mánadagur 28. apríl 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 28. apríl 2008
5
atlantic.fo
Ferðslusamskiparar til Atlantic Airways Pf., Vágar
Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01
Okkara Operations deild í Vágum er
hjartað í dagliga flutningsvirkseminum hjá
Atlantic Airways. Til hesa deild søkja vit
eftir fleiri nýggjum starvsfeløgum, sum
skjótast tilber kunnu gerast partur av okkara
framtakshugaða toymi. Sum partur av hesi
deild tekur tú lut í arbeiðinum at samskipa
dagligu ferðsluna, flotan og manningina. Í
starvinum er neyðugt at taka skjótar og rættar
avgerðir á fleiri stigum, tí tú hevur beinleiðis
ávirkan á okkara dagligu flogavgreiðslu.
Starvið hevur við sær skiftandi vaktir
og arbeiðstíðir. Í starvinum hevur
tú tætt samstarv við teknisku deild,
flogvallastarvsliðið, farmadeildina og
flogmanningina, umframt at tú ert við til at
leggja arbeiðstíðir hjá manningini til rættis.
Útbúgving og royndir
Tú eigur at hava eina hóskandi útbúgving
og ella royndir innan flogferðslu – gjarna
sum nýútbúgvin flogskipari, ið hevur hug
til at læra okkum at kenna á jørðini, áðrenn
tú seinni møguliga fert á flog. Royndir
sum flogavgreiðslufólk, dispatchari, AFIS-
operatørur ella ferðsluhjálparfólk eru
eisini serliga viðkomandi. Vit síggja til, at
røttu umsøkjararnir fáa ta upplæring og
skeiðstilboð, ið eru neyðug. Týðandi er,
at tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góð
samstarvsevni, samstundis sum tú ert
tænastu- og søluhugað/-ur. Vit vænta, at tú
ert fleksibul, tá ið átrokandi støður koma fyri.
Aftur at hesum hevur tú skil fyri KT og dugir
eingilskt í skrift og talu.
Vit bjóða
Starvið er áhugavert og avbjóðandi, og
møguleiki er fyri persónligari menning, har
persónlig ábyrgd og góðska eru leiðorð. Nógv
toymissamstarv er á deildini, sum í løtuni telur
6 starvsfólk.
Lønin verður í samsvari við førleika og
starvstreytir. Aftur at hesum verður høvi til
ókeypis ferðir, eftirløn og trygging sambært
starvsfólkapolitikki felagsins.
Umsókn
Nærri upplýsingar um størvini fáast hjá
Rasmusi Niclasen, leiðara á Operations
deildini, tel.: +298 213721 og +298 341039,
ella: rasmus@atlantic.fo
Skrivlig umsókn við CV og avriti av prógvum
o.ø. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30.
apríl 2008 og skal sendast til:
Atlantic Airways, Human Resources
Att.: Georg Suðurgarð
Vágar Airport, FO-380 Sørvágur, Føroyar
ella til: georg@atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrslitið. Umleið 250 fólk starvast
í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2007 var 539 milliónir krónur.
Atlantic Airways hevur sjey flogfør og fýra tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondunum
Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi, Noregi og Svøríki. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leiguflogførum, og umleið helvtin av
inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore flúgving í Norðurhøvum.
sansir.fo