Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 80 - 28. apríl 2008 Føroyskir politikarar vita, at leiklistin hevur týdning, men teir mangla eldhug og galskap at vísa hetta í verki, sigur føroyski leikstjórin, Eyðun Johannesen, sum í dag fyllir 70 ár. Í heyst skal hann leikstjórna altjóða klassikara í Danmark Mentan Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Undangongumaðurin innan føroyskan yrkissjónleik, Eyðun Johannesen, fyllir í dag 70 ár. Eyðun Johannesen var í 1960 fyrsti føroyingur, sum fekk sær sjónleikaraútbúgving, og hann hevur verið ein av undangongu­ fólkunum at styrkja og menna føroyskan sjónleik. Millum annað var hann við til at stovna fyrsta føroyska yrkissjónleikara­ bólkin, Grímu, í 1977, og tá hann í tíðarskeiðnum 2000 til 2005 virkaði í Føroyum, varð Tjóð­ pallur Føroya settur á stovn. Hóast Eyðun Johannesen í dag fyllir 70, er hann framvegis ein umbiðin leikstjóri í Danmark. Seinni í ár skal hann leikstjórna stórari danskari uppseting av altjóða metsølubókunum hjá Philip Pullman. Sosialurin hevur prátað við føðingardagsbarnið um føroyska leiklist, tær avbjóðingar hon hevur, og tær karmar hon fær í millum annað ársins fíggjarlóg. Føðingardagin heldur Eyðun saman við konu og børnum og abbabørnum. ­ Eg havi 11 abbabørn og eitt langabbabarn, og tá eg nú ikki kann taka tey stimitúr út á Nólsoyarfjørð, fara vit ein havnar­ undfart her í Keypmannahavn á føðingardegnum. Fíggjarlógin eitt barometur Í seinastu viku var fíggjarlógin fyri 2008 almannakunngjørd, og fleiri umboð fyri listina hava funnist at, at játtanin til mentan og list ikki samsvarar við føgru orðini undir valstríðnum. Eyðun Johannessen flutti í 2005 aftur til Danmarkar eftir fimm ár í Føroyum. Hann er tí ikki longur ein beinleiðis partur av føroyska leiklistapallinum, men hann roynir at fylgja við, sigur hann. ­ Fíggjarlógin hevur ikki verið til fystu viðgerð enn, og politik­ ararnir lova at næsta ár verður alt betri. Men fíggjarlógin er altíð eitt barometur, og vit mugu í øllum førum staðfesta, at játtanin er soltin samanborið við vallyft­ ini, sigur føroyski leikstjórin í Keypmannahavn. ­ Tíverri er manglandi fígging av list ikki eindømi fyri Føroyar. Vit síggja tað sama í Danmark og øðrum stórum londum. Men hetta er serliga álvarsamt fyri eitt lítið land sum Føroyar, staðfestir Eyðun Johannessen. ­ Føroyska samfelagið er so lítið, at vit kunnu ikki dúva uppá marknaðin. Almennur stuðul og fígging skal til, um listin skal trívast og mennast. Listin mennir Og tað er ikki líka mikið, hvussu listarligu umstøðurnar eru. Listin hevur sama týdning sum kunning og útbúgving. Hon er við til at menna tjóðina, heldur Eyðun Johannesen. ­ Listin er tann kreativa lívs­ æðrin. Hon lærir okkum at hugsa ótraditionelt, og hetta smittar av til restina av samfelagnum, sigur hann. ­ Sjónleikur kostar pengar, men er ikki ein eksport vøra, sum gevur beinleiðis pengar aftur til landi. Tí hevur tað kanska verið hildið at verið oyðsl at brúka almennar pengar til slíkt. Men eg haldi at hetta er broytt. Ein hugburðsbroyting er farin fram. Sjónleikur dregur í dag ein breiðan áskoðaraskara, og bæði fólk og polikarar síggja virði í leiklistini. Men hugburðsbroytingin sæst ikki enn aftur í materiellari fígging. ­ Politikarar vita í dag, at ein íløga í listina er ein íløga í samfelagi, men teir mangla eldhugin og galskapin at føra hesa vitan út í lívið. Vandin at kreativu fólkini leita sær burtur liggur altíð og lúrir í einum lítlum landi sum Føroyum, og tí má rúm skapast fyri listarligum virki í Føroyum, staðfestir Eyðun Johannessen. Burtur at fáa flog Sjálvur er føroyski sjónleikarin og leikstjórin eitt gott dømi um eitt listafólk, sum hevur verið við til at menna listina í Føroyum, men ikki fingið veruligt flog fyrr enn hann leitaði sær uttanlanda. ­ Tær stóru avbjóðingarnar havi eg fingið uttanfyri Føroyar. Og mínar royndir í Danmark hava gjørt meg betri, enn eg trúði, at eg var. ­ Tað er ikki tí at Føroyar eru trongdskygdar, men møguleik­ arnir eru avmarkaðir. Eg havi kortini roynt at verið á báðum støðum. Í Danmark hevur Eyðun Johannessen virkað sum rektari á leiklistaskúla og hevur leik­ stjórnað stórum og nógv róstum leikum, og í 1994 kom hann á donsku fíggjarlógina. Í 2000 valdi hann tó at flyta aftur til Føroya, her hann arbeiddi við Grímu í fimm ár. Síðani fluti hann aftur til Danmarkar í 2005. Og hóast hann tá var komin í vanligan pensiónsaldur vóru boð eftir honum frá sjónleikarahúsum. ­ Hetta er ein umskiftilig Politikarar mangla dirvi Olaf Johannesen í ársins leiki Sonur Eyðun Johannesen, sum hevur 70 ára føðingardag í dag, var í gjár innstillaður til Ársins Reumert virðisløn fyri besta hjáleiklut. Heiður fór til ein annan, men leikurin, Et Drømmespil, sum Olaf Johannesen spældi við í, fekk heiðurin Ársins Sýning. Og Sofie Gråbøl fekk virðisløn fyri ársins kvinnuliga høvuðsleiklut í somu sýning. Årets Reumert er hægsta viðurkenningin í donskum sjónleikarhøpi, og hetta er tíggjunda árið, hon verður latin. Á myndini leika Olaf Johannesen og Sofie Gråbøl í hesari sýning. Mynd: Natascha Thiara Rydvald - Tíverri er manglandi fígging av list ikki eindømi fyri Føroyar. Men hetta er serliga álvarsamt fyri eitt lítið land sum okkara, staðfestir Eyðun Johannessen, sum heldur føðingardagin í dag saman við familjuni. - Eg havi 11 abbabørn og eitt langabbabarn, og tá eg nú ikki kann taka tey stimitúr út á Nólsoyarfjørð, fara vit ein havnarundfart her í Keypmannahavn á føðingardegnum, sigur føroyski sjónleikarin og leikstjórin.