Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 79 - 25. apríl 2008 Í nøkur ár hevur verið tosað um at skipa havfisking sum frítíðarvinnu í Føroyum, og í 2006 fekk táverandi Ferðaráð Føroya eina hálva miljón krónur játtaða frá Vinnu­ framagrunninum til eina 2­ára verkætlan. Hetta gjørdist startskotið, og síðan hevur stovnurin arbeitt við at menna og marknaðarføra “sports fishing” við Føroyar FrítíðarFisking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Verkætlanin, sum botnur varð lagdur undir við játt­ anini til menning av frí­ tíðarfiskiskapi í Føroyum, er brúkt í arbeiðnum fram ímóti at menna eitt dygdar­ gott ferðavinnutilboð, og fyrireikingarnar til at skipa eina málrættaða marknaðar­ føring á hesum øki eru al­ samt í gongd. SamVit hevur skrivað frá­ greiðing um arbeiði, sum higartil er gjørt, og stovn­ urin hevur eisini gjørt kann­ ingar um frítíðarfiskiskap. Á byrjunarstigi Stovnurin hevur gjørt kann­ ingararbeiði, har serstaka umhvørvið hjá málbólkinum er kannað, og bygt er eitt netverk við lyklapersónum, lyklamiðlum og øðrum, sum kann verða eini fram­ tíðarmenning og markn­ aðarføring til gagns. Skipað hevur verið fyri evnisdøgum, og fundir hava verið, kunningartilfar er framleitt og er í framleiðslu, samband er fingið við ser­ køn innan havfisking, og ein strategibólkur hevur sitið, sum skal gera miðvísa ætlan fyri framtíðar menn­ ing og marknaðarføring av havfisking í Føroyum. Í síni frágreiðing um frí­ tíðarhavfisking, ásannar SamVit, at frítíðarfiskiskap­ ur í Føroyum er á byrjunar­ stigi, men við skilagóðum samstarvi og arbeiði á fleiri økjum, kann hetta gerast ein vinna við stórum fíggj­ arligum møguleikum. Høvuðsmarknaðurin telir fleiri enn 50 miljónir fólk, og tað eru serliga nakrir ávísir bólkar av ferðandi, sum hava føroyskan áhuga. Áhugin veksandi “Yes! Her býtur á! Nú er at geva tol, berjast við fiskin, draga dýrið inn og síggja, hvussu stórur fongurin er…” Soleiðis byrjar SamVit ein samandrátt, sum stovn­ urin gjørdi fyri eini tíð síð­ an í sambandi við kanning­ in av havfisking sum frí­ tíðarvinnu í Føroyum. Víst verður á, at spenning­ urin við stuttleikafiskiskapi er grundleggjandi menn­ iskjaligur og heimsfevnandi, sum tikið verður til, og áhugin fyri at gera frítíðar­ havfiskiskap til eina týðandi vinnugrein í Føroyum er veksandi. SamVit vísti á, at fyrstu stigini móti eini veruligari “professionalisering” av frí­ tíðarhavfiskiskapi eru tikin – men enn er langt á mál. ­ Vit eru á byrjunarstigi. Í stuttum er neyðugt, at skip­ arar/ bátaeigarar fáa fleiri royndir og førleikar. Tæn­ astan og vitanin um stutt­ leikafiskiskap við tøkni, útgerð og annað á sjónum er ikki á nøktandi støði enn. Ein “nisja” Stuttleikafiskiskapur er sum heild ein sermarknaður innan ferðavinnu, ein sonevnd “nisja”, men hetta er kortini ein stórur markn­ aður. Í frágreiðing síni vísti SamVit á, at føroyska ferða­ vinnan hevur avmarknaðar fíggjarligar karmar, og tí er neyðugt við ávísum markn­ aðarfokus, sum tikið verður til. Teir marknaðir, sum eru serliga áhugaverdir innan stuttleikafiskiskap, eru Ong­ land, Danmark, Noreg, Svøríki, Niðurlond, Belgia, Frakland, Týskland, USA, Avstralia og Kanada. SamVit heldur, at markn­ aðarfokus í fyrsta lagi eigur at liggja í trímum høvuðs­ bólkum av ferðandi; stutt­ leikahavfiskarum, familju­ segmentinum og sonevnda adventure light­slagnum. ­ Við at leggja serligan dent á hesar bólkar, ber til at fara undir miðvísa markn­ aðarførslu og sølu á júst hes­ um økjum, sigur SamVit. Tað