fríggjadagur 25. apríl 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 • 25. apríl 2008
Vikuskifti
22
Venesia var eitt lítið lýðveldi,
sum gjørdist stórmakt við einum
her- og handilsflota, sum m.a.
samstarvaði við teir muslimsku
mamlukkisku sultanarnar og
ráddi yvir stóra Konstantinopel.
Venetar ella venesiumenn høvdu
bæði forvitni og áræði eftir
bæði vitan og valdi. Til dømis
varð ein rannsóknarferð gjørd til
Grønlands í 1395! Men hevði tað
ikki verið fyri teirra samhandil við
muslimar hinumegin Miðjarðar-
havið, so hevði Venesia ella
Venedi, sum vit eisini kalla tað,
neyvan verið meiri enn ein lítil
fiskiveiðubygd.
Saudi Aramco World
– eitt tíðarrit úr Texas
Risastóra oljufelagið, ja tað
størsta í heiminum, Saudi
Aramco hevur fleiri ymiskar
verkætlanir á skránni á somu
tíð. Ein afturvendandi fyritøka
hjá felagnum er eitt tíðarrit,
Saudi Aramco World, hvørs
endamál m.a. er at skapa
forstáilsi og samstarv millum
arabiska/muslimska heimin og
vesturheimin. Fyritøkan hevur
verið kend við navninum Aramco,
ein samanseting av Arabian
American Oil Company. Síðan
2000 hevur heitið verið Saudi
Aramco. Hóast saudiarabiska
stjórnin hevur havt fíggjarligan
meiriluta í felagnum síðan 1980,
so er samstarvið við USA ikki
slept. T.d. kemur hetta tíðarritið
út í Houston, Texas. Greinar í
Saudi Aramco World snúgva seg
ofta um, hvussu samstarv millum
arabiska heimin og vesturheimin
kann vera møguligt, um arabarar
ella muslimar í vesturheiminum
og annars um, hvussu hesi báðir
heimspartar á ymsar háttir hava
borið við hvønn annan – fleiri eru
dømini, eitt meiri forkunnugt er
keksin í kramarhúsísinum, hvørs
bakstur, sigst verða av sýriskum
uppruna. Greinaskrivarar er oftast
ymiskir serfrøðingar innan tey
evnini, sum skrivað verður um.
Hesaferð er ein grein við um
Edward W. Lane – tann fyrsti
yvirhøvur, um legði eina rættiliga
orðabók til rættis millum tey
bæði stóru heimsmálini arabiskt
og enskt.
Uttan iva hyggur greinaskrivar-
in hjá Saudi Aramco meiri eftir
samhandlinum og minni eftir
ósemjum og kríggjum millum part-
arnar, venesiumenn og muslimar.
Men frá 12. øld og líka inntil 16.
øld var hesin samhandilin ein hin
størsti í heiminum.
Venesiumenn á
Føroya Banka
Leiðandi venesia-familjan, við
eftirnavninum Zen, sum í stóran
mun var við til at grundleggjan
Venesia-veldið, hevði áræði
og eitt ósløkkjandi forvitni, ið
leiddi teir framvið Føroyum
og heilt til Grønlands. Nicolo
Zen stóð á odda fyri rannsókn-
arferð til Orknoyggjarnar og
Grønlands í árunum 1393-95.
Úrslitið av hesum forvitni og
rannsóknarferðum kann ein
síggja aftur í Venesia. T.d. í stóra
kortkamarinum, »Sala del Scudo«,
í stórslignu borgini, sum í dag er
fornminnissavn í miðdeplinum í
Venesia. Her hanga heimskort,
ið vísa hvussu venesiumenn
sóu heimin í 14-1500 talinum.
Norðuratlantshavið við oyggjum
er eisini upptekna við neyvleika,
sæð í mun til at kortini eru
uml. 500 ára gomul. Sambært
søgufrøðingum náddi bróðir
áðurnevnda Nicolo, Antonio, til
Novo Scotiu longu í 1398. Ein
annar úr somu familju, Daragon
Zen, var handilsmaður á arabisku
hálvoynni í 15. øld, í 16. øld var
Pietro Zen sendimaður í Dama-
skus. Eydnan hjá hesi familju
hevur verið knýtt at sambandinum
millum Venesia og muslimska
heimin, sum stavar aftur frá 8. øld
og inntil uml. 17. øld.
Venesia og
mamlukkarnir
Í 1204, við tí Fjórðu Krossferðini,
reisti Venesia seg yvir sínum
grannum. Hendan krossferðin
til Jerusalem endaði við býar-
portrini í Konstantinopel, her
fingu venetar nógv burturúr
og vunnu á versta fígginda
sínum, byzantinum. Fyrst í 14.
øld, meðan landaøkið í eystara
parti av Miðjarðhavinum var
sundurpettað í smástatir, stóðu
lýðveldið Venesia og muslimski
staturin hjá mamlukkunum
serliga sterk. Av somu orsøk
gjørdist samstarvið millum báðar
partarnar sera týdningarmikið.
Hesin muslimski staturin fevndi
um núverandi Egyptaland og
Venesia – ein portalur
Útlitini tala fyri, at føroyingar í enn størri mun noyðast
út í heim at vinna marknaðir. Venesia í miðøldini er í so
máta eitt søguligt fyridømi. Venesiumenn settu
sendistovur á stovn og knýttu sambond við útheimin.
Samhandil við arabiska heimin gjørdist ein lívsneyðug
treyt hjá lítla lýðveldinum
Evropa-Miðeystur
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
» Hevði tað ikki verið fyri
teirra samhandil við muslimar
hinumegin Miðjarðarhavið,
so hevði Venesia neyvan
verið meiri enn ein lítil
fiskiveiðubygd «
Fakta
Fyrsta prentaða bókaútgávan
nakrantíð av Koranini var gjørd
í Venedi í 1537. Venesia var
ein heilt stórur býur. Í 1500-
talinum var fólkatalið umleið
tað sama sum í Kairo, 150.000.
Lýðveldið Venesia livdi í miðøldini í kraft av
einum stórum her- og handilsflota.
Mynd: jj