leygardagur 30. juni 2001síða 26
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 30. juni 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
Støðan, 1. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir
v- j - t
mál mál munur
stig
1
GÍ
8
8- 0 - 0
26
8
18
24
2
B36
8
6- 1 - 1
31
5
26
19
3
VB
8
5- 0 - 3
22
8
14
15
4
HB
8
4- 1 - 3
15
9
6
13
5
KÍ
8
4- 0 - 4
9
16
-7
12
6
NSÍ
8
3- 2 - 3
9
12
-3
11
7
B68
8
3- 1 - 4
15
16
-1
10
8
EB/Str.
8
2- 0 - 6
8
15
-7
6
9
B71
8
1- 1 - 6
6
16
-10
4
10 FS Vágar 8
1- 0 - 7
6
42
-36
3
At døma eftir hagtøl-
unum, er lítið at ivast
í, at gøtumenn seta
nýtt met sunnudagin.
Seinastu tíggju árini
hava teir ikki tapt á
Sandi.
HAGTØL
Jákup Mørk
Tølini tala fyri seg, verður
sagt, men spurningurin er
so, um tey frá fortíðini hava
nakað at siga, tá farið verð-
ur á vøllin.
Undir øllum umstøðum,
so kunnu hesi helst geva
eina ábending um, hvussu
tað vanliga gongst, tá mót-
støðuliðini
sunnudagin
dystast.
Niðanfyri sæst, hvussu
hevur gingist, tá hesi hava
hitst seinastu tíggju árini.
'00
'99
'98
'97
'96
'95
'94
'93
'92
'91
B71-GÍ
3-7
2-5
0-1
1-4
0-3
1-1
0-7
0-1
1-4
2-2
0-2-8
10-35
B68-KÍ
6-1
2-3
1-5
1-2
0-4
2-1
3-0
0-3
0-0
0-0
3-2-5
15-19
FSV-HB
0-2
-
-
0-7
1-0
3-5
-
-
2-2
0-0
1-2-3
6-16
B36-VB
1-2
6-1
8-2
4-0
2-1
1-2
-
2-0
3-0
2-3
6-0-3
29-11
EB/S-NSÍ
-
-
-
-
-
-
2-1
-
-
-
1-0-0
2-1
Í alt
Allan Joensen er kom-
in fyri seg aftur eftir
vøddaskaðan, og tað
vil siga, at klaksvík-
ingar hava alt fólkið
tókt, tá teir koma á
Svangaskarð
KÍ fer á Svangaskarð í
morgin. Talan er um áhuga-
verda uppgerð, tí hjá báð-
um liðunum hevur tað
gingið nógv upp og niður.
Viðhvørt hava tey sýnt góð
avrik, og í øðrum dystum
hevur tað gingið alt annað
enn væl.
Toftamenn vístu góðan
hugburð í Gøtu mikukvøldið,
og avrikið var leingi gott.
Men so kiksaðu teir, og
gøtumenn vóru eirindarleysir.
Stríðið í Gøtu kostaði
B68 tvey leikbann. Hans
Fróði Hansen og Jákup Eli
Olsen vóru eftiransarar
frammanfyri Jan Petersen.
Teir fingu báðir gult kort,
og teir eru báðir leikbann-
aðir ímóti KÍ. Jan C. Dam,
sum hevur verið fastur
fúsur í miðverjuni, er lang-
tíðarskaddur. Tað vil við
øðrum orðum siga, at Jóan-
nes Jakobsen skipa mið-
verjuna av nýggjum.
Ungi og evnaríki Jann
Ingi Petersen var sera eyð-
sýndur ímóti GÍ, men hann
verður ikki við í morgin. Í
gjár fór 10. flokkur í Tofta
skúla suðureftir at ferðast,
og ungi fótbóltsmaðurin fór
avstað saman við floksfel-
øgunum.
Brasiliumenninir
hava
spælt lítið í ár. Nú mann-
fallið hevur verið stórt kann
roknast við, at teir allir
tríggir fara at fáa møguleik-
an.
