Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 79 - 25. apríl 2008 ] Fuglfirðingur umvældur Eftir stóra umvæling, verður 10-mannafarið Fuglfirðingur flotaður í dag kl 17, t.v.s. aftaná flaggdagshaldið kl 16. Báturin er ikki mannaður enn, men áhugið er at manna bátin, verður sagt úr felagnum. Og verður skipað fyri oldboys-róðuri fyri 10- mannafør á onkrari stevnu, fer heilt víst ikki at standa á at manna bátin. Fuglfirðingur er bygdur í 1961 av kenda bátabyggarinum Niclas í Koltri, og hetta er ein av teimun fáu kappróðrabátunum, sum eru eftir frá hansara hond. Báturin róði sín fyrsta róður 1962. Fuglfirðingur var Føroyameistari í 1967 og í 1968. Báturin hevur ikki luttikið í kappróðri síðan seinast í 70’unum ella fyrst í 80’unum. Í samband við dagin hevur ÌF-Kappróður opið neyst fyri almenninginum. Manchester United fjepparar hittast á REX leygardagin Manchester United fjepparar í Føroyum hittast til tann stórdystin í Premier League, sum verður millum Chelsea og Manchester United, leygardagin kl. 12.45. Tiltakið á REX byrjar klokkan 12. United- fjepparnir hittast aftur týskvøldið klokkan 19 á sama stað. Tá verður talan um seinnu hálvfinaluna í Champions League-kappingini, sum verður leikt á Old Trafford, og sum verður millum Manchester United og FC Barcelona. Hóast kappingin framvegis er rættuliga ung, kennist tað sum lagnuløta, tá ið ÍF sunnudagin fer at fáa vitjan av KÍ Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tað higartil bara eru spæld trý umfør, so er tað ikki sørt, at tað undan fjórða umfari kennist sum lagnu- løta, tá ið ÍF sunnudagin fer at fáa vitjan av KÍ. Fótbóltslagið í Fuglafirði er heilt gott. ÍF hevur burtur úr trimum teimum fyrstu umførunum vunnið seks stig. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti klaksvíkingum, so verður vegurin til málið, sum hjá fuglfirðingum undan kapp- ingarbyrjan var at varðveita plássið í deildini, bara 9-10 stig. Og tað fer ikki at hava minni týdning, at fjarstøðan til KÍ kann økjast til níggju stig. Tá ið ÍF fyri viku síðani á heimavølli vann oyggjaupp- gerðina ímóti Skála, sat Sasa Jovanovic skaddur uttanfyri. Hann hevur havt trupulleikar við lærkrika- num, men nú er Sasa tøkur aftur. Hann vandi hóskvøld- ið fyri fyrstu ferð í hesu vik- uni. Bartal Eliasen hevur und- ir venjing í hesi vikuni havt trupulleikar í fótinum, men hann verður heilt víst við ímóti KÍ. David Jones bíðar framvegis eftir at fáa loyvini upp á pláss. Tískil verður tað aftur hesa ferð Roy Róin, sum fer at hava ábyrgdina á beinkinum. Men tað halda fuglfirðingar ikki vera nakran bága. Tað hevur higartil gingið sum eftir ánni hjá Roy! Í Klaksvík er fótbóltslagið einki serligt. Tað er fram- vegis blankt á støðutalvuni, og tap hetta vikuskiftið fer at bera kreppulíknandi støðu við sær. Eftir avrikið ímóti HB siga teir seg kortini vónað – um hugburðurin verður tann sami – at tað skal eydn- ast at vinna ímóti ÍF. Sam- mett við ímóti HB er álops- spælarin Rodrigo við aftur eftir leikbann. Bjarni Jørg- ensen er langtíðarskaddur, og Harley Bertholdsen er orsaka av vøddaskaða ikki førur fyri at spæla. Jan Andreasen venur nú við fullari ferð. Hann var á beinkinum ímóti HB, og tað verður hann ivaleyst