Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 80 - 28. apríl 2008 Gongst sum Regin Joensen og onnur ætla, fáa ferðafólk ein nýggjan møguleika at gista í Mykinesi í framtíðini. – Vit ynskja at bjóða fólki eina virkna og vistfrøðiliga frítíð í grønum umhvørvi, sigur Regin Joensen, sum sjálvur hevur ættarbond haðani Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Mykines: - Hetta er ein gomul ætlan, sum vit nú ynskja skal gerast veruleiki, sigur Regin Joensen við Sosialin. Saman við Katrin og Agnari Joensen hevur hann í hyggju at byggja fýra smáar lonir í Mykinesi. Endamálið er bjóða teim ferðandi ein góðan møgu- leika fyri gisting. Tey hava funnið eitt hóskiligt stað til eitt slíkt endamál ovarlaga í bygdini, á einum staði tey nevna Kongsmørkin. Metti kostn- aðurin fyri verkætlanina er umleið 7 mió krónur. Ætlanin er at hava fýra eins íbúðir í hvørjari lon og við øllum tí, sum hoyrir til eina slíka. Byrjast skal við teirri fyrstu lonini og síðani byggja hinar sohvørt. Tá hesar íbúðirnar eru vorðnar til veruleika, verður miðað eftir at knýta tær aftrat virkseminum sum í mong ár hevur verið í Kristianshús. Henda mat- stovan verður av útlending- um kosin besta matstovan í Mykinesi! - Vit meina, at tørvur er á slíkum umstøðum til tey ferðandi. Og hvør veit – verður rætta atborið, kann tørvurin gerast munandi størri í framtíðini, slær Regin Joensen fast. Bygdin kann vaksa Mykines er ein av teimum oyggjunum sum flest ferðafólk vilja síggja, tá tey vitja land okkara. Til tess at koma higar eru bert tvinnandi møguleikar: Sjóvegis við báti úr Sørvági ella loftvegis við tyrluni hjá Atlantsflogi. Trupulleikin hevur hinvegin verið, at oyggin hevur ikki havt so nógv at bjóða øllum hesum mongu ferðafólkunum: Eingin handil er í oynni, men tey hava kortini kunnað fingið sær ein bita í mat- stovuni ella hava kunnað gist í Kristianshúsi, sum er uppkallað eftir abba Regin. Nú ætla so Regin og onn- ur at bróta upp úr nýggjum og veruliga geva vitjandi føroyingum og útlendingum ein møguleika at steðga á í oynni í fleiri dagar undir góðum umstøðum. Tey ynskja nú at markn- aðarføra Mykines sum eina oyggj, ið er verd at vitja. Teirra partur verður so at geva teim vitjandi góðar umstøður til gisting. - Við at byggja smáar lonir síggja vit fyri okkum, at bygdin kann vaksa á ein natúrligan hátt, slær Regin fast. Nýtt og gamalt Fyri Regin er púra greitt, at tá ein fer undir eina slíka verkætlan, so skal dygdin vera í hásæti. Hetta sama ger seg gald- andi, tá føroyingar velja líknandi loysnir í øðrum londum: Ein bíleggur sær eini summarhús ella eina íbúð, og veit hvat ein fær, tá ein kemur til staðið. Í Mykinesi hava fólk kunnað leigað sær eini hús at búgva í, meðan tey halda frítíð í hesi vestastu oyggj okkara. Men Regin og tey ynskja at víðka hetta til- boðið eitt sindur meiri. Ætlanin er nevniliga at byggja hesar íbúðirnar sum eini gomul hús, men har alt kortini er gjørt í nútíðar- stíli. - Vit ivast onga løtu í, at fólk eru hugað fyri hesum møguleikanum, sigur Regin, sum vónar at sleppa skjótt í gongd við ætlan sína. Menna ferðavinnuna Eftir at hava fyrireikað alt hetta, sendi hann, saman við Katrin og Agnari Joensen eina umsókn til bygdaráðið í Sørvági í mai mánaði í 2006. Hann bíðaði spentur eftir at frætta aftur frá komm- ununi, sum Mykines er partur av. Tað skuldu ganga nærum hálvtannað ár til noktandi svarið kom. Sagt varð í svarinum, at ongar ásetingar vóru fyri summarhúsøki og at bygdaráðið tí ikki kundi geva nakað byggiloyvi. Men síðani er vegleiðandi skriv til byggisamtyktir og øki til frítíðarhús komið úr Løgmálaráðnum. Regin gjørdi tí ikki mætari enn at senda eina nýggja umsókn í farnu viku til kommununa við somu ørindum – frítíðaríbúðir til vinnuligt virksemi. - Vit hava brúka hesa tíð- ina til meiri ráðgeving um eina framtíðar ferðavinnu, og vóna at bygdaráðið hesaferð fer at geva máli- num eina positiva viðgerð, sigur Regin Joensen. Ætlar at byggja íbúðir í Mykinesi - Sesongin fyri ferðafólk í Mykinesi er fýra mánaðir. Vit miða eftir, at hava belegning helvtina av tíðini, sigur Regin Joensen sum ætlar at gera sekstan frítíðaríbúðir í bygdini. Ætlanin er at leggja tær ovarlaga í bygdini (sum sæst ovast á tekningini her á myndini) á einum staði tey nevna Kongsmørkin, norðanfyri Túvalsgarðin Mynd: Jens Kristian Vang ” Tá hesar íbúðirnar eru vorðnar til veruleika, verður miðað eftir at knýta tær aftrat virkseminum sum í mong ár hevur verið í Kristianshús. Henda matstovan verður av útlendingum kosin besta matstovan í Mykinesi! Viðmerking frá borgarstjóranum Í blaðnum í morgin hava vit viðmerking frá borg- arstjóranum í Sørvágs kommunu, Jákup Suna Lauritsen til ætlanina við frítíðaríbúðunum Náttúrulund í Sundalagnum Gongst soleiðis sum Sunda kommuna ætlar, verður ein náttúru- lund løgd við Streymin. Málið var til viðgerð í Trivnaðarnevnd- inini fyri tveimum vikum síðani, eftir hugskoti frá einum stigtak- ara. Her skotið verður upp, at ein slík náttúrulund verður skipað báðu megin Sundalagið (myndin), - á einum staði norðanfyri brúnna og á einum staði sunnanfyri brúnna um Streymin, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu. Áðrenn ætlanin kann setast í verk, má bygdaráðið taka støðu, eins og loyvi má fáast frá teim- um sum eiga lendið. Tá hetta er greitt, ætlar ein áhugabólkur at arbeiða víðari við ætlanini. Ætlanin er somuleiðis at fáa Skógrøkt Landsins at siga sína hugsan um hetta spennandi málið. Sølustevna fyri øll Sandoy: »Persónligheit og hugni« eru lyklaorðini aftanfyri ársins sølustevnu sum ítróttarfelagið B71 skipar fyri um vikuskiftið. Stevnan verður sett leygardagin kl. 15 í Megin- skúlanum av Elisabeth Myllhamar, sum sjálv er íðin fótbólts- fjeppari. Á stevnuni fara omanfyri 20 fyritøkur og handlar úr Sandoynni og aðrastaðni frá at luttaka, eins og nógv verður gjørt burtur úr undirhaldinum. Kunningarstovan í Sandoynni fer eisini at luttaka, eins og eitt hugnakvøld verður í Virkinum leygarkvøldið. – Vit kunnu lova, at tit verða eins ovfarin av hesi sølustevnuni, sum tit vóru av formulaliði felagsins í fjør, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.