Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. juni 2001síða 24

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 30. juni 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 takar hendingar fram um aðrar, men tað eru alla tíð- ina børn, ógvuliga sjúk børn, sum gerast frísk. Verður sjúkan diagnoserað rætt og rætta viðgerðin sett inn, verða tey allar flestu børnini frísk aftur. Børn hava ein ótrúligan førleika at batna og koma fyri seg. Tey eru ógvuliga stríðshug- að, tá ið tað kemur til at basa eini sjúku. Tað er íbygt í teimum, at tey vilja menn- ast og gerast betri. At síggja glað børn og glað foreldur er ein vinningur í sjálvum sær. - Á Landssjúkrahúsinum hava vit tikið móti einum barni, sum var føtt fýra mánaðir ov tíðliga og vig- aði bara 700 gramm. Sama dag, barnið varð føtt, fóru vit til Aberdeen við tí. Í dag er tað eitt ár og hevur tað ógvuliga gott. Eisini eru nógv børn, sum hava havt menigitis, komin rættiliga væl fyri seg uttan stórvegis trupulleikar. Fleiri slík dømi eru. Tað er hetta, sum er so positivt við at vera barnalækni. Eg kundi ikki verið nakað annað, til døm- is ein sum bara arbeiddi við gamlamannasjúkum. Treyðugt so gongur ikki altíð eftir vild. Tá er tað sera týdningarmikið at geva foreldrunum og starvsfólk- unum góð ráð. - At geva ráð, samskifta væl og geva sær tíð til foreldur og starvsfólk er næstan tann týdningarmesti parturin av mínum arbeiði. Øll foreldur eru bangin um síni børn, tá ið tey gerast sjúk. Fáa tey at vita ná- greiniliga, hvat bagir barni teirra, hvussu framtíðin sær út, hvørji útlitini eru, eftirlit og viðgerð, er tað nógv lættari hjá teimum at fata, hvat hendir barni teirra og koma til sættis við og góðtaka tað. Tí er umráð- andi at geva teimum nógva tíð soleiðis at tey kunnu spyrja um alt og siga, hvat tey hava hug til. At undir- vísa starvsfólk er ikki minni umráðandi, at tey fylgja við í øllum, sum fer fram soleiðis at vit hava eitt gott lið av starvsfólki. - Samskiftið, upplýsing, samkensla og tíð er tað týdningarmesta í teimum førum, tá ið einki er at gera. Sjálvsagt ávirkar tað eisini meg, tá ið eg havi við eitt ógvuliga sjúkt barn at gera. Sum barnalækni eri eg ógvuliga nógv innblandað og virkin í tí, sum fer fram. Men dugir tú ikki at halda eina ávísa frástøðu, ber ikki til at arbeiða og taka røttu avgerðirnar. Professjónella linjan má haldast alla tíðina. Tað er ikki altíð lætt, men eg havi lært tað. Ikki øll kunnu vera barnalækni av tí sama, men eg kundi ikki verið nakað annað. Eftir at eg sjálv havi fingið eina dóttir, skilji eg betur, hvat foreldur fara ígjøgn- um, hvat tey hugsa um og eru bangin fyri, tá ið tey hava eitt sjúkt barn. - At vera barnalækni er eisini ógvuliga spennandi. Intellektuelt er tað ógvuliga stimbrandi, ikki minst tí, at eitt lítið barn ikki kann siga frá, hvat tí bagir. Sergreinin sum barnalækni fatar um nógv øki og tí síggi eg nógv ymiskt alla tíðina. Her eru børn sum eru 14 vikur ov tíðliga fødd og 14 ára gomul børn. Eitt ógvuliga breitt spektrum sum hevur ymiskar avbjóðingar við sær. Tá ið sjúka verður staðfest tíðliga, ber ógvu- liga væl til at fyribyrgja størri avleiðingar seinni, sigur Sepideh, ið leggur afturat, at møguleikarnir fyri at gera fyribyrgjandi arbeiði á Landssjúkrahús- inum ikki eru so góðir vegna vantandi starvsfólk. Vórðu forfylgd Fyrstu barnaárini vaks Sepideh Taheri upp í Iran. Mamman er russisk og páp- in persi, og øll eru tey ba- hai. Tað hevur ongantíð verið lætt at verið bahai í Iran, tað er tað framvegis ikki í dag, hóast bahai er størsti átrúnaðarligi minni- lutin í landinum, umleið 400.000 í tali. Kristin og jødar hava harafturímóti verið viðurkend og hava varðveitt vanlig mannarætt- indi. Altjóða