Nú bar leiðin aftur á Kósina,
har Óli Karl gjørdist arbeiðsfor
maður saman við Óla Volles í
fleiri ár.
At enda eru vit komin til tíðina
tíðliga í nítiárunum, tá hann sigur
seg úr starvi á Kósini og burtur av
leggur seg eftir at rógva út – við
konu síni í »skúrinum«.
Flestu árini havi eg róð við
línu. Okkurt árið royndi eg við
snellu, men seinastu fimm árini
havi eg ikki nortið snelluna. Aftrat
okkum báður – mær og konuni
– hava vit ein pensjónist, sum
plagar at taka eina hond í við
egningini. Annars hava eg og
Henny verið einsamøll um hetta
virksemið, sum hevur verið okkara
livibreyð øll hesi árini, sigur Óli
Karl.
Hann dylir ikki, at soleiðis, sum
gongdin hevur verið við útróðri,
har fiskiskapurin hevur verið
skiftandi, hevði hetta slett ikki
borið til, um tey bæði ikki vóru
saman um uppgávuna.
Eg havi mangan hugsað um
at givist við útróðrinum, og tað
geri eg eisini nú, men nú fáa vit
at síggja, um nøkur hýsa verður at
fáa, tá summarið kemur, sigur Óli
Karl Olsen, útróðrarmaður.
Frisørsalongin gjørdist
teirra egningaskúrur
- Allir bátarnir, sum vit hava havt, hava kallast Henny eftir mær. Eg segði í sínari
tíð, at mær hevði dámað betur, at bátarnir bóru okkurt av staðarnøvnunum á
Eiði, haðani eg eri ættað, men maðurin hevur hildið upp á mítt navn, sigur Henny
Olsen, kona Óla Karl Olsen, útróðrarmann
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Útróður hevur verið teirra livibreyð
burtur av síðan tíðliga í nitiárunum.
– Hetta hevði slett ikki borið til, um
vit bæði ikki vóru saman um arbeiði,
sigur Óli Karl Olsen, sum hevur konu
sína Henny við sína lið
Mynd: Vilmund Jacobsen