Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 80 - 28. apríl 2008 - Jógvan við Keldu, Jan Højgaard og Mortan Johannesen hava týðiliga víst, hví skilaloysið hevur so fríar teymar í pseudo- paradísinum, Føroyum, sigur Hóraldur Joensen, granskari GranskinG Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er ikki so løgið, at støðan í Føroyum er so skilaleys. Tað hava Jógvan við Keldu, fyrrverandi løg­ tingsmaður og landsstýris­ maður, Jan Højgaard, for­ maður í Fiskimannafelag­ num og Mortan Johannesen, fiski­og útróðrarmaður so týðiliga víst okkum. Tað heldur Hóraldur Joen­ sen, granskingarleiðari á granskingarkjarnanum í evnafrøði og lívtøkni og Lektari á náttúruvísinda­ deildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann sigur, at teir tríggir hava so týðiliga víst hug­ burðin hjá einum parti av føroyingum til alt, sum eitur gransking, menning og upplýsing. ­ Hetta er ein hugburður, sum sjónliga sæst aftur í smáum tølum á okkara fíggjarlóg og við hesum hugburðinum, er tað ikki so løgið, at undirvísingarverk­ ið, universitetið, og alt granskingarvirksemið er fíggjarliga niðurpínt, og at skilaloysið hevur so fríar teymar í stríð­ og split­ skadda pseudo­paradísi­ num, Føroyum. Tað, sum Hóraldur Joen­ sen sipar til, eru tær við­ merkingar frá ymsum føroy­ ingum í fremstu røð, eftir at hann alment hevði harmast um, at føroyskir fiskimenn og útróðrarmenn ikki taka livrina við sær til lands, men heldur tveita hana beint í havið aftur. Í hesum sambandið vísti Hóraldur Joensen á, at eini 8000 tons av livur verða blakað aftur í havið á hvørj­ um ári. Hevði hetta tilfeing­ ið verið gagnnýtt, kundu vit økt okkara útflutningsvirðið einar tvær milliardir. Umframt livur frá fiski, ber eisini til at gagnnýta livrina frá hávi, men avleið­ ingin av vánaligari fyriskip­ an á ovastu politisku rók, er, at hávafiskiskapurin er ikki nær í námind av tí, hann átti at verið. ­ Varð rætt atborið, kundu vit fingið upp ímóti 500 tons av hávalivur til lands um árið, sigur Hóraldur Joensen. Fimm krónur og 2000 krónur Hetta fekk fleiri fólk í fremstu røð í føroyska sam­ felagnum at loysa frá posa­ bandinum. Ein av teimum var Jan Højgaard, formaður í Fiski­ mannafelagnum, sum undr­ ast á, hví livurin skal av­ reiðast fyri fimm krónur kilo, tá ið hávirkaðir úr­ dráttir úr livur verða keyptir aftur í handlunum fyri einar tvær krónur fyri grammið, ella einar 2000 krónur fyri kilo. Hann heldur, at so leingi sum tøknifrøðin til livratøku vantar, loysir tað seg ikki hjá manningini at taka liv­ ur. Í hesum sambandi stað­ festir Hóraldur Joensen, at ein týðandi orsøk til, at tað er so stórur prísmunur á av­ reiðingarprísinum og sølu­ prísinum, er at framleiðslu­ kostnaðurin er ógvuliga høgur, samstundis sum tað krevur ovurstórar íløgur at hávirka livur. ­ Men helst fer livraprís­ urin at hækka, tá ið fram­ leiðslan veruliga er komin í gongd og í Hirtsals var prís­ urin á toskalivur 13 krónur fyri kilo í miðal. Granskarin roknar skeivt Enn meiri bersøgin var Mortan Johannesen, kendur fiskimaður og útróðrarmað­ ur. Í fyrstu atløgu helt hann, at roknistykkið hjá gransk­ aranum var heilt burturvið. Mortan Johannesen segði, at talan er ikki um 8000 tons av livur, sum kunnu fáast upp á land, men heldur 2000 tons, tí gransk­ ararnir hava roknað heilt skeivt, tá ið teir meta um, hvussu stórur partur av ein­ um fiski, er livur. Og í peng­ um fáast í mesta lagi 35 milliónir burturúr livrini. Mortan Johannesen helt eisini, at granskarar, sum hava sagt sína hugsan um at taka livur, vita onki um, hvat veruliga gongur fyri seg umborð á skipi og hvørj­ ir vansarnir eru og at teir sleingja um seg við tølum sum eingin logikkur er í. Hann heldur, at avreiðing­ arprísurin á livur má vera einar 20­30 krónur fyri kilo. ­ At Mortan Johannesem vil hava 20­30 krónur fyri kilo og heldur at lúsa 35 milliónir er einki at tosa um kundi bent á, at hann er ikki heilt sørur og onkur sálar­ frøðingur hevði kanska tulk­ að hetta sum ónøktaða og ótálmaða peningagreði, heldur Hóraldur Joensen. Hinvegin vísir hann á, at fiski­ og útróðrarmonnum í Hirtsals fáa 13 krónur fyri kilo av livur og tað forðar teimum so ikki í at taka hana og føra hana til lands. ­ Annars vísa allar kann­ ingar, at Mortan Johannesen undirmetir livramongdina grovliga, tá ið hann sigur, at vit fáa bara 2000 tons av livur úr botnfiskinum undir Føroyum, tí rætta talið ligg­ ur um 8000 tons. Lat fiskimenn fara í land Kvinna og børn fangar í kjallara í 24 ár Enn ein óhugnalig søga er kom fram í Eysturríki, har ein kvinna og børn hennara hava verið hildin fangar í einum kjallara í 24 ár. Brotsmaðurin er pápi kvinnuna, sum eisini er mistonktur fyri at vera pápi at børnunum. Tann 42 ára gamla kvinnan, Elisabeth Fritzl, og seks børn hennara, eru illa misnýtt hesi árinim tey hava verið fangar. Málið er komið fram, tí myndugleikarnar í síðstu viku fóru at leita eftir kvinnuni, tá eitt av børnum hennara varð lagt inn á sjúkrahús. DNA­ royndir verða nú tiknar av teimum øllumtil tess at fáa greiðu á røttu familjubondunum. Pápi kvinnuna, Joseph Fritzl, er handtikin.