mánadagur 28. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 80 - 28. apríl 2008
- Størsta uppgávan
hjá okkum er at vera
millumlið millum
føroysku og bret-
sku stjórnina, sigur
Sigmundur Isfeldt,
føroyskur sendi-
maður í London
SENDIMAÐUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er undarligt, sum til
vildin ofta kann ráða. Tað var
ikki tilætlað, at vit á okkara
Londonferð
skuldu
hitta
føroyska sendimannin har,
men soleiðis lagaði tað seg.
Eftir at vit høvdu sagt
okkara guide farvæl fríggja
dagin, gjørdu vit av at spáka
eitt sindur runt í býnum
»uppá egin hond«. Vit høvdu
sjálvandi ikki peiling av, hvar
vit vóru, so vit gingu bara.
Knappliga síggja vit eitt før
oyskt flagg veittra á einum
bygningi. Tað vísti seg at
vera danska ambassadan, har
eisini føroyska sendistovan
heldur til.
Tá vit soleiðis av tilvild
rendu okkum á føroysku
sendistovuna
var
tað
sjálvsagt, at vit fóru inn at
heilsa upp á.
Hóast føroyski sendimað
urin í London, Sigmundur
Isfeldt, hevði úr at gera
hendan dagin, tók hann sær
stundir at tosa við okkum.
Føroyska sendistovan í
London er ikki so gomul.
Hon varð sett á stovn í
2002, og John Rajani var
fyrsti sendimaður. Undan tí
høvdu
Føroyar
eina
sendistovu í Aberdeen, har
Sofus Poulsen var føroyskt
umboð í mong ár. Í dag
fylgja føroyingar rákinum
hjá øðrum londum, har
siður er at skifta sendimenn
út eftir stutt áramál, í
føroyska førinum er tíðin
trý ár. Og tað merkir so, at
starvstíðin hjá Sigmundi
Isfeldt er úti í summar.
Í øðrum londum er tað
vanligt, at sendimenn verða
sendir runt til ymsu sendi
stovurnar. Harvið verður
bygd upp ein servitan innan
uttanríkisráðið, tí tú fær
sendimenn, sum kenna til
øll øki, har landið hevur
sendistovur,
sigur
Sig
mundur Isfeldt.
Persónligar kontaktir
Føroyska
sendimanninum
dámar væl í London, sum
hann heldur er ein spennandi
býur. Men har er eisini nógv
viðurskifti at seta seg inn í,
og hann metir, at man sum
nýggjur má nýta eini tvey
ár, áðrenn man kennir til alt
viðkomandi á staðnum.
So persónliga haldi eg, at
trý ár er í minna lagi. Tað
kundi saktans verið eitt ár
longri, sigur Sigmundur
Isfeldt.
Tað krevur eisini sítt at
flyta til annað land. Tað er
jú ikki bara ein leysur
kroppur, sum skal avstað.
Í mínum føri eru tað trý
børn, sum skulu í skúla, so
tað krevur sjálvandi sítt at
fara við familju til annað
land
at
búgva,
sigur
Sigmundur Isfeldt.
Starvið sjálvt er bæði
spennandi og avbjóðandi.
Og uppgávurnar mangar og
fjøltáttaðar.
Men fyrst og fremst kann
sigast, at uppgávan hjá
sendimanninum er at vera
millumlið millum føroysku
og bretsku stjórnina, sigur
Sigmundur Isfeldt.
Annars eru uppgávurnar
ógvuliga
ymiskar
frá
vanligum fyrispurningum
frá fólki, sum ætlar sær at
lesa í London til móttøkur
og fundir.
Tað er sjálvandi eitt val at
seta eina sendistovu á stovn.
Tað ber jú eisini til at gera
arbeiðið úr Føroyum. Men
tá fært tú ikk tær persónligu
kontaktirnar, sum eru so
ótrúliga
týdningarmiklar,
sigur Sigmundur Isfeldt.
Egin hølir
Føroyska
sendistovan
í
London heldur til í tveimum
leigaðum rúmum inni á
donsku ambassaduni, og
tað er synd at siga, at tað er
rúmshátt. Tí er tað eisini
eitt ynski hjá føroyska
sendimanninum, at sendi
stovan fær egin hølir við
meiri plássi.
Ein av uppgávunum hjá
okkum er at arbeiða fyri
vinnulívinum, og mítt ynski
er, at vit kundu havt eitt
umboð frá teimum inni á
sendistovuni hjá okkum,
antin permanent ella í einari
onandoff skipan, sigur
Sigmundur Isfeldt.