felagskapir og stjórnir um allan heim hava trýst á myndugleikarnar í Iran í nógv ár og skipað fyri ymsum herferðum fyri at geva bahaiarum frið at virka og liva. Undir islam- sku kollveltingini vórðu nógvir bahaiarar forfylgdir og tiknir, nógv vórðu sett í fongsul og tikin av døgum. Familjan Taheri náddi at flýggja beint áðrenn. - Tá ið vit fóru, var nógv- ur ófriður í landinum, og nógvir skúlar vórðu aftur- latnir. Vit komu í øllum góðum av landinum, greið- ir Sepideh frá. Hon var smágenta, tá ið familjan flýddi úr heim- landinum. Fyrst fóru tey til Norðurírlands og síðani til Onglands. Sepideh hevur lisið í Aberdeen og London, har hon hevur tikið ser- greinina sum barnalækni. Týdningarmesta enda- málið hjá bahaiarum er at arbeiða fram ímóti heims- friði og at beina fyri for- dómum, sum skilja fólk sundur. Í frítíðini skipa Sepideh og beiggi hennara fyri skeiðum um heimsfrið. Tey hava verið uttanlands, eitt nú í Íslandi og hildið skeið. Enn er einki slíkt skeið hildið í Føroyum, tí umstøðurnar hava ikki verið til tað. - Okkara arbeiði, sum er grasrótsarbeiði, er serliga ætlað ungfólki í útbúgving- araldri. Tað er sera týdning- armikið at tey skilja tað, sum fer fram í heiminum, hvørjir trupulleikarnir eru fyri at kunna síggja, hvat skal til fyri at broyta heim- in. Tá ið tú arbeiðir fram ímóti einum hægri enda- máli, er lættari at síggja burtur frá smálutum. Í øll- um sambondum, sigur Sepideh Taheri, sum at enda sendir eina heilsan til øll, hon hevur arbeitt saman við og børn og foreldur, hon hevur verið í sambandi við. - Eg takki fyri, at øll hava tikið so væl ímóti mær og míni familju, at vit eru góð- tikin, eru stuðlað og at vit hava fingið møguleika fyri at hava tað so gott. Vit síggjast aftur næsta ár. - Sepideh Taheri, barnalækni á Landssjúkrahúsinum. Sepideh merkir »dimmalætting« og Taheri merkir »av tí reina«. Mynd: Álvur Haraldsen »Intellektuelt er tað ógvuliga stimbrandi at vera barnalækni, ikki minst tí, at eitt lítið barn ikki kann siga frá, hvat tí bagir« »Eftir at eg sjálv havi fingið eina dóttir, skilji eg betur, hvat foreldur fara ígjøgnum, tá ið tey hava eitt sjúkt barn« 15 14 Nr. 123 - 30. juni 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 - At arbeiða sum barnalækni er ógvu- liga lívsjáttandi og spennandi. Børn hava ótrúlig evni at batna og koma fyri seg eftir eina álvarsliga sjúku. Tey eru ógvuliga stríðshugað, og vilja mennast og gerast betri. At síggja glað børn og glað foreldur er ein vinningur í sjálvum sær, sigur Sepideh Taheri, barnalækni á Lands- sjúkahúsinum. Í dag fer hon í far- loyvi, men hon kemur aftur til Føroya at arbeiða um eitt ár Turið Kjølbro Barnaárini í Onglandi hoyr- di hon hvønn dag Føroyar nevndar í veðurtíðindunum fyri havleiðirnar. At Før- oyar liggja í Norðuratlants- havi visti hon eisini, men ikki stórt meiri enn tað. - Tá beiggi mín fór til Føroya at arbeiða sum lækni eitt stutt skifti fyri fimm árum síðani, vitjaði eg hann í eina viku. Hetta var seinasta árið í venjing- ini í míni útbúgving sum lækni, sum varð liðug árið eftir í september. Eg hevði sett mær fyri at vitja sjúkra- húsini fyri at vita, hvussu alt sá út. Eg varð fangað beinanvegin. Fekk at vita, at stórur tørvur var á barna- læknum, og eg fekk eisini í boði at vera við í pcb- granskingini av føroyskum børnum. Í nakrar mánaðir hugsaði eg um hetta, og gjørdi av at fara til Føroya at arbeiða í eitt ár. Beiggi mín var júst tá liðugur sum lækni og eisini hann gjørdi av at fara til Føroya at arbeiða, greiðir Sepideh Taheri, barnalækni á Landssjúkrahúsinum, frá. Eina árið gjørdist til fýra. - Tá ið vit høvdu verið her eina tíð, sóu vit, at Føroyar eru eitt gott land at búgva í. Vit hava fingið nógvar góðar vinir fyri