fríggjadagur 25. apríl 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 79 - 25. apríl 2008
- Umframt at fiska
við útlendskum
ferðafólki, fari eg
eisini at bjóða meg
fram til at geva
skúlaflokkum kring
landið eina uppliving
á sjónum, og her eru
nógvir møguleikar,
sigur Magni Blástein,
sum eisini er mað-
urin, ið stendur
aftanfyri Shark
Atlantic
FrítíðarFisking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Birgir W. Høgnesen/ Rás2
Á Skipasmiðjuni í Vest
manna stendur ein 20 tons
stórur bátur, sum nú verður
riggaður til fiskiskap við
ferðafólki og til ferðavinnu
annars.
Tað er Magni Blástein,
sum er vorðin kendur í
ferðavinnuhøpi
og
ikki
minst innan frítíðarfiski
skap, sum eigur bátin, ið
ætlandi skal verða klárur
fyrst í mai mánaða. Magni
er eitt nú kendur sum stig
takarin til kappingina Shark
Atlantic, ið er kappingin
um at veiða størsta hemaran
við tráðu.
Hetta verður fjórða
summarið, at eg fáist við
tráðufiskiskap í ferðavinnu
høpi. Eg havi havt ein
seksæring, men hann fórst í
illveðrinum síðst í januar.
So, nú havi eg keypt mær
hendan 20tonsaran, sum
eg nú eri í holt við at rigga
til vertíðina, sum byrjar í
mai.
Tráðufiskiskapur
Magni sigur, at ætlanin við
nýggja bátinum er serliga
at brúka hann til tráðufiski
skap saman við ferðafólki,
bæði úr útlandinum og før
oyingum, sum hava hug at
fiska á báti.
Hann sigur, at í juni og í
august mánaða koma bæði
onglendingar og týskarar
upp higar at fiska við tráðu.
Teir taka eina viku til tíggju
dagar í senn.
Ætlandi fær nýggi báturin
hjá Magna, sum skal lúka
krøv hjá Skipaeftirlitinum,
loyvi at sigla við 12 ferðandi
í senn.
Tá nøkur av ferðafólkun
um, eitt nú onglendingarnir,
sum koma higar, verða um
borð á bátinum ein heilan
dag í senn, ber saktans til at
gera onkran longri túr, um
líkindini eru góð. Kanska
vestur í Mykinesfjørð. Ann
ars verður fiskað í sundum
og firðum og úr landi ann
ars.
Men væntar Magni, at
báturin verður liðugur og
klárur at taka í nýtslu, tá
ferðavinnutíðin byrjar?
Í fyrsta lagi verður bát
urin sjeinaður upp, sam
stundis sum ymiskar ábøtur
og umvælingar verða gjørd
ar – og so er tað góðkenn
ingin hjá Skipaeftirlitinum.
Jú, eg miði eftir, at nýggi
Blástein
verður
liðugur
fyrst í mai mánaða, sigur
hann.
Matpakki við
Vit spurdu eisini Magna,
um ætlanin er, at fólk, sum
koma við bátinum, skulu
hava matpakka við, tá dag
arnir umborð gerast longri
– ella, um hann fer at mat
gera sjálvur.
Eg fari at hava matpakka
við til eitt nú onglending
arnar og týskararnar, og
skuldi tað verið, at teir hava
hug til onkra lættari fiska
suppu ella tílíkt, sum dag
urin gongur, kann hendan
saktans gerast umborð á
bátinum.
Hann vísir á, at umstøð
urnar við nýggja bátinum
verða munandi betri og rúm
ligari
enn
við
hinum
gamla.
Dreymurin hjá Magna er,
at frítíðarfisking við ferða
fólki gerst ein veruligur
partur av føroysku ferða
vinnuni.
Eg byrjaði sum nevnt
við seksæringinum, og nú
verður so hesin báturin rigg
aður til, so eg byggi meg
spakuliga uppeftir til at taka
ímóti fólki, sum vilja njóta
frítíðarfiskiskap á báti.
Skúlanæmingar
Magni Blástein sigur, at
nógvir møguleikar eru við
einum tílíkum báti í ferða
vinnuhøpi.
Eg fari eisini at bjóða
meg fram til at geva skúla
flokkum eina uppliving á
Út at fiska
við ferða
fólki
- Eg hevði ein seksæring, sum fórst í illveðrinum seinast í januar. Nú riggi eg mær so hendan 20-tonsaran til frítíðarfisking og
sigling við ferðafólki. Ætlandi fær báturin loyvi til 12 ferðandi í senn, sigur Magni Blástein
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Verjuskip til sølu
Danska sjóverjan hevur nú lýst tað lítla sjóverjuskipið Agdlek til
sølu. Skipið, sum hevur røkt sjóverju og eftirlit við Grønland í
mong ár, verður selt á uppboðssølu í Hjørring, nú sjóverjan í
Grønlandi hevur fingið nýggja skipið Knud Rasmussen. Agdlek
er smíðað í 1973 og er tað elsta av teimum trimum smáu
verjuskipunum, sum hava havt støð í Grønlandi. Hini bæði eru
Agpa og Tulugaq, sum eru smíðað í ávikavist 1974 og 1979.
Tað hevur ljóðað, at kanadiumenn
hava hug at keypa Agdlek (Mynd: KNR)
Vantandi tilbúgving
Grønlendska tilbúgvingarskipanin kann lítið og
einki gera, um tað skuldi hent, at eitt av teimum
fremmandu ferðamannaskipunum, sum vitja um
summarið, kemur í neyð, og fólkið skal takast av
tí. Tað ásannar Steen Silberg Thomsen,
løgreglustjóri, fyri KNR. Hann sigur, at sjálvandi
høvdu myndugleikarnir gjørt alt, sum gerast kann,
men hann ásannar, at tað hevði verið vónleyst at
bjarga t. d. 400 ferðafólkum av einum skipi í neyð.