mánadagur 28. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 80 - 28. apríl 2008
”
Føroyskir rithøvundar
er stokk konservativir og
síggja ikki virði í at skriva
leikrit. Hetta heldur Eyðun
Johannesen, sum síðani
hann sum fyrsti føroyingar
varð útlærdur sjónleikari í
1960, hevur arbeitt fyri at
menna føroyska leiklist
Mentan
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Leiklistin gevur fólki møguleika
at síggja sítt egna lív í øðrum
hami og frá øðrvísi sjónarhorni.
Tí hevur tað týdning, at leikrit
verða skrivað úr einum
føroyskum sjónarhornið. Men
føroyskir rithøvundar skriva bara
bøkur, staðfestir Eyðun
Johannesen, leikstjóri.
Hóast hann fegnast um, at
góðir útlenskir klassikarar verða
umsettir til føroyska leikpallin,
so hevur tað sambært Eyðuni
Johannessen minst líka stóran
týdning at fáa uppruna føroysk
leikrit.
- Vit mugu hava føroyskar
leikrithøvundar, tí leiklistin er
altíð lokalt forankrað. Eg havi
júst verið og hugt eftir leikinum,
Orðið, hjá Kaj Munk. Og hesin
leikur er framvegis líka
brennandi, men hann verður so
at siga bara leiktur í Danmark, tí
tað er hetta samfelagið, hann
endurspeglar. Nakrir sjónleikir
verða universiellir klassikarar,
men tað lokala hevur eisini
stóran týdning. Og tað eru bara
føroyskir rithøvundar, sum
kunnu skriva um føroysk
viðurskifti, heldur
undangongumaðurin innan
proffesionella føroyska leiklist,
sum í dag fyllir 70 ár.
Rithøvundar mugu
taka sær um reiggj
At Føroyar eru eitt lítið máløki
er sambært Eyðuni Johannessen
ikki nøkur undarførsla fyri ikki
at hava útbúnar og dugnaligar
leikrithøvundar.
- Føroysk blaðfólk fáa sína
útbúgvin uttanlanda, og tað eru
nógvir góðir dramaturgiskúlar í
bæði Danmark, Englandi og
USA, har føroyingar kundu
útbúgva seg.
- Leiklistin endurspeglar
samfelagsmenningina, og við
sjónleikinum fáa vit møguleika
at spegla okkum í øðrum enn
amerikanskum sjónvarpsrøðum.
Men vit mangla uppruna føroysk
leikrit.
- Eg haldi, at skrivandi fólk í
Føroyum skulu taka seg um
reiggj. Føroyskir rithøvundar eru
so stokk konservativir, at teir
síggja bert virði í skaldskapi,
sum kemur út í bók.
- Vit hava brúk fyri, at
føroyskir rithøvundar fáa trongd
og hug at skriva sjónleikir. Og
tað er tørvur á, at fleiri fara á
leikrithøvundaskúla. Tað skal
meira enn eitt lítið skeið til. sigur
Eyðun Johannessen, sum sjálvur
hevur verið við til at skipa fyri
dramaturgiskeiðum fyri skrivandi
føroyingum
Gylta Kumpassin
Fantasy triologiin hjá Philip
Pullman er umsett til fleiri enn
20 ymisk mál og gjørd til bæði
sjónleik og film. Bøkurnar eru
eisini umsettar til føroyskt við
felagsheitinum Myrkursins
Frumevni. Sjónleikurin er í
tveimum pørtum og varð
frumframførdur í London í
2003 undir heitinum His Dark
Materials.
Í heyst verður tann fyrri
parturin sýndur á Store Scene í
Århus Teater, meðan seinni
parturin verður settur upp
komandi ár. Og føroyski
leikstjórin og dagsins
føðingardagsbarn skal standa á
odda fyri báðum
uppsetingunum.
Eyðun Johannesen skal
leikstjórna 42 sjónleikarum og
samstarva við eysturrískan
scenograf og danskan kompo-
nist. Harumframt vera eisini
týskir dukkuserfrøðingar við, tí
dukkusjónleikur er eisini uppií.
-Eg havi ofta sagt, at eg fór at
fáast við dukkusjónleik, tá eg
var pensioneraður og ikki
longur arbeiddi sum leikstjóri.
Men við hesum leikinum sleppi
eg at royna dukkurnar, longu
áðrenn eg gevist sum vanligur
leikstjóri, sigur Eyðun
Johannesen flennandi.
Triologiin hjá Philip
Pullmann hevur fingið fleiri
heiðurslønir, millum annað
stórsta bretska
barnabókaheiðurin, The
Carnegie Medal, umframt
Whitbread Book of the Year og
stóra altjóðu bókavirðislønina,
Astrid Lindgren Prísin.
vinna, og eg væntaði ikki at eg
fór at fáa tilboð um at leikstjórna
stórum leikum, tá eg flutti
niðuraftur fyri trimum árum
síðani. Men eg havi framvegis
hug og orku, og tað vísti seg, at
eg var ikki gloymdur.
