Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. juni 2001síða 22

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 123 - 30. juni 2001 Nr. 123 - 30. juni 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Vísindaligar kann- ingar vísa, at nøgdin av heitum sjógvi, um rekur norðureftir móti Føroyum, mink- ar í stórum. Hetta fer at hava við sær, at kaldari veður kann væntast um okkara leiðir komandi árini VEÐURLAGS- BROYTINGAR Stefan í Skorini – Um eg búði í Føroyum, so hevði eg havt orsøk til at stúra fyri gondini. Hesi orðini eigur professarin Richard Seager, ið arbeiðir sum vísindamaður á Uni- versity of Columbia í USA. Hetta sigur hann um tey nýggjastu kanningarúrslit- ini, sum føroyski havfrøð- ingurin Bogi Hansen saman við skotskum og norskum granskarum er komin fram til. Rákið linkar Kanningarúrslitið vísir, at nøgdin av køldum sjógvi, sum rekur av norðaru hav- leiðunum og suðureftir gjøgnum Bankarennuna er munandi minkað seinastu 50 árini. Tilsamans er minkingin í rákinum av køldum sjógvi í minsta lagi 20%. Serliga seinastu fimm árini hevur minkingin tikið dik á seg. Hetta kann ávirka Golf- streymin, sum syrgir fyri tí milda veðurlagnum, vit hava í Norðurevropa. Minkar rákið frá Golfstreyminum meira, fellur miðalhitin í Føroyum við fleiri stigum. Sambært úrslitinum av vísindaligu kanningunum, er hetta ógvuliga sannlíkt, og vís- indamenn hava fyrr gitt, at hetta fór at henda. Hetta er sostatt ein staðfesting av spádómum. – Umframt at ávirka Golfstreymin, kann mink- ingin av hesum rákinum ei- sini ávirka stóru hav- streymarnar um allan heim og harvið globala veðurlag- ið, sigur Bogi Hansen. – Ávirkanin á heimshøv- ini og veðurlagið á jørðini sum heild, stavar frá tí, at tað djúpa rákið í Banka- rennuni er ein týðandi kelda til endurnýgging av sjónum í øllum heimshøv- unum. Streymurin ella rákið, sum talan er um, rekur suð- ureftir úr póløkinum. Norð- anfyri móti Norðurpólinum verður sjógvurin køldur um veturin, og tann kaldi sjógvurin søkkur tí niður á botn. Kaldi sjógvurin rekur síðani út í Atlantshavið gjøgnum Bankarennuna og suðureftir móti Miðkring- inum. Haðani rekur heitur Golfstreymurin viknar: Kaldari veðurlag í Føroyum Bogi heldur, at hetta kann fáa avleiðingar fyri rákið í heimshøvunum og veðurlagið á jørðini sum heild Mynd: Jens Kr. Vang Ein tvørskurður av Bankarennuni. Vinstrumegin sæst hitin av skurðinum. Høgrumegin er skurðurin merktur við ein tjúkkari linju Pílurin vísir tað djúpa rákið av køldum sjógvi gjøgnum Bankarennuna sjógvur norðureftir, og tað er hesin streymur, sum veit- ir hita um okkara leiðir. Tá tann kaldi sjógvurin rekur suðureftir eftir botn- inum, verður flógvari sjógvur sogin inn á vatn- skorpuni fyri at halda javn- vág. Tann sjógvurin, sum verður sogin inn í erva, er heitur sjógvur úr Atlants- havinum. Tað er hann, sum ger, at vit hava so lýggjan sjógv og so heitt veðurlag, sum vit hava. Havast skal í huga, at suðurendin av Grønlandi liggur sunnan- fyri Føroyar, og har reka ís- fjøll framvið. Tá rákið eftir botninum minkar, má rákið á vatnskorpuni eisini minka. Skjót minking Mátingar hjá Boga Hansen og hinum vísindamonnun- um vísa, at nøgdin av køld- um sjógvi rekandi suður- eftir er minkað. Mátingarn- ar hava verið gjørdar í