Allan við aftur
Eftir sigurin á FSV og sig-
urin í unglingafinaluni hev-
ur fótbóltslagið í Klaksvík
fingið eina tonn rætta veg-
in, og manningarliga eru
teir so væl fyri, sum tað ber
til. Liðformaðurin, Allan
Joensen,
hevur
verið
vøddaskaddur í lærinum í
ein mánað. Hann hevur
vant við fullari ferð í hesi
vikuni og verður við í
morgin. Fríðin Ziskason
var leikbannaður seinast og
er nú tøkur aftur.
Trupulleikin í Klaksvík
er nú vallarspurningurin. Í
hesi vikuni hava teir havt
ein hálvan vøll at venja á,
og í næstu viku verður
eingin vøllur. Tá verður far-
ið undir at leggja nýggja
graslíkisteppið
á.
Teir
rokna við at fara eina ferð
til Gøtu at venja, og so er
eisini møguleiki at venja á
tí partinum av gamla gras-
líkinum, sum er í grótbroti-
num á Viðareiði.
Í EB/Streymi eru teir
væl fyri undan
oyggjauppgerðini
ímóti teimum av
Skálafjørðinum
Steðgurin
hjá
skotska
álopsspælaranum var stutt-
ur í Runavík. Hann er
longu farin avstað aftur.
Martin Glancy var nógv
plágaður av skaðum stuttu
tíðina, sum hann var í NSÍ.
Sáttmálin, sum var millum
felagið og hann, var í fyrstu
atløgu bara galdandi inntil
summarsteðgin, og tá skað-
ar gjørdu, at hann ikki fekk
spælt, fór skotin av aftur
landinum í hesi vikuni.
Sjúrður Jacobsen er leik-
bannaður, tá NSÍ í morgin
fer til Eiðis. Djóni N. Joen-
sen, sum var leikbannaður,
tá teir vóru á Sandi, er tøk-
ur aftur.
Í EB/Streymi er alt fólkið
tókt. Eingin er leikbannað-
ur, og undan venjingini í
gjárkvøldið
var
eingin
spælari skaddur.
Stórt mannfall á Toftum
Skotin hjá NSÍ
er farin avstað aftur
FSF sigur, at skúlin er
húsvillur, men hvørki
í B36 og í HB halda
tey seg ikki hava
skuldina av, at eingin
skúli er í Gundadali í
ár
Tey seinastu árini hava frá
umleið hálvt triðja hundrað
og upp ímóti fýra hundrað
børnum verið á fótbólts-
skúla í høvuðsstaðnum.
Eingin fótbóltsskúli verður
í høvuðsstaðnum í ár, og
tað eru foreldur og børn
sum vera man hørm um.
Í gjár og í dag eru tveir
fótbóltsskúlar á skránni.
Annar er á Toftum og í
Gøtu, og hin er í Vági.
Komandi vikuskifti verður
fótbóltsskúli
í
Vágum.
Undanfarin ár hevur fót-
bóltsskúli verið í Klaksvík,
men har verður eingin skúli
í ár.
80 børn eru á skúlanum í
Vági, og 320 børn taka lut í
skúlanum á Toftum og í
Gøtu. Undanfarin ár hevur
skúlin verið á Toftum og í
Runavík. Tá hevur luttakara
talið verið nakað lægri, enn
tað er í ár. Orsøkin til at lut-
takaratalið er økt í ár er, at
fleiri børn úr høvuðsstaðn-
um hesa ferð eru á skúla-
num í Eysturoy.
Í FSF siga tey seg hava
fingið nógvar fyrispurning-
ar um, hví eingin skúli er í
Havnini í ár. Tey siga seg
avgjørt einki hava ímóti, at
skúlin hevði verið í Gunda-
dali, men tey siga, at tað
ber ikki til, tí eingi høli eru
tøk:
– Í Gundadali eiga bæði
HB og B36 stór og sera góð
felagshús. Men hesi húsini
eru útleigað til brúdleyp og
onnur tiltøk, tá fótbólts-
skúlin varð settur at vera á
skránni. Tað vil siga, at tað
eru eingi høli tøk til fót-
bóltsskúlan. Tí er eingin
fótbóltsskúli í høvuðsstað-
num í ár, sigur Ísak Mikla-
dal, aðalskrivari í FSF.