eru serliga fýra virði, ið stovnurin heldur eiga at vera tað berandi í eini før­ oyskari ferðavinnu; tað er dygd, reinleiki, avbjóðing og burðardygd. ­ Vit eiga at stremba eftir at menna eina dygdarvøru frá byrjan til enda – eina heildaruppliving, har eisini gisting, flutningur og annað eru fyrireikað í mun til júst einstaka stuttleikafiskaran, sigur SamVit. Skulu føroyingar byggja upp eina lønandi vinnu inn­ an frítíðarfiskiskap, sum klárar seg í hørðu altjóða kappingini, er alneyðugt við samstarvi. ­ Hetta er galdandi bæði fyri tey, sum arbeiða við at skipa ferðirnar, bátaeigarar og almennar/ politiskar myndugleikar, sigur SamVit. sjónum, og her eru nógvir møguleikar. Ein er at vísa teimum lívið við havbotnin. Vit kunnu seta nakrar rúsur og taka tær uppaftur, tá ein tíð er fráliðin. Meðan bíðað verður, kunnu vit sigla og fiska eitt sindur. Hann vísir á, at á eini slík­ ari ferð við skúlaflokkum verður tað eisini upp til læraran, hvussu kreativur hann er. Á ferðini verður eisini høvi til at kunna næmingarnar um eitt nú um lívfrøði, landalæru, náttúru og tøkni. ­ Her eru nógvir møguleik­ ar. Tað ræður bert um hug­ flogið, ásannar Magni. Hann heldur, at høvi hjá skúlaflokkunum at sleppa við bátinum serliga er tíð­ liga um summarið, áðrenn skúlarnir fara í summarfrí – og so aftur um heystið, tá ið næmingarnir eru farnir í skúla aftur eftir summar­ frítíðina. Vegurin er samstarv Nú Fiskivinnuskúli er í Vest­ manna, hugsar ferðavinnu­ maðurin eisini um møgu­ leikarnar at samstarva við skúlan, tí tað er so upplagt, heldur hann. Í aðrar mátar ætlar Magni at samstarva við ferðavinn­ una, sum longu er í Vest­ manna. ­ Eg arbeiði longu saman við teimum, sum eru í hesi vinnu í bygdini, og eg ivist onga løtu í, at samstarv er vegurin fram hjá føroysku ferðavinnuni í síni heild, sigur Magni Blástein. - Í fyrsta lagi verður báturin sjeinaður upp, samstundis sum ymiskar ábøtur og umvælingar verða gjørdar – og so er tað góðkenningin hjá Skipaeftirlitinum, sigur Magni Blástein, sum miðjar eftir, at báturin verður klárur fyrst í mai Mynd: Birgir W. Høgnesen Hann er ein av teimum, sum sær stórt potentiali og stórar møguleikar í, at ferðafólk, sum dáma at fiska, koma higar til land Mynd: Vilmund Jacobsen Frítíðarfisking kann gerast lønandi vinna Spenningurin við stuttleikafiskiskapi er grundleggjandi menniskjaligur og heimsfevnandi, og áhugin fyri at gera frítíðarhavfiskiskap til eina týðandi vinnugrein í Føroyum er veksandi Mynd: Vilmund Jacobsen Dýrari at sigla Fyrr í vikuni boðað reiðaríið Color Line frá, at ferjan Prinsesse Ragnhild verður tikin úr siglingini millum Oslo og Hirtshals, tí reiðaríið gevst við teirri rutuni. Hinvegimn heldur reiðaríið fram at sigla millum Vesturnoreg og Norðurjútland. Ingvar Fardal, sum er stjóri í reiðarínum Fjord Line, sigur við norsk bløð, at avgerðin hjá Color Line fer uttan iva at hava við sær, at tað verður dýrari at sigla millum Oslo og Norðurjútland í framtíðini. Seismikkur drepur yngul Felagið hjá norsku fiskakeyparunum mælir myndugleikunum frá at geva oljufeløgum loyvi til at gera seismiskar kanningar úti fyri Lofoten og Vesterålen tann næsta mánaðin. Fiskakeypararnir siga, at ein stórur partur av strandartoskinum gýtir í mai, og at yngulin fer norður við Lofoten og Vesterålen fleiri vikur seinni. Tí stúra keypararnir fyri, at sleppa oljufeløgini at skjóta seismikk har tá, fara fleiri hundrað milliónir yngul fyri bakka. Seismikkskjóting kann drepa nógvar milliónir toskayngul (Mynd: Nordlys)