Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 • 25. apríl 2008 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fyrsti dópurin í Campobasso Italien: Sunnudagurin 16. mars var ein serstakur dagur í trú­boðaragerninginum hjá føroysku hjú­nunum Heidi og Regin Guttesen sum starva í samkomuni í býnum Campo­ basso. Henda dagin vórðu tvey ungfólk, 17 og 19 ára gomul doypt. Sum skilst, var henda dópshending sera eggjandi fyri samkomuna. Vanliga eru eini 30 fólk til møtini sunnumorgnar, men henda dagin vóru 90 fólk komu til dópin. – Vit kendu, at Gud brú­kti vitnisburðin hjá teimum doyptu at nema við hjørtuni hjá menniskjum, sigur Regin Guttesen (myndin) við samkomublaðið hjá Lívdini. »Gamla Norrøna« kemur til Keypmanna­ havnar Trúboðaraskip: Arbeiðið við at broyta hesa bilferjuna til sítt nýggja endamál sum trú­boðaraskip, gongur eftir ætlan. Longu nú­ er greitt, at føroyingar sum verða staddur í Danmark í august mánaði kunnu sleppa at vitja umborð á skipið sum nú­ eitur »Logos Hope« (myndin). Sambært tíðarætlanini hjá felagsskapinum fer skipið at liggja í danska høvuðsstaðnum í døgunum 8. til 19. august. Eitt stórt arbeiði er longu gjørt at fyrireika hesa vitjanina, sum uttan iva fer at verða væl vitjað. Og tá ið djevulin hevði lokið alla freisting, veik hann frá honum um stund. (Lukas 4,13) Tá ið Jesus hevði vunnið á álopunum frá Sátani ú­ti í oyði­ mørkini við „svørðinum“ Guðs orði: „skrivað stendur..“, fór djevulin frá honum, men Lukas skoytir nøkur týdningarmikil orð uppí: „um stund“. Tað er við djevlinum sum við okkara náttú­ru. „Rek náttú­runa ú­t ú­r tær við eini kvísl. Hon kemur tó aftur, tann heksin“, sum tey gomlu tóku til. So títt síggja vit hetta støðuga, beiska stríðið millum Jesus og djevulin, ­ ta einum løtuna gjøgnum vinir hansara, sum djevulin tølir at ganga ørindi fyri seg (Matt. 16.23), og í næstu løtu gjøgnum fíggindar hansara, (Matt. 23, 13­15 og Jóhs. 8. 44). Men vit vita, at Jesus tað seinasta kvøldið hann var saman við lærusveinum sínum í Jerú­salem takkaði vinum sínum, tí teir høvdu hildið ú­t við sær í freistingum. Tó stríðið var enn ikki liðugt fyri hann. Dagin eftir, tá ið hann hekk á krossinum í djú­pastu neyð og deyðaangist, var tað ikki bara vreiði faðir hansara, hann mátti bera, men eisini gløðandi pílarnir frá arvafíggindanum fuku um hann. Á sama hátt sum tað ljóðaði ú­ti í oyðimørkini: Er tú­ Guðs sonur, tá sig, at hesir steinar skulu verða breyð ... ­ er tú­ Guðs sonur, so stoyt teg oman ..., soleiðis teskaði hin gamla ormarøddin eisini nú­: Er tú­ Guðs sonur, so bjarga tær sjálvum, so vilja vit trú­gva á teg. Tá ið lærusveinurin ikki er yvir meistara sínum, kann hann ikki vænta sær øðrvísi kor. Men hetjan, sum leið fyri okkum á krossinum, og sigraði fyri okkum páskamorgun, hann minnist eisini til okkum, tí hann kennir tilfari, vit eru gjørd av. orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar Fleiri og fleiri borgarliga vígd hjún fáa nú eisini hjúnaløg síni vælsignað í kirkjuni, vísa hagtøl frá Danmarks Statistik Danmark: Gongdin er hon, at tey fyrst fáa eina løgfrøðiliga signing frá lokala borgarstjóranum við eina borgarliga vígslu. Seinni, tá tey hava ráð, tíð ella hug ynskja tey at fáa eitt kirkjuligt