fríggjadagur 25. apríl 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 79 - 25. apríl 2008
Norður-
korea hjálpt
sýrum
Amerikanska fregnartæn
astan CIA sigur seg hava
prógv fyri, at myndug
leikarnir í Norðurkorea
hava hjálpt Sýrialandi
við at útvega sær møgu
leikar fyri at gera kjarn
orkuvápn. Ísraelsk flog
før søktu at einum máli í
Sýrialandi í septembur
fjør, men hvørki ísraels
menn ella amerikanarar
hava viljað sagt, hvat
sjálvt álopsmálið var.
Men sambært CIA var
talan um ein bygning,
sum skuldi hýsa kjarn
orkuútbúnaði.
Tað
avsannar sýriski sendi
harrin í USA. Hann sigur
við CNN, at sýrar hava
ikki gjørt nakra roynd at
útvega sær kjarnorkuvápn
ella møguleikarnar at
framleiða slík vápn.
Indiana
fingið
týdning
Vanliga plagar tað ikki at
hava so stóran týdning,
hvat teir demokratisku
veljararnir í amerikanska
statinum Indiana halda
um tey, sum royna at ger
ast forsetavalevni floksins,
tí vanliga er alt avgjørt,
áðrenn staturin stendur
fyri tørni. Men soleiðis er
ikki hesaferð. Enn veit
eingin, um tað verður Bar
rack Obama ella Hillary
Clinton,
sum
verður
valevni, og nú skulu teir
demokratisku veljararnir í
Indiana so siga, hvønn teir
vilja hava.
Bæði Barrack Obama
og Hillary Clinton leggja
stóran dent á at vinna í
Indiana, og tey fóru und
ir valstríðið har longu
beint eftir valið í Penn
sylvania fyrr í vikuni.
Valið í Indiana snýr seg
um 72 valmenn til tann
endaliga
uppstillingar
fundin hjá demokratun
um í august.
Alnetsarbeiði til føroyingar
Stór altjóða fyritøka við høvðussæti í USA søkir eftir føroyskum
starvsfólki at arbeiða á alnetinum. Vit kenna til at góðska fisk, men nú
skulu føroyingar eisini góðska alnetið. Í hesum døgum søkir altjóða
fyritøkan Lionbridge eftir alnetargóðskumetara, sum skal duga føroyskt.
Nýggja starvsfólkið skal sita heima í Føroyum og kanna góðskuna á
leitimaskium á alnetinum. Fyri virkir og feløg hevur tað týdning, at tey
koma fram á skermin, tá fólk leita eftir ávísum vørum og tænastum, og tí
gjalda virkir fyri at kanna leitugóðskuna á alnetinum. Fyritøkan
Lionbridge bjóðar tænastur innan bæði alnetsgóðsking og
umsetingarskipanir, og hevur stórar kundar sum Google, Microsoft og
Motorola.
- Teir undanfarnu
festivalarnir hava
verið góðir, men
hesin verður tann
besti, sigur ein av
stigtakarunum til
ársins Fjarðafestival,
Eyðun Jacobsen
Tónleikur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Í Skálafirði: Seinastu tvey
árini hava tey gospelhugaðu
havt ein serstakan møgu
leika at lurta eftir hesum
slagnum av tónleiki.
Tað byrjaði í 2006 og
varð endurtikið í august
mánaði í fjør, tá Fjarðafesti
valurin bjóðaði til konsertir
við fleiri kendum nøvnum,
bæði úr Føroyum og øðrum
londum.
Í ár hava fyrireikararnir
aftur fingið nógv ótrúliga
spennandi nøvn til festival
in, millum annað tann
heimskenda Steven Curtis
Chapman.
Hesi nøvnini tilsamans
eru so góð, at Eyðun Jacob
sen himprast ikki við at
umrøða
Fjarðafestivalin
2008 soleiðis:
Hetta verður størsta
kristna tiltakið nakrantíð á
føroyskari jørð!
Festivalurin verður hildin
í døgunum 29. til 31. august
í
samkomubygninginum
hjá Kelduni í Skálafirði.
Sølan av atgongumerkjum
byrjar um eina góða viku. Í
fjør vóru 2800 fólk til til
takið, men í ár er ætlanin at
avmarka talið av atgongu
merkjum nakað.
Til øll
Tað er ikki á hvørjum degi,
at ein fær høvið at hoyra
kristnan tónleik á so høgum
støði.
Fyri Eyðun og hinar fyri
reikararnar er tað tí umráð
andi at teir á hvørjum ári
gera sítt til, at nøvnini
gerast kendari og kendari.
Í so máta er árið í ár einki
undantak: Nøvn sum Steven
Curtis
Chapman,
The
Isaacs,
Lynda
Randle,
Woody Wright og Superhero
eru slík sum eiga og skulu
borga fyri góðsku.
Hesir bólkarnir umboða
ymiskar stílir og venda sær
til ymiskar aldursbólkar. Tí
kunnu vit siga, at Fjarða
festivalurin er fyri øll, stað
festir Eyðun Jacobsen.
Hetta verða tey útlendsku
nøvnini. Enn eru eingi før
oysk nøvn kunngjørd, men
verða tað seinni.
Risiko
Tað var 1. apríl í ár at Por
talurin kundi boða frá, at
Steven Curtis Chapman
kom til Føroyar.
Dagin eftir kundi ein á
sama staði lesa, at The
Isaacs eisini koma á ársins
Fjarðafestival. Síðani er eitt
navn fyri og annað komið á
skránna hetta vikuskiftið í
Skálafirði.
Flestu av bólkunum koma
allan tann langa vegin úr
USA, og tí er ikki heilt
kostnaðarleyst at fáa teir
higar.
Skal eg vera heilt erlig
ur, so taka vit eina fíggjar
liga risiko við at skipa fyri
einum slíkum festivali.
Hinvegin, við so góð
um nøvnum, skuldi borið
til at fingið eitt gott úrslit.
Vit hava í øllum førum
merkt, at fólk eru sera glað
um at vit hava fingið so
kend nøvn á festivalin,
sigur Eyðun Jacobsen.
Størri og betri Fjarðafestivalur
Kend nøvn
Til ársins Fjarðafestival hevur eydnast fyrireikarunum
at fáa hendur á góðum og kendum nøvnum úr
útheimi.
Steven Curtis Chapman, sum uttan iva er størsta
kristna navnið innan kristnan tónleik
The Isaacs sum spælir bluegras-tónleik í heimsklassa
Lynda Randle sum áður hevur havt konsertir í
Føroyum
Woody Wright sum hevur skrivað nógvar sangir til
Gaither-bólkin og sum er ein country-sangari í
serflokki
Superhero úr Skotlandi, sum spæla rokktónleik eins
og U2.
Umframt hetta fara fleiri føroyskir bólkar at luttaka.
Teir eru ikki almannakunngjørdir enn.
Steven Curtis Chapman
hevur selt 10-tals milliónir
fløgur. Seinasta fløgan kom
út í fjør og hevur fingið sera
góð ummæli. Nú sleppa
føroyingar at lurta eftir
honum á Fjarðafestivalinum
Tað er ikki ofta at føroyingar fáa møguleika at hoyra ein bólk í slíkum flokki og The Isaacs