Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Rigmor Dam blaðkvinna Nr. 79 • 25. apríl 2008 Lost in space... So vóru vit aftur á Tvøroyri. Í deiligu húsunum hjá Dam, mitt í býnum. Hetta hjartað, sum vit systkinabørn og pápasystkini savnast í um høg­ tíðirnar, í ferium ella tá vit trongja til at kobla av í nakrar dagar. Tá vit fara suður, er tað sum at ferðast í einari tíðarmaskinu ­ inn í ein farnan tíðarlumma, tá omma og abbi búðu har. Har angar enn av vaflum, vikubløðum og ceruttum á bakka. Skuffur, skáp og ovastaloft eru á tremur av sporum: knappablikkið hjá ommu, gulnaðu myndirnar av ommu í klokkuhatti ella langabba og Stauning, sum sýna ein ísvirkisbát. Har eru eisini hópin av bløðum og brøvum hjá abba, bæði privatum og almennum, í summum førum so forvitnislig, at søgugranskarar áttu at kanna tey. Soleiðis læra vit tey gomlu betri at kenna, hvørja fer vit vitja suður; eisini alt eftir, hvar vit sjálvi eru stødd í lívinum. Og vit kunnu velja, um sporini eru spøkilsi frá fyrrítíðini, ella ein fjálgur hiti frá hondum, ið sleptu. Hetta fær meg at hugsa um dagin, eg ikki eri longur. Hvussu ommubørnini fara at minnast, práta og kanska fella eitt tár um ommuna, tá tey rudda brøv, myndir og greinir, sum eg lat frá mær gjøgnum eitt vónandi langt og ríkt lív. Men aftaná fleiri herðindi av Feng Shui og “Rudda upp í lívinum”, finna tey bara eina gamla skóeskju við fjarritum frá Føroya Tele og ein stakk av gratulatiónskortum við forprentaðum gullstavum – “Tillukku við hjúnabandinum”. Har liggja gomul tryggingarskjøl, lánikort frá bókasøvnum, holaðar bankabøkur og nøkur útgingin pass. Hini sporini liggja í fartelefonini, sum hundraðtals SMS’ar og . Á einum Skype­brúkara, sum bara eg kenni kotuna til, og í einari mappu á fartelduni, sum eitur: Myndir at framkalla. Greinirnar liggja fjaldar í túsundatals word­dokumentum og í leitiskipanum á internetinum, og brøvini hvørva, sohvørt sum meylurin fyllist. Spooky? Tey kunnu eisini cruisa cyberspace við at Googla meg, tí, sum onkur segði: “I’m Googable ­ therefore I am”. Eg kundi gjørt ein yvirdrivnan gerandis­ exhibitionistiskan blogg ella upprættað ein narcissistiskan My Space profil, nú Facebook ikki er spennandi meira. Soleiðis kundi eg “verið onkur” og blivið partur av Á­ættarliðnum, sum bókaAnna her á blaðnum kallar tað, tí vit altíð skulu vera á – antin í veruliga ella í virtuella veruleikanum. Nei, tað einasta, sum kanska fær ommubørnini at ressast, er ein lítil ungdómsmynd av ommuni við litføgrum hanakambi og leðurjakka. Tá fara tey at spyrja, um tað ikki var í 80’unum, at punkarir vóru modernaðir? Heini bloggar úr Ísrael Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael. ­ Trupulleikin er, at vit framvegis billa okkum inn, at vit búgva í einum verðsligum, demo­ kratiskum stati, sum javnstillar allar borgarar. Men Ísrael er fyrst og fremst statur jødanna, sum hvílir á jødiskum átrúnaði og mentan, og sum tí ikki kann javnstilla jødar og tann muslimska minnilutan í hesum landinum. Soleiðis skrivaði ein ísraelskur klummuskri­ bentur í ísraelsku avísini Haaretz í vikuni. Og orsøkin til aktuella kjakið um ísraelska statsmodellið er umstrídda vitjanin hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Jimmy Carter, sum júst hevur vitjað Ísrael, hersettu økini (Gaza og Vestara áarbakka) og Sýria. Carter, sum 26. mars í 1979 fór í søguna sum samráðingarleiðarin handan fyrstu varandi friðaravtaluna nakrantíð millum Ísrael og ein arabiskan stat, stórveldið Egyptaland. Ein slóðbrótandi hending í søgu Miðeysturs, sum tvey ár seinni kostaði egyptiska forsetanum Anwar Sadat lívið. Men knøpp tredivu ár seinni verður tann aldrandi Carter ikki móttikin við rósum, reyðari langmáttu og hátíðarligari reseptión. Tvørturímóti hevur ísraelska