Geva ungum hug
at útbúgva seg
Eyðun Johannesen fegnast um,
at føroyski Tjóðpallurin varð
settur á stovn í 2003, men hann
leggur dent á, at ein tjóðpallur
ikki er nokk í sær sjálvum.
– Tað skal meir enn bara ein
stovnur til. Tað má vera lønsamt
at arbeiða sum sjónleikari, og
pengar skulu til góðar uppset-
ingar.
Hann samanber tað við
Kringvarpið. Tað er ikki nokk
bara at hava ein stovn. Fólkini
skulu eisini hava umstøður og
pláss at skapa.
- Um sjónleikarastarvið er eitt
lálønar starv við fáum avbjóð-
ingum, fáa ung ikki hug at velja
sær eitt slíkt lívsstarv. Og um
føroysku leiklistini skal vera lív
laga, mugu ungir føroyingar fáa
hug at ganga hesa leið
- Skal føroysk leiklist vera á
einum høgum støði, mugu vit
hava útbúgvin fólk. Sjónleikur er
meira enn skemt at flenna at, og
skulu vit hava eitt støði, sum
kann javnmetast við onnur lond,
skal professionalisma til,
staðfestir Eyðun Johannesen og
leggur áherslu á, at hann ikki
tosar um stórar dýrar leikir.
- Tað týdningarmesta er, at vit
hava dugnalig fólk, sum fáa
fíggjarligar umstøður at skapa
list á høgum støði.
Flaggdagshald um branding
Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og løgtingsmaður, helt flaggdagsrøðuna
í Klaksvík fríggjadagin. Veðrið var hampuligt, og hóast tað sirmaði meðan
skrúgongan gekk úr Klaksvíksgarðinum heim í Vág, so sleit í, tá løtan byrjaði
framman fyri skýlinum við vøllin í Djúpumýru. Flaggdagshaldið í Klaksvík hevur
vanliga verið hildið í Vágstúni, men ár var tiltakið flutt til eitt meira veðurgott men
minni sjarmerandi pláss. Jógvan við Keldu samanbar Merkið við búmerkini hjá
Mærsk og Microsoft, sum fólk knýta at dygd, og gamla flaggið hjá farna
Sovjetsamveldinum, sum fekk tað at ganga kalt niður eftir rygginum, sum røðarin
málbar seg. Tí hevur tað týdning, hvørjum innihaldið, vit branda okkum við, segði
fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaðurin. (Mynd: Tóra við Keldu)
Eyðun Johannessen er føddur 28. apríl 1938. Hann hevur sjónleikaraútbúgving
frá Kongaliga Leikpallinum og Odense Teater frá 1960.
Í 1961 fór hann undir at halda sjónleikaraskeið hjá Havnar Sjónleikarafelag og
sjónleikarafeløgum kring landið. Í árunum 1970-73 var hann sjónleikari og
leikstjóri við Århus Teater. Hann kom heimaftur í 1973, og var settur sum
sjónleikaráðgevi av landsstýrinum. Í 1977 var hann við til at stovna
yrkisleikbólkin ”Gríma”.
Í árunum frá 1979-87 var hann rektari á sjónleikaraskúlanum við Århus Teater.
Síðan byrjaði hann sjálvstøðugt virksemi sum leikstjóri, til hann í 2000 var settur
sum listarligur leiðari fyri Leikhúsinum Gríma. Í 2005 flutti hann aftur til
Danmarkar.
Eyðun Johannessen kom á donsku fíggjarlógina í 1994, í 2001 fekk hann
Mentunarvirðisløn Landsins, og í 2005 varð hann útnevndur til H.C. Andersen
ambassadør.
FAKTA
- Listin er tann kreativa
lívsæðrin. Hon lærir
okkum at hugsa
ótraditionelt, og hetta
smittar av til restina av
samfelagnum
- Politikarar vita í dag, at
ein íløga í listina er ein
íløga í samfelagið, men
teir mangla eldhugin og
galskapin at føra hesa
vitan út í lívið
- Mínar royndir í
Danmark hava gjørt
meg betri, enn eg trúði,
at eg var. Í Føroyum
eru eru møguleikarnir
avmarkaðir
Eyðun Johannesen hevur fingið fleiri viðurkenningar fyri
sítt arbeiðið innan danska og føroyska leiklist. Her er tað
Joakim prinsur, sum útnevnir hann til H.C. Andersen
ambassadør. Mynd: Polfoto
Føroysk leikrit ein mangulvøra