fríggjadagur 25. apríl 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 79 - 25. apríl 2008
Atlantsflog hevur
boðið ferðavinnufólk
um úr øllum Evropa,
USA og Japan til
Føroya at kunna seg
um Føroyar og um
føroyska ferðavinnu
FERÐAVINNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Atlantic Airways er í hesum
døgum – triðja árið á rað –
vertur fyri stóra ferðavinnu
tiltakinum, tey kalla Fly
Faroe. Hetta er eitt tiltak, har
Atlantsflog
bjóðar
tour
operatørum úr øllum Evropa,
USA og Japan til Føroya at
kunna seg um Føroyar og um
føroyska ferðavinnu.
Tiltakið byrjaði í gjár og
endar
sunnudagin.
Tað
mesta av tiltakinum er á
Hotel Føroyum.
Hesaferð eru keyparar
úr USA, Japan, Ruslandi,
Letlandi, Slovakia, Týsk
landi,
Hollandi,
Belgia,
Onglandi, Skotlandi, Dan
mark, Noregi, Svøríki, og
Íslandi íalt 43 fólk. Haraft
urat hava vit fingið hópin
av útlenskari pressu á vitjan
eisini, hóast ikki øll luttaka
alla tíðina á FlyFaroe, men
heldur ferðast eitt sindur
runt fyri at síggja oyggjar
nar. Vit hava pressufólk úr
Svøríki, Onglandi, Skot
landi og Danmark, sigur
Maria á Lofti, marknaðar
samskipari hjá Atlantsflog.
Tiltakið byrjaði við ein
um ”Get together kvøldið”
í Listaskálanum í gjárkvøldi
fyri at samansjóða luttakar
arnar. Tann stóri dagurin er
í dag við nógvum áhuga
verdum fyrilestrum.
Bjørt Samuelsen, lands
stýriskvinna í vinnumálum
setti stevnuna í morgun. Skot
in, Benjamin Garey, sum var
ein av serfrøðingunum í
”National Geografic Trav
eller”, sum valdi Føroyar
sum nummar 1 av 111
oyggjasamfeløgum í verðini,
og greiddi hann eitt nú frá,
hvussu tey arbeiða við at fáa
vistfrøðisliga
ferðavinnu
upp at standa í Føroyum.
Íslandsføroyingurin, Dav
id Samuelsson, greiddi frá,
hvat hann leggur dent á at
nevna og vitja, tá ið hann
fyriskipar bólkaferðir úr
Íslandi til Føroya og seinni
í dag fer rithøvundurin og
myndamaðurin innan sur
fing, Yassine Ouhilal, at
hava eina framløgu um sur
fing í Føroyum og kanska
eisini á Lofoten, har hann
arbeiðir í løtuni viða t gera
upptøkur til EuroSport um
surfing. Hann var í Føroyum
herfyri saman við kendum
surfarum og gjørdi royndir
við at surfa her.
Seinnipartin í dag verða
workshop á skránni, har
keypararnir
kunnu
gera
avtalur facetoface við før
oysku veitararnar.
Dagurin endar við einum
hugnakvøldi í Sjónleikar
húsinum fyri luttakarunum
og innbodnum gestum.
Í morgin, leygardagin,
fara allir gestirnir á útferð.
Tey hava fingið møguleikan
at velja millum fýra útferðir,
Nólsoy Kirkjubø/Koltur um
viðrar annars Gjáar, koyra í
fýrahjóls traktorum í fjøll
unum við Vestmanna ella
við Lakeside til Bøsdalafoss,
har tey sum tora kunnu „rap
ella“ niður eftir fossinum,
sigur Maria á Lofti.
Fly Faroe skal draga ferðafólk
Skotin, Benjamin Garey, sum var ein av serfrøðingunum
í ”National Geografic Traveller”, sum valdi Føroyar sum
nummar 1 av 111 oyggjasamfeløgum í verðini, greiddi frá,
hvussu tey arbeiða við at fáa vistfrøðisliga ferðavinnu upp at
standa í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
Nógv føroysk ferðavinnufólk eru eisini á ráðstevnuni hjá Atlantsflog, har 43 útlendsk ferðavinnufólk eisini luttaka – alt til tess at
fáa fleiri ferðafólk hendanvegin
Mynd: Jens Kristian Vang
Magni Arge, stjóri í
Atlantsflog
Mynd: Jens Kristian Vang
Tróndardagar í Gøtu
í summar
Vikuskiftið, táið G! vanliga hevur verið, men sum er av
lýst í ár, verður kortini skipað fyri hátíðar og veitslu
vikuskifti í Gøtu. Á Tróndardøgunum, sum nýggja
hátíðin eitur, 12. til 19 juli, verður loksins reist standmynd
yvir Trónd í Gøtu, mætasta høvding føroyinga, og í eina
viku verða tiltøk við tónleiki, sjónleiki, fyrilestrum,
framsýningum, gongutúrum og øðrum, skrivar
fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Eftirlýsa upptøkur
frá krígnum
Í sambandi við verkætlanina »Føroyskar Søgur«, ið Eik
Banki og danska framleiðslufelagið Substanz í felag hava
tikið stig til, so hevur føroyski samskiparin, Uni L. Hansen,
og starvsfólk hjá Substanz leitað land og ríkið runt, fyri at
finna gamlar upptøkur, ið gjørdar eru í Føroyum seinastu
100 árini. Tíðarskeiðið undir krígnum er sera soltið við
upptøkum. Tí kemur ein innilig áheitan frá samskipar
anum, sum hava upptøkur frá 2. heimsbardaga, um at
koma við teimum.