stjórnin boy­ kottað vitjanina við at nokta at fundast við fyrrverandi forsetan. Hví? M.a. tí Carter í bókini “Palestine: Peace Not Apartheid” frá 2006 samanber viðferð Ísraels av palestinum við tær líðingar, sum tey svørtu fóru ígjøgnum undir hvíta apartheid stýrinum í Suður­ afrika. Bókin voldi mikla vreiði í Ísrael og jødiska samfelagnum í USA. Og tá suðurafrikanski erkabiskupurin Desmond Tutu alment tók undir við atfinningum Carters móti Ísrael, fór ísraelska stjórnin at tosa um “disguised peacemakers, who are enemies of Israel”. Í seinastu viku kom hesin úlvurin í seyðaskinni so til Miðeysturs við endamálinum at geva friðargongdini eitt skump rætta vegin. Og hóast nógva mótstøðu fór hann beint ímóti politikkinum hjá bæði USA, ES og Ísrael og valdi at tosa við verstu fíggindar Ísraels, islamistisku Hamas­rørsluna í Gaza og sýrisku stjórnina, sum saman við Iran stuðlar yvirgangi ímóti Ísrael og veitir alskyns terroristum lívd í Damaskus. Við filosofiini um, at dialogur er einasti vegurin fram, sjálvt við tínar ringastu fíggindar, og at dialogur ikki merkir, at tú politiskt viðurkennir ella legitimerar tann, tú tosar við, er Carter komin at samráðast við teir aktørar, sum hansara egna stjórn seinastu átta árini hevur proklamerað kríggj ímóti. Men líkamikið hvat Carter seinasta vikuskiftið kom ásamt um við politiska Hamas­leiðaran Khaled Mashal og sýriska forsetan Bashal Assad, fær fyrrverandi forsetin ikki gjørt nógv einsamallur, so leingi USA, Ísrael og ES fordøma hansara dialog við Hamas og Sýria. Og tí verður fyribils mett, at vitjan Carters ongan praktiskan týdning fær fyri køldu og hatsku atmosferuna millum Ísrael og grannafíggindar tess. Men symbolski týdningurin er ikki at fara skeivur av. Carter hevur demonstrerað, at samráðingar og dialogur – sjálvt við tey, tú brýggjar teg allarminst um – ER eitt alternativ, tá vápn, kríggj og harðskapur ikki bera nakran veg. *** Útsagnir Carters um apartheid statin Ísrael hevur verið heitt kjakevni seinastu vikuna. Øðrumegin verður grundgivið fyri, at Ísrael livir upp til øll demokratisk ideal og stendur sum ein lýsandi viti hjá judeo­kristnu sivilisatiónini í einum islamofasistiskum Miðeystri. Og hinumegin verður grundgivið fyri, at tá staturin Ísrael fyrst og fremst er statur jødanna, so er talan um ein religiøsan stat uttan javnstøðu fyri arabiska­muslimska minnilutan í Ísrael, sum telur um tjúgu prosent. Eitt sjónarmið, sum mangan er at hoyra frá drusiska samfelagnum í Golan heyggjunum, frá muslimum í Eysturjerusalem ella millum beduinarar í Negev oyðimørkini. Veruleikin tykist liggja onkustaðni ímillum hesar báðar positiónirnar. Tí samstundis sum Ísrael er einasti staturin í miðeystri við eini relativt vælfungerandi fleirflokkaskipan, fríum vali fjórða hvørt ár, eini frælsari pressu og eini dynamiskari kjakmentan, so er Ísrael eisini eitt harðrent hersetingarvald, sum fer langt, ógvuliga langt, fyri at neutralisera eina og hvørja hóttan móti sjálvum konseptinum av “tí jødiska statinum”. Og hetta merkir muslimski minnilutin. Við øðrum orðum ein samanrenning av vesturlendskari liberaldemokratismu og einum autoriterum hernaðarveldi. Og innan­ ríkispolitiska stríðið í Ísrael snýr seg júst um, hvar javnvágin millum hesar báðar mótpólarnar skal vera. heini_skorini@yahoo.com Millum fólkaræði og apartheid Staturin Ísrael er ein samanrenning av vesturlendskari liberaldemokratismu og einum autoriterum hernaðarstýri. Og innanríkispolitiska stríðið snýr seg júst um, hvar javnvágin millum hesar báðar mótpólarnar skal vera çFyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter hittir seinasta vikuskiftið versta fígginda Ísraels, politisku Hamas-leiðsluna í útlegd í Damaskus, sum førdi til ísraelskt boykott og fordøming frá bæði ES og USA