Birgir Enghamar er for-
maður í HB. Hann sigur, at
teir hava havt ta fatan, at
teir og B36 skuldu skiftast
um at hava ábyrgdina av
skúlanum.
– Vit høvdu ábyrgdina í
fjør. Tað vil siga, at vit
løgdu hús til og útvegaðu
teir umleið hálvt hundrað
venjararnar. Tá FSF setti
seg í samband við okkum
og boðaði frá, at B36 hevði
leigað sítt hús út, var
okkara hús útleigað. Vit
halda heldur ikki, at vit
hava orku at hava ábyrgdina
fyri so stórum tiltaki á
hvørjum ári, sigur Birgir
Enghamar.
Kristian á Neystabø er
formaður í B36. Hann sigur
seg fegnan vilja hava, at
skúli er í Gundadali, men
hann heldur ikki, at hansara
felag hevur ábyrgdina av, at
eingin skúli er har í ár.
– Vit hoyrdu einki frá
FSF, og so vendu vit okkum
sjálvir til teirra. Teir søgdu,
at skúlin skuldi vera hetta
vikuskiftið. Tá var okkara
hús útleigað, men vit løgdu
tað soleiðis til rættis, at
skiftirúmini vóru tøk. Tað
boðaðu vit FSF frá og
søgdu, at tað var í lagi at
brúka skiftirúmini, um teir
funnu útvegir fyri øðrum
hølum at eta í. Vit hoyrdu
einki aftur frá FSF, sigur
Kristian á Neystabø, sum
sigur seg einki kenna til
nakra avtalu um, at feløgini
skulu hava ábyrgdina annað
hvørt ár.
– Um vit komandi ár fáa
eitt prej í góðari tíð, so
verður
fótbóltsskúlin
í
Gundadali, sigur B36 for-
maðurin.
Trupulleikar
við vallum
Í FSF siga tey seg rokna
við, at skúlin aftur komandi
ár verður í Klaksvík. Or-
søkin til at eingin skúli er
har norðuri í ár er, at teir í
hesi vikuni eru farnir undir
at taka graslíkið av vølli-
num. Tað skal skiftast, tá
nýggja teppið er komið á
vøllin í Runavík.
Undanfarin
ár
hevur
fótbóltsskúlin í Eysturoy
verið á Toftum og í
Runavík. Í ár er skúlin á
Svangaskarði og í Gøtu.
Vøllurin í Runavík er ikki
tøkur í løtuni. Nýggja
graslíkið er komið á vøllin,
men teir eru ikki lidnir við
at fáa nógva sandin í vøllin
og við at merkja hann.
Skúlin
í
Vági
byrjaði klokkan tíggju í
gjáramorgunin.
Ætlanin
var, at skúlin í Eysturoy
eisini skuldi byrja klokkan
tíggju, men í lýsing í
útvarpinum
varð
í
fyrradagin boðað frá, at
børnini
skuldu
møta
klokkan eitt. Orsøkin var
tann, at FSF vildi ikki, at
skúlin
skuldi
órógva
íslendsku forsetavitjanina,
sum fyrrapartin í gjár var í
Runavík.
Eingin fótbóltsskúli er í høvuðsstaðnum
GÍ setir metið - GÍ setir metið - GÍ setir metið
19
gult18 cyan18 magenta18 svart18
Nr. 123 • leygardagur • 30. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Skal HB á nakran hátt
fylgja við oddinum, er
tvingandi neyðugt við
einum sigri á niðasta
liðnum, sum tó hevur
havt eina ávísa
framgongd seinastu
dystirnar
UPPTAKT
Jákup Mørk
HB eru favorittar, tá teir
sunnudagin fara vestu til
Vágarnar, har teir skulu
royna seg móti FS Vágum.
Hetta kann staðfestast við
at líta á stigatalvuna, har
liðini bæði stríðast í hvør
sínum enda.