Hetta kundi verið gjørt
við antikn at landið ella
kanska vinnulívið sjálvt
fíggjaði. Men við verandi
hølisviðurskiftum ber hetta
slett ikki til.
Tað starvast tvey fólk fast
á sendistovuni, sendimað
urin sjálvur og so ein skriv
stovukvinna. Tað er Sigga
Jacobsen, sum býr fast í
London. Men so er vanliga
ein praktikantur eisini á
sendistovuni, og tað hevur
tað verið síðani Sigmundur
Isfeldt gjørdist sendimaður.
So sendimaðurin sjálvur
hevur annað hølið, meðan
skrivstovukvinnan og pra
ktikanturin sita í hinum.
Tað er væl hugsandi, at
føroyska
sendistovan
í
London fer at fáa egin hølir,
tí stórur dentur varð lagdur
á at sendistovan í Íslandi
fekk egin hølir. Og nú vit
hava fingið eitt uttanríkisráð
burturav, og nú tosað verður
um sendistovu í New York í
egnum hølum, er væl hugs
andi, at sama verður gjørt á
sendistovuni í London.
Men fyribils mugu tey
trý hjálpast við hølunum
inni á donsku ambassaduni
í London.
Vit skulu vera
millumlið
Sigmundur Isfeldt framman fyri donsku ambassaduni, sum eisini rúmar føroysku sendistovuni í
London. Sum á øðrum ambassadum var vápnaður vaktur uttanfyri hurðina, sum einans kundi
latast upp innanífrá
Mynd: Álvur Haraldsen
SENDIStovAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Líka síðani Sigmundur
Isfeldt tók við sum føroy
skur sendimaður í London
hevur verið vanligt, at
sendistovan hevur ein
praktikant.
Praktikanttíðin er hálvt
ár, og Ata Maria Bærent
sen, sum lesur løgfrøði í
Keypmannahavn, er sætti
praktikanturin í røðini.
London er ein rættiliga
friðarligur býur hóast
støddina, men kortini skal
ein ansa sær, serliga fyri
lummatjóvum. Tað mátti
Ata sanna tá ein slíkur
hevði verið í mappuni hjá
henni og tikið visakortið.
Hon varnaðist hetta ikki,
fyrr enn onkur tók taskuna
hjá henni. Tá hon sperraði
kortið varnaðist hon, at
nógvar túsund krónur vóru
úttiknar.
Men burtursæð frá hesi
keðiligu hendingini dámar
Atu sera væl býin og
heldur, at tað er eitt njótilsi
at vera í praktikk á føroysku
sendistovuni í London.
Ata í praktikk á sendistovuni
Ata Maria Bærentsen
(tv), sum er í praktikk á
føroysku sendistovuni í
London, saman við Siggu
Jacobsen og føroyska
sendimanninum í
London, Sigmundi Isfeldt
Mynd: Álvur Haraldsen
TV 2 Radio letur aftur –
starvsfólkini fáa sekkin
Tað fær nú avleiðingar, at danska sjónvarpsstøðin TV 2 hevur so stórt undirskot
og so fáar lurtarar á nýggju útvarpsstøðini. DR skrivar í morgun, at nýggja
útvarpsstøðin hjá kappingarneytanum letur aftur. Fyrrapartin í morgin fáa
fólkini, sum skulu sigast upp, boð um tað. Næstan øll tey umleið 50 starvsfólk
ini fáa helst eitt uppsagnarbræv. Tað ljóðar, at TV 2 er farið undir samráðingar
við Scandinavien Broadcasting System, SBS, sum helst fer at keypa útvarps
støðina. TV 2 vónar, at støðin framhaldandi fer at lata tíðindi til útvarpsrásina.
Havnarkórið konsert í Sandavágs Kirkju
Hósdagin komandi, Kristi himmalsferðardag, hevur Havnarkórið konsert í Sandavágs
Kirkju. Havnarkórið hevur í seinni árum lagt seg nógv eftir at framføra størri tónaverk;
men her í várhálvuni var tað a cappela sangur, t.e. sangur uttan fylgispæl, sum var
setningurin. Kórið hevur nú 42 ár á baki, og í stóran mun verður konsertskráin afturlítandi:
Umframt satsir á føriskum máli verður framførslan bæði í tíð og stað at meta sum ein
kórljómandi ferð gjøgnum Europa við sangi á týskum, sveitsiskum, enskum, italskum og
eisini onkrum á donskum máli. Konsertin er ókeypis og hon byrjar kl. 17.00.