Bankarennuni, har ein stór- ur partur av hesum rákinum er. Henda rennan er 840 metrar djúp og einar tíggju kilometrar breið. Hon ligg- ur ímillum føroyska land- grunnin og Føroyabanka. Í Bankarennuni rekur hart. Við mátingum ber til at rokna út, at umleið 2 milliónir rúmmetrar av køldum sjógvi fossa ígjøgnum rennuna hvørt sekund. Hetta er umleið tvær ferðir so nógv sum allar áir í heiminum. Mát- ingarnar vísa tó eina týði- liga minking seinastu árini. Síðan november í 1995 hava vísindamenn mátað ferðina av rákinum í Bankarennuni við streym- mátarum, sum verða lagdir út hvørt summar. Teir liggja niðri við botn og máta ferð- ina upp ígjøgnum sjógvin 20. hvønn minutt og goyma úrslitið, til teir verða tiknir upp um summarið og av- lisnir. Mátingarnar hava verið samanbornar við mátingar hjá veðurskipinum M, sum norðmenn eiga. Veðurskip- ið hevur mátað, hvussu tungur sjógvurin er á yms- um dýpum í Norskahavin- um. Tað er í veruleikanum hetta, sum drívur rákið. Djúpa rákið er minkað støðugt seinastu hálvu øld- ina, men serliga tey sein- astu fimm árini vísir tað seg, at minkingin er størri, sambært mátingunum. Orsøkin Tað er møguligt, at rákið linkar av nátúrligum ávum, men einki er, sum bendir á hetta. Heldur er tað sann- líkt, at hetta stavar frá dálk- ing og vakstrarhúsárinin- um. Vakstrarhúsárinið hev- ur við sær, at jørðin gerst heitari. Tá bráðnar ísurin við pólarnar, og nógv feskt vatn rennur út í havið. Saltinnihaldið í havinum við pólarnar minkar tí, og sjógvurin gerst lættari, jú minni salt er í honum. Tá sjógvurin lætnar søkkur hann ikki eins lætt, og rekur hann tí ikki líkar hart. Broytingar hava altíð verið í hesum rákinum og í Golfstreyminum, og gran- skarar siga seg ikki hava nakað ítøkiligt prógv fyri, at broytingin er íkomin av dálking. Um Golfstreymur- in heldur fram við at minka, kann tað hava álvarsamar avleiðingar fyri djóra- og plantulívið. Allur heimurin hitnar spakuliga orsakað av vakst- rarhúsárininum. Tó er ikki heitari í Føroyum nú enn fyri 70 árum síðani. Orsøk- in er helst, at upphitingin av heiminum verður mótvirk- að av tí viknaða Golf- streyminum. Føroysk sjúkrasystir verður umborð, tá fyrsti boripallurin um stutta tíð kemur inn í føroyskt sjóøki. Tað verður Anna Maria Simonsen, sum er á veg til Aberdeen, hað- ani hon leygardagin skal umborð á boripallin, ið liggur í Írlandi. Har skal hon starvast sum sjúkra- systir. Anna Maria hevur drúgvar royndir sum sjúkrasystir, harafturat hevur hon luttikið á oljuskeiði og fekk fyrst í juni prógv sum fyrsta føroyska umhvørvis- sjúkrasystirin. Føroysk sjúkrasystir skrivar søgu Bogi Hansen, havfrøðingur, hevur saman við Bill Turrell úr Aberdeen og Svein Østerhus úr Bergen staðfest, at rákið av køldum sjógvi gjøgnum Bankarennuna minkar. Hetta hevur við sær, at Golfstreymurin eisini viknar. Við liðina á Boga er streymmátari, sum hevur ligið í Bankarennuni Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 11 10 Sunnudags-Buffet - hvønn sunnudag frá kl. 12.30 Sum nakað nýtt bjóða vit fram stórt sjálvtøkuborð hvønn sunnudag vi bæði heitum og køldum rættum, umframt at vit hava fjøllbroyta matarskrá. Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum. Tó Tó T Tel. 31 96 96 Tel. 31 96 96 T Tel 31 97 67 Vælkomin... Nýtt