Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nr. 79 • 25. apríl 2008 Aldrig mere fri eftir Sara Blædel er ein kvinnu­ klók kvinnu­ krimi, sum held­ ur seg til sakina heldur enn til kvinnusakirnar Krimi Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Við bókini Aldrig mere fri er danska Sara Blædel nú farin upp í langu gonguna av kvinnuligum krimihøvundum. Og beinleiðis orginala kann man neyvan heldur kalla bókina, sum snýr seg um kvinnuhandil. Kortini fær bókin framúr góð ummæli hesar dagarnar, samstundis sum lesarar hava kosið Blædel sum sín yndishøvund í kapping hjá Bog og Idé. Frástøða Bókin byrjar við at ein skøkja verður funnin skorin á háls. Inn kemur løgreglukvinnan Lousie Rick, ið skal uppklára morðið. Eisini kemur vinkonan hjá Lousie, blaðkvinnan Camilla Lind, upp í leikin, tá hon skal skriva um málið á Morgunavísini. Um somu tíð verður eitt pinkubarn funnið í eini kirkju, og vísir hetta seg eisini at hava eitthvørt við morðið at gera. Sum frá líður verða tilburðirnir flættaðir saman við eirindaleysa skøkjuumhvørvið í Keypmanna- havn við træðrum til Balkan, har kvinnur verða keyptar og seldar, brúktar og misbrúktar í einum díki av kúgan, harðskapi, tvingsli og drápum. Lítil ivi er um, at vreiðin hjá høvundanum er ein týðandi drív- megi í frásøgnini. Kortini megnar hon at halda eina frástøðu til evnið, so søgan sleppur at halda fram stillisliga og tølandi. Tyngdin í bókini liggur á sjálvum arbeiði- num við at uppklára morðið, heldur enn á privatlívinum hjá høvuðspersóninum, sum vit so ofta í sígga í hesum sonevndu femi-krimisøgunum. Serliga hava kvinnuligu svensku høvundarnir innan hesa sjangruna fingið av grovfílini fyri at fylla sínar bøkur við onkisigandi gerandistvassi og trupulleikum við børnum og makum. Kvinnuklók bók Tí er fremsti krimiummælarin á Politiken, Bo Tao Michaëlis, eisini serliga fegin um Aldrig mere fri, sum hann metir vera avgjørt bestu bókina hjá Sara Blædel higartil. Hóast hann sigur seg hava lisið á leið 117 bøkur um kvinnuhandil, og kennir seg noyddan at góðtaka, at femikrimisøgur eru fullar av kvinnupráti, heldur hann bókina hjá Blædel skara framúr. Serliga er hann hugtikin av frá- søgurøddini, sum ongantíð verður stúrin, hysterisk ella grenjut, men bara er kvinnuklók, sum hann tekur til, og heldur seg til evnið allan vegin ígjøgnum. Sonur høvundan Nabokov, sum skrivaði umstríddu bókina Lolita, hóttir nú við at brenna eitt líknandi handrit, sum pápin lat eftir seg Handrit Anna V. Ellingsgaard Meir enn 50 ár eftir at hon kom út á fyrsta sinni, skapar umstrídda bókin Lolita eftir russiska høv- undan Vladimir Nabokov nú aftur øsing. Sonur Nabokov hóttir nú nevniliga við at brenna eitt handrit, ið pápin lat eftir seg, tá hann doyði í 1977. Sambært bókmentafrøðingum eru orsøkir til at halda, at hand- ritið møguliga er eitt framhald ella ein onnur útgáva av bókini Lolita, ið hevur øst lesarar kring allan heim, síðani hon kom út í 1955. Bókin snýr seg í stuttum um ein mann um miðjan aldur, sum verður kynsliga tráðsettur av eini 12 ára gamlari smágentu. Eftir at hava verið bæði bann- að og løgd undir hatur, gjørdist bókin seinni ein av stóru heims- klassikaranum. Í eini bankaboks Tá Nabokov doyði, lat hann eftir seg eitt testamenti, ið gav greið boð um at brenna handritið, hann var í ferð við at skriva, um hann ikki náddi at fáa tað liðugt. Kona Nabokov fekk seg kortini ikki til at brenna tær á leið 30 tættskrivaðu síðurnar, og lat tær í staðin læsa inni í eini boks í einum banka í Sveis. Har hava tær so ligið til nú, ið einasti sonur Nabokov, ið er eftir á lívi, skal taka støðu til, hvat skal henda við teimum. Hann vísir á, at pápin var perfektionistur og aldrin hevði gingið við til at geva nakað út, ið ikki er fínpussað niður í minsta smálut. Hinvegin heldur hann seg skylda lesararum at kenna sonnu søguna um Lolita, sum kanska, kanska ikki fjalir seg í bankaboksini í Sveis ... Kvinnuklók krimi Fær Lolita eina systur? Hóast vreiðin ivaleyst er ein drívmegi hjá Sara Blædel, megnar hon at halda eina hóskandi frástøðu til evnið kvinnu- handil, í nýggju bókini »Aldrig mere fri« Kanska goymir sanna søgan um ”Lolita” seg í eini bankaboks í Sveis, gruna bókmentafrøðingar.