Hetta merkir tó á ongan
hátt, at vágamenn bara ætla
at geva seg yvir, nú sigurs-
vanda felagið kemur á vitj-
an. Eftir at hava havt sera
vánalig
úrslit
seinastu
vikurnar, ressaðust vága-
menn nakað um viku-
skiftið, og hóast talan eisini
varð um tap móti KÍ, so
vóru nógvir positivir lutir
hjá liðnum at taka við úr tí
dystinum.
Allir tøkir
Venjaraparið hjá vága-
monnum, Albert Ellefsen
og Jonhard Joensen, tykjast
eisini at hava allar mans
tøkar til uppgávuna. Birgir
Joensen er aftur komin fyri
seg, og harumframt hevur
felagið nú eisini fingið
tveir ungar og evnaríkar
leikarar til felagið, eftir at
hesir hava verið á Flatlond-
um í útlegd. Talan er um
teir báðar, Hans Boga
Ellefsen og Jákup Joensen,
men spurningurin er so, um
teir vera við frá byrjan.
Onkrir resta í
Í HB er støðan við fólki-
num ikki heilt so góð, sum
hon kundi verið. Lið- og
spælskiparin, Rúni Nolsøe,
fekk reytt kort í dystinum
móti B36, og tískil fær
hann ikki tikið lut sunnu-
dagin. Harumframt er iva-
mál um Una Arge. Álops-
maðurin hevur verið sjúkur
alla vikuna, og tá vit frættu
seinast, var framvegis iva-
samt, um hann fór at verða
tøkur.
Hóast hendan missin, so
eigur HB framvegis at
roknast sum greiður favo-
rittur, og í HB munnu tey
eisini rokna við einum
sigri. Hesin er eisini neyð-
ugur, um liðið so dánt skal
kunna fylgja við oddinum,
og tað er har, HB aloftast er
at finna.
Vágamenn fara tó helst at
gera sítt ítarsta, til tess at
forkoma HB-vónunum, og
eftir at teir hava sýnt eina
ávísa framgongd seinnu
umførini, tykist spurning-
urin vera, um tíðin nú er
komin, har teir fara at arga
okkurt av fremru liðunum.
Einasta liðið, sum GÍ
enn ikki hevur vunn-
ið á í ár eru B71, men
nú sleppa sandoying-
ar eisini at fáa sína
roynd móti oddaliði-
num
UPPTAKT
Jákup Mørk
At skriva um gongdina hig-
artil hjá GÍ man tykjast
sum ein endurtøka av teim-
um heilt stóru. Higartil er
talan so vorðin um átta
sigrar á rað, og spurning-
urin er so, hvørt talan verð-
ur um níggjunda og sein-
asta liðið, sum noyðist at
boyggja seg.
Kára er úti
Sandoyingar eru nakað
skerdir, nú teir taka ímóti
gøtumonnum. Móti runa-
víkingum noyddust bæði
Svenning W. Hansen og
Kári Nielsen út tíðliga í
dystinum, og hvørgin teirra
verður tøkur sunnudagin.
Ringast stendur til hjá
Kára, sum allarhelst hevur
brákað okkurt í fótinum,
verður sagt av Sandi.
Hetta merkir so helst, at
Kári Reynheim noyðist
niður á triðju deildar liðið
eftir fólki, men harumframt
er helst eisini væntandi, at
venjarin enn einaferð fer at
teljast millum teir á vøllin-
um.
Í aðrar mátar hava sand-
oyingar alt fólki tókt, og
hóast talan hevur verið um
tap í flestu av undanfarnu
dystunum, so hava teir í
fleiri av hesum prógvað, at
teir væl kunnu geva øllum
liðunum í landinum ein
skarpan gang.
Á leið hitt sama
Tí fara gøtumenn helst ikki
á nakran hátt at taka sær av
løttum, tá teir koma suður.
Fólkið tykist vera á leið
tað sama, sum í miðvikuni
vann á B68, tó at Hans
Pauli Petersen nú aftur er
tøkur hjá venjaranum.
