Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 79 • 25. apríl 2008 Vikuskifti úr miðøldini strekti seg norðureftir miðjarð­ arhavsstrondini, inn í núverandi Sýria. Venesia legði seg í leiklutin sum miðstøð millum vesturheimin og eysturheimin og fekk nógv burturúr hesum leikluti. Venetar vóru í hondunum á mamlukkum, tí tað var í teirra havnaløgum, at mærglætisvørur úr eysturlondum komu. Síðan vórðu tær fluttar úr Alexandria, Jaffa, Tripoli, Beirut og øðrum havnabýum til lýðveldið Venesia. Millum hesar vørur vóru bummull, kryddarí, luktilsi, litevnir, silki, teppir, trælir osv.. Mamlukkarnir litu hinvegin á, at her­ og handilsflotin úr Venesia kundi seta hesar vørur av og finna ein marknað. Báðir partarnir høvdu brúk fyri hvørjumøðrum. Venetar gingu ofta ímóti kristnu grannatjóðum sínum í hesum handilsvirkseminum – t.d. vóru tað mamlukkar, sum bastu fyri teimum seinastu restunum av krossfarum í Miðeystri. Í muslimska heiminum stovnaðu venesiumenn handilsstøðir. T.d. í Aleksandria vóru tveir stórir handilsbygningar reistir, hesir vóru kendir fyri vera millum teir vakrastu í egyptiska havnabýnum. Hesar handilsstøðir vóru varandi støðir og heim hjá handilsmonnum og eisini fevndu hesar støðir um heilar býarpartar. Hinvegin, viðvíkjandi muslimskum handilsmonnum í Venesia, var støðan ein onnur. Hesir steðgaðu ikki longri, men heldur í stuttum tíðarskeiðum. Hóast hetta, so vóru muslimskir handilsmenn vælkomnir á ein hátt, sum teir ikki vóru í øðrum evropeiskum býum. Og søguligar keldur, bæði skriftligar og málningar, siga frá slíkum vitjanum. Søgufrøðingar meta, at um hesin samhandil ikki var komin í lag, so hevði Venesia ella Venedi hildið fram við einans at vera ein lítil og vanlig fiskiveiðubygd. Handilsrutan millum Venesia og eysturlondini er farin í søguna. Í dag er støðan ein heilt onnur og nógv meiri samansett – júst hendan frásøgnin verður t.d. lutvíst skrivað umvegis eitt saudiarabiskt tíðarrit, ið kemur út í Texas. Men eftir stendur, at Venesia í miðøldini var ein portalur – bæði fyri evropearar og eysturlendingar – út í heim. Arabia í Venesia: Málsliga At »Venedi« liggur langt burturi sæst aftur í okkara orðabókum. Á føroyskum, sambært tveimum orðabókum [ ­einki­ ], sambært talumáli og føroyskum heimasíðum: »Venedi(g)« og »Venesia«. Arabarar kalla býin »Wenedik«. Kirkjutornið til San Pietro Castello­ kirkjuna, bygt eftir forna ljóstorninum í Alexandria, Egyptalandi. Kaffistovurnar í Venesia vóru gjørdar eftir sama leisti, sum hann upprunaliga var í Istanbul. Kaffistovan á Skt. Markus Plássinum, Caffé Florian, frá 1720 er eitt gott boð uppá elstu kaffistovuna í heiminum. Í 17. øld opnaðu fleiri kaffistovur kring Venesia. Palazzo Dario. Bygningssniðið og serliga prýðið við kringlunum á hesum húsinum, ið liggur út til Grand Canal, fylgir sniðinum á borgini hjá einum prinsi í Cairo. Eigarin av Palazzo Dario, Giovanni Dario, var sendimaður í Cairo í 1500­ talinum.