leygardagur 30. juni 2001síða 25
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 123 - 30. juni 2001
Nr. 123 - 30. juni 2001
17
gult16 cyan16 magenta16 svart16
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, fekk hósdagin
handað hægsta heið-
urstekin íslendsku
tjóðarinnar. Hann
kann nú kalla seg
stórriddara við
stjørnu
FORSETAVITJAN
John Johannessen
Føroya løgmaður hevur
fingið loyvi at bera hægsta
heiðurstekinið
hjá
ís-
lendsku tjóðini.
Hetta hendi, tá íslendski
forsetin, Ólafur Ragnar
Grímsson, á samkomu í
Norðurlandahúsinum valdi
at heiðra fimm fólk við
heiðursteknum í íslendska
Falkaordannum.
Anfinn Kallsberg varð
tann fyrsti, ið varð kallaður
upp til forsetan, har hann
fekk
um
hálsin
stóra
heiðurstekinið, ið ger hann
til stórriddara við stjórnu í
íslendska Falkaordannum.
Ólafur Ragnar Grímsson,
forseti, segði, at heiðurstekin-
ið skuldi fatast sum ein stað-
festing av samstarvinum
millum Ísland og Føroyar.
Fimm riddarar
Íslendski forsetin, Ólafur
Ragnar Grímsson, valdi at
heiðra fimm fólk við
heiðursteknum íslendsku
tjóðarinnar. Afturat løg-
manni fingu Poul Mohr, ís-
lendskur konsul í Føroyum,
Jóhan
Hendrik
Wither
Poulsen, professari, og Tur-
id Sigurdardóttir, lektari,
handað heiðurstekin.
Poul Mohr varð útnevnd-
ur stórriddari uttan stjórnu,
sum er næsthægsta heiðurs-
tekinið í Falkaordannum.
Og afturat honum fingu
Jóhan
Hendrik
Wither
Poulsen, professari og Turid
Sigurðardóttir, lektari, van-
ligan riddarakross av Falka-
ordannum
fyri
arbeiði
teirra við norrønum máli.
Løgmaður er vorðin stórriddari
FAKTABOKS
Trý sløg av
heiðursteknum
Heiðúrstekin íslendsku
tjóðarinnar verður nevnt
Falkurin ella Íslands-
falkurin.
Falkurin verður latin
persónum, ið íslendski
forsetin metir hava gjørt
nakað serligt fyri Ísland,
ella sum hava serligan
týdning fyri Ísland.
Heiðurstekinið er býtt í
tríggjar bólkar. Tað ber til
at gerast riddari, stór-
riddari ella stórriddari við
stjórnu. Tann, sum er út-
nevndur stórriddari við
stjórnu
ber
hægsta
heiðurstekin
íslendsku
tjóðarinnar.
Forseti Íslands, Ólafur
Ragnar Grímsson, útnevnir
Føroya Løgmann, Anfinn
Kallsberg til stórriddara við
stjórnu
Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson og frú Dorrit Moussaieff heilsa upp á
bygdarráðslimirnar í Gøtu
Ólafur Ragnar Grímsson heilsar upp á børnini í Gøtu í gjár
Frú Dorrit Moussaieff heilsar upp á børnini í Runavík
Íslendski forsetin Ólafur Ragnar Grímsson og frú Dorrit Moussaieff saman við
løgmanshjúnunum umborð á Brimli á veg inn á Skálafjørðin
Eftir gomlum ís-
lendskum siðið fekk
íslendski forsetin
nýggjan vert, tá hann
kom á kommunu-
markið millum Runa-
víkar Kommunu og
Gøtu Kommunu
FORSETAVITJAN
John Johannessen
Jens Kristian Vang (myndir)
Gøta:
Tá vitjan Ólaf Ragnar
Grímsson í Runavík var av
fyrrapartin í gjár, fylgdi
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri,
honum
til
kommunumarkið á Gøtu-
eiði, har borgarstjórin í
Gøtu, Halldóra Ranghamar,
tók við og fylgdi forseta-
num víðari í bussinum til
Norðagøtu.
Í Norðagøtu varð vitjað í
gomlu kirkjuni og gingið í
sporum Gøtu Tróndar, og
síðani varð farið í nýggju
kirkjuna við Gøtugjógv, har
Atli Hansen, kirkjuráðsfor-
maður, greiddi frá kirkjuni
og sangkórið Gøta-Leirvík
sang gamla Kingo lagið
»Nú rennur sólin frí« og ís-
lendska sangin »Smávinir
Fagrir«.
Íslendski forsetin
varð kunnaður um
oljuvinnu og um leik-
lutin hjá Atlantic
Supply Base í henni,
tá hann fyrrapartin
fríggjadagin vitjaði í
Runavík
FORSETAVITJAN
John Johannessen
Jens Kristian Vang
(myndir)
Ólafur Ragnar Grímsson,
forseti, varð væl kunnaður
um eina komandi oljuvinnu
í Føroyum, tá hann vitjaði í
Runavík fríggjadagin.
Lasse Borðoy, stjóri fyri
útgerðarhavnina í Runavík,
kunnaði forsetan um vænt-
andi virksemið og um leik-
lutin hjá Atlantic Supply
Base í Runavík í eini kom-
andi oljuvinnu.
Stór móttøka
Stór móttøka var á bryggj-
uni í Runavík, tá Brimil um
tíggju tíðina fríggjamorg-
unin legði at við íslendska
forsetanum, Ólafi Ragnar
Grímsson, umborð.
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri, tók ímóti for-
setanum og dótti borgar-
stjóran, Mia Nielsen, hand-
aði forsetafrúuni, Dorrit
Moussaieff, blómutyssi.
Íslendski forsetin gav sær
góðar stundir at heilsa upp
á mongu fólkini á bryggj-
uni, áðrenn hann við fylgi
fór í bussin, sum koyrdi
hann niðan á kommunu-
skrivstovuna, har hann
skuldi fáa eitt sindur at vita
um føroyskt oljuvirksemi.
Uttan fyri kommunu-
skrivstovuna var somuleið-
is stór mannfjøld og fagna
forsetanum.
Fekk horn til gávus
Á samkomuni í kommunu-
skrivstovuni í Runavík fekk
íslendski
forsetin
eitt
snapsaglas gjørt úr horni til
gávus frá kommununi, og
forsetafrúan fekk silvur-
smúkkur til føroyska bún-
an.
Íslendsku blaðmenninir,
sum eru við á ferðini í
Føroyum, vænta ikki, at
íslendski forsetin fer at
drekka nógvar snapsir úr
føroyska veðrahorninum, tí
hann drekkur ikki.
Kunnaðu forsetan um oljuvinnu
Skiftu vert á markinum
Íslendski forsetin fekk handað snapsaglas úr føroyskum horni frá Runavíkar Kommunu
Ólafur Ragnar Grímsson takkar Rodmundi Nielsen, borgarstjóra í Runavík, sum var vertur fyri ferðalagnum. Á kommunumarkinum til Gøtu tók Halldóra
Ranghamar, sum er bygdarráðsformaður í Gøtu, yvir sum vertur
C
M
Y
K
17
16