Roknast skal tí ikki við
teimum stóru broytingun-
um á liðnum. Sámal Joen-
sen er enn ikki tøkur, men
burtur sæð frá hesum er alt
fólkið til staðar.
Hvørt hetta so verður nóg
mikið til at seta enn eitt
met, fer sunndagurin at
vísa.
1. deild menn
01.07
B71-GÍ
Eiler Rasmussen
01.07
B68-KÍ
Suni Johansen
01.07
FSV-HB
Petur E. Kjærbo
01.07
B36-VB
Niklas á Líðarenda
01.07
EB/S-NSÍ
Oddmar Andreasen
2. deild menn
30.06
Skála-NSÍ
Petur Hans Joensen
30.06
ÍF-HB
Edvard Højgaard
30.06
GÍ-LIF
Jonhard Hansen
30.06
B36-Sumba
Rúni Gaardbo
30.06
TB-KÍ
Páll Augustinussen
3. deild menn
01.07
B71-GÍ
Ólavur Weihe
01.07
B68-KÍ
Dia Lamhauge
01.07
ÍF-AB
Dan Højgaard
01.07
B36-VB
Ransins N. Djurhuus
01.07
TB-Royn
Eyðun Kjærbo
1. deild kvinnur
30.06
B68-KÍ
Jógvan A. Jacobsen
30.06
B71-HB
Hans F. Hansen
30.06
B36-VB
Erling Eysturoy
Dystir um vikuskiftið:
HB-FS Vágar:
Trýstið liggur á HB
B71-GÍ:
Setir GÍ aftur met
B36 og VB eru liðini,
sum eru næst GÍ, og
hjá báðum er tí um-
ráðandi at vinna
sunnudagin
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tá VB í fjør gjørdist før-
oyameistari, var tað í Havn,
at seinasti og avgerandi
dysturin varð leiktur. Á
sama hátt vann B36 sítt
meistaraheitið í 1997, og
tað er eingin loyna, at havn-
armenninir droyma um eina
endurtøku í ár, tá B63 fer
suður at spæla seinasta um-
farið.
Neyðugt við sigrum
Skal hetta gerast veruleiki,
er tó neyðugt við sigrum –
nógvum sigrum – tí tað
tykist als ikki sum um
gøtumenn hava hug at líta
aftur um bak á sínari ferð.
Tí er einki at ivast í, at
B36 fer eftir sigrinum í
morgin, og til uppgávuna
hava teir at kalla allar mans
tøkar. Pól Thorsteinsson
spældi móti HB, hóast hann
enn merkir til skaðan, og
roknað verður fyri vist, at
hann verður við móti
gomlu liðfeløgunum. Har-
afturat hava bæði Herbert í
Lon Jacobsen og Magni á
Lakjuni vant við fullari
ferð, eftir at teir hava verið
skaddir.
Sostatt situr Piotr Kra-
kowski helst við einum
stórum positivum trupul-
leika undan dystinum. B36
hópurin er kanska hin
breiðasti í landinum, og eru
allir mans tøkir, mugu fleiri
taka til takkar við einum
plássi á beinkinum.
Hjá VB er støðan um enn
ikki heilt so góð, so nærum.
Einasta ivamálið hjá teim-
um til dystin er Predrag
Zivkovic, sum hevur fingið
onkran skaða í økslina, og
tá vit frættu úr Vági var
sera ivasamt, um hann fór
at verða tøkur til viku-
skiftið.
Hetta er sjálvandi ein
smeitur fyri meistararnar,
men hinvegin tykist hóp-
urin í ár breiðari enn í fjør,
so ivaleyst fer leikandi
venjarin at finna upp á onk-
ur ráð, til tess at tippa holið
eftir Predrag.
Sostatt tykist talan fara at
verða um tvey lið í at kalla
sterkastu uppstilling, og í
mett eftir seinastu úrslitun-
um er talan eisini um tvey
lið, sum eru sera væl fyri,
so útlitini skuldu í øllum
førum verið fyri einum
góðum fótbóltsdysti.
B36-VB:
Tey næstfremstu dystast
C
M
Y
K
18