mánadagur 28. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 28. apríl 2008
11
tíðindi
d
- Mortan Johannesen er
helst sannførdur um síni tøl
og óivað er tað samsvar
millum tað, hann sigur og
tað, hann hevur upplivað
sum útróðrarmaður.
Útróðrarmenn fiska fyri
tað mesta við línu, snellu
og møguliga snøri inni á
grunnum vatni, har fiskurin
vanliga er minni á vøkstri
og hevur minni livur enn
fiskurin á djúpum vatni.
Hinvegin vísa drúgvar
kanningar av toski á land-
grunninum púra greitt, at
toskur út á dýpinum er betri
fyri enn toskur longur inni
á landgrunninum, tí hann
fær føðsluríkari føði.
Toskur á grunnum vatni
er aloftast verri fyri, tí føðin
er fyri tað mesta krabbadjór,
skeljadjór
og
krossfisk,
sum ikki er ikki so kostgóð
og tí hevur hann minni livur
enn toskurin á djúpum
vatni.
Onnur fiskasløg við lut-
falsliga stórari livur, eitt nú
stórur upsi, longa, blálonga,
brosma, havtaska fáast eina
mest úti á djúpum vatni.
Hóraldur Joensen stað-
festir hinvegin, at vit ongar
umfatandi mátingar av livur-
innihaldinum í føroysku
botnfiskasløgunum, tað vil
siga mátingar, sum eru
gjørdar regluliga yvir eitt
ávíst áramál, kanska annan
hvønn mánað í tíggju ár,
fyri at fáa lýst um munur er
á árstíðunum.
- Orsøkin er einfalt tann,
at fiskiveiðutjóðin Føroyar
setir ikki pening av á fíggjar