eis- ini hesa ferð. Unglingaspælararnir Álv- ur F. Christiansen, John Hammer og Eli Simonsen, sum seinast hevði sentralan miðvallar leiklut, verða allir í KÍ hópinum í Fuglafirði. Venjarin hjá odda­ liðnum heldur ikki nakra orsøk vera at taka nakað fyri givið, nú oddaliðið fer at vitja botnliðið Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eftir trý umfør hevur HB fulla úrtøku. Eftir trý umfør hevur B68 framvegis einki stig fingið burturúr. Tað kundi boðað frá stórum muni, men tað vil HB venj- arin, Rúni Nolsøe, ikki hoyra talan um: - Eg sá B68 síðsta leyg- ardag spæla á Svangaskarði ímóti NSÍ. Hóast NSÍ vann 2-0, so beit B68 væl frá sær, og eg vil staðiliga undirstrikað, at eg á ongan hátt síggi hetta vera av- greiðsluspurning, og tað rokni eg avgjørt ikki við, at spælararnir fara at gera, sigur Rúni Nolsøe, sum í fjør hevði ábyrgdina, tá ið B68 vann næstfremstu deildina og flutti upp, og um nú er venjari hjá oddalið- num HB. Marcin David var eymur í fótinum í síðstu viku, tá ið hann ikki vandi. Hann hev- ur heldur ikki verið til venj- ingar í hesi vikuni, og tí verður tað aftur hesa ferð Tróndur Vatnhamar, sum fer at verja HB málið. Hans á Lag var orsaka av eymum knæi ikki við í Klaksvík. Andrew av Fløtum hevur havt trupulleikar síðani túrin í Klaksvík, men hós- kvøldið vandi hann aftur, og hann verður heilt víst við ímóti B68. Hjá B68 noyddist álops- spælarin Jacob Bymar at taka seg burturúr longu mið- skeiðis í 1. hálvleiki ímóti NSÍ. Hesa vikuna hevur Súni Fríði Barbá vant meiri, og tað er ikki heilt óhugs- andi, at hann verður partur av besta liðnum hesa ferð. Súni Fríði hevur higartil í ár hildið seg til næstbesta liðið, sum hann hevur venj- araábyrgd av. Badera og Jóhan Petur Poulsen hjá B68 eru fram- vegis langtíðarskaddir. Í B68 leingjast teir eftir at fáa stig á kontina. Teir halda kortini ikki, at støðan er vónleys eftir trý tey fyrstu umførini, tí B68 hev- ur higartil hitt Víking og EB/Streym á útivølli og NSÍ á heimavølli. - Men liðini frammanfyri skulu helst ikki fara ov langt frá okkum, og tí er tað týdningarmikið, at vit fáa stig, bæði hesa ferð og tá ið vit mikukvøldið fara at spæla á Skála og annan sunnudag fara at fáa vitjan av KÍ, siga teir á Svanga- skarði. B68-HB: HB tekur uppgávuna í álvara Talan er um sanna lyklauppgerð í Fuglafirði. Heimaliðið kann longu nú vinna seg heilt úr niðurflytingarvanda, men KÍ hevur illa ráð at tapa eina ferð afturat Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 3 3 - 0 - 0 13 2 11 9 2 EB/S 3 2 - 1 - 0 9 3 6 7 3 B36 3 2 - 1 - 0 7 2 5 7 4 NSÍ 3 2 - 1 - 0 5 2 3 7 5 ÍF 3 2 - 0 - 1 2 4 -2 6 6 Víkingur 3 1 - 0 - 2 5 4 1 3 7 Skála 3 1 - 0 - 2 3 10 -7 3 8 B71 3 0 - 1 - 2 3 7 -4 1 9 KÍ 3 0 - 0 - 3 2 8 -6 0 10 B68 3 0 - 0 - 3 2 9 -7 0 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 TB 3 3 - 0 - 0 16 0 16 9 2 VB/S 2 2 - 0 - 0 12 3 9 6 3 07 Vestur 2 2 - 0 - 0 10 5 5 6 4 Víkingur 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 5 AB 2 1 - 0 - 1 10 4 6 3 6 HB 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 7 B68 2 0 - 0 - 2 1 5 -4 0 8 NSÍ 2 0 - 0 - 2 3 10 -7 0 9 KÍ 2 0 - 0 - 2 2 14 -12 0 10 EB/S 2 0 - 0 - 2 0 14 -14 0 ÍF-KÍ: Kroystir klaksvík­ ingar til Fuglafjarðar