vælsignilsi. Munurin millum ta kirkjuliga signingina og eina vígslu er, at brú­ðarparið bert játtar eina ferð við vælsignilsið. Tann fyrsta »løgfrøðiliga játtanin« er longu søgd á ráðhú­sinum. Í 2005 og í 2006 vóru 1742 slík vælsignilsi givin, meðan talið í fjør hækkaði til 1863. Dómprósturin í Århus, Poul Henning Bartholin sigur, at henda gongdin vísir, at kirkjan er vorðin sterkari í tilvitskuni hjá fólki. – Tá borgarliga vígd hjú­n velja at supplera hetta við eini kirkjuligari signing, er tað ofta eitt aktivt val, tí tey hava brú­k fyri eini átrú­naðarligari lívsskoðan. ­ Vit síggja í dag eina økta tilvitan um ritualir við tey umskiftini, sum hava týdning fyri lívið, sigur dómprósturin sambært Kristelig Dagblad. Brúðarpør ynskja eisini kirkjuliga signing Danir fáa nú møguleika at geva ein trúboðara til eitt øki í landinum, har teir halda at tørvur er á at styrkja kristna samfelagið! Hetta er ein av møguleik­ unum sum danska veking­ arrørslan Indre Mission ar­ beiðir við, til tess at økja um gávurnar Danmark: ­ Vit hugsa nógv um, hvussu ítøkiligar gávurnar kunnu verða. ­ Enn er einki avgjørt, men vit arbeiða við møguleikanum at gera tað lættari at stuðla okkum við peningagávum til ymisk endamál, sigur Christian Aagard, ið er formaður í fíggjarnevndini í Indre Mission. Við metroXpress sigur hann, at tað í roynd og veru snýr seg um at gera arbeiðið teirra sjónligt, so uppaftur fleiri kunnu fáa eyguni upp fyri víttfevnda virkseminum hjá hesi vekingarrørsluni. Ov lítið reyp Sidsel Eriksen, sum er lektari í sosialsøgu við Universitetið í Keypmannahavn heldur, at Indre Mission við hesum átakinum hevur fatur í nøkrum røttum. Hon hevur granskað í donsku Heimamissiónini, og er komin eftir, at rørslan aldrin hevur leikað í ella reypað sær av, at tey veruliga gera mun í samfelagnum ­ Tey arbeiða í mongum verk­ ætlanum fyri tey veiku, ú­tstoyttu og gomlu í samfelagnum, til døm­ is Mændenes Hjem í Istedgade. Hóast ein ikki er religiøsur, so hava nógvir danir hug at stuðla vælgerandi arbeiði teirra, um Indre Mission fer at greiða meiri frá tí, sum tey takast við, sigur Sidsel Eriksen. Henda vekingarrørslan kann, sambært henni fáa fyrimun av, at átrú­naður er komin meiri í miðdepilin tey seinastu árini. Indre Mission hevur annars jú­st kunngjørt ársroknskapin fyri 2007, sum vísir eitt yvirskot uppá 1,1 mió krónur. Meginparturin av inntøkuni uppá 40,1 mió krónur stava frá persónligum gávum frá missións­ vinunum kring alt landið. Umhugsa at selja danskar trúboðarar Í lokala missiónshúsinum er nógv ymiskt virksemi fyri allar aldursbólkar. Tónleikur hevur ein týðandi leiklut í arbeiðinum OM­vinir líta aftureftir og frameftir Danmark: Tey seinastu fimmti árini hava føroyingar í hópatali verið við skipunum hjá Operation Mission. Nú­ er ætlanin at savna øll hesi aftur, millum annað fyri at tosa um farnar dagar og ta spennandi vitjanina í summar, tá nýggja flaggskip teirra »Logos Hope« kemur til Keypmannahavnar. Tiltakið verður leygarkvøldið í Rødovre, og her fer Mike Hey, sum hevur ábyrgdina av lívi og trivnaði umborð á skipinum at vera við. Vónað verður, at nógv fólk verða við til tiltakið, eisini føroyingar sum ikki hava smæðst burtur sum manning við OM­skipunum.