lívið. Hetta hevur verið ein góð og stuttlig tíð, sigur Sepideh, sum tosar føroyskt raðið. Málið hevur hon lært við at lesa føroyskt og tosa málið burturav í sínum arbeiði. Í dag er seinasti arbeiðs- dagur hennara í hesum um- farinum. Nú fer hon saman við familjuni aftur til Ong- lands, men kemur aftur um eitt ár. Maður hennara, Andrew Hicks, ið er út- búgvin biokemikari, ar- beiddi sum granskari í París, tá ið Sepideh fór til Føroyar, men er síðani komin hendavegin. Hann fekk arbeiði í íslendsku fyritøkuni DeCode, sum fæst við arvagransking. Ar- beiðssetningur hansara er eitt nú at grundleggja gransking í Føroyum, arva- gransking og aðra gransk- ing. - Arvagransking er fram- tíðin. Tað er í arvinum, vit kunnu finna út av, hvat er grundleggjandi galið. Tað er har vit finna røttu við- gerðina og fyribyrgjandi evni at viðgera við. Grund- in til, at vit koma aftur til Føroya er millum onnur henda spennandi avbjóð- ingin og sjálvsagt eisini mítt arbeiði sum barna- lækni. Har liggur nógv ar- beiði á láni. Sepideh og Andrew hava fingið eina dóttir, Arianne, sum í dag er tvey eitt hálvt ára gomul. Foreldur Sepi- deh, sum búðu í Skotlandi, hava verið í Føroyum síðani Arianne varð fødd. Í fyrsta umfari fyri at taka sær av Arianne, sum vantaði barnaansing. - Teimum dámar væl í Føroyum, men halda tó, at veðrið kundi verið betri, sigur Sepideh. Foreldur Sepideh búseta seg nú aftur í Skotlandi, og maður Sepideh fer fram- haldandi at arbeiða við arvagransking í Íslandi og í Føroyum. - Vit eru von við at hava arbeiði í útlondum og at vera nógv burtur frá hvør øðrum. Tað er hart, men tað gongur. Hetta er ikki so nógv øðrvísi enn hjá nógv- um føroyskum kvinnum, sum hava mann á sjónum. Fara og koma Orsøkin til, at Sepideh fer av landinum nú, er, at henni vantar eitt hálvt ár í útbúgv- ingini sum serlækni. Kravið er, at hendan tíðin skal tak- ast á einum stovni, sum ikki er sjúkrahús. - Tað er gott og spenn- andi at fáa tær royndirnar afturat, men mær dámar best at arbeiða á sjúkrahúsi og at taka mær av børnum, sum gerast sjúk akutt, sigur Sepideh, sum ætlar sær at fáa sær aðrar royndir innan sítt øki sum lækni meðan hon verður í Onglandi komandi árið. - Fært tú ikki nýggjar royndir, mennist tú ikki og tú steðgar upp. Eisini um tú verður á einum arbeiðsplássi ov leingi. At vera barnalækni í Før- oyum, er ikki minni avbjóð- andi enn aðra staðni, heldur Sepideh. - Her eru allar tær van- ligu sjúkurnar, sum síggjast alla staðni. Serliga um vet- urin gerast nógv børn rætti- liga sjúk. Tá eru nógvar brunasjúkur, helst orsakað av veðrinum. So eru eisini stoffskiftissjúkur, sum arv- ast nógv, og aðrar serligar sjúkur. Av einum barna- lækni krevst ein breið út- búgving og breið vitan um allar hesar sjúkurnar fyri at kunna staðfesta tær og við- gera tær. Í Føroyum eru nøkur dømi av øllum. Børn í Føroyum hava tað gott. Tey liva tætt upp at náttúruni og í mun til aðra staðni er tað friðarligt í Føroyum, heldur Sepideh. - Aðra staðni er tíverri rætti liga vanligt at síggja børn, sum eru kropsliga misrøkt. Eg havi einki sæð til hetta í Føroyum hesi ár- ini. Hinvegin veit eg, at kynslig misnýtsla av børn- um ikki er eitt óvanligt fyri- brigdi í Føroyum. Arbeiðið sum barnalækni er ógvuliga lívsjáttandi og positivt. - Ringt er at taka eins- Kundi ikki verið annað enn barnalækni - Fáa foreldur at vita nágreiniliga, hvat bagir barni teirra, hvussu framtíðin sær út, og hvørji útlitini eru, er tað nógv lættari hjá teimum at fata og koma til sættis við, hvat hendir og góðtaka tað, sigur Sepideh Taheri. Mynd: Álvur Haraldsen »Aðra staðni er tíverri rættiliga vanligt at síggja børn, sum eru kropsliga misrøkt. Eg havi einki sæð til hetta í Føroyum hesi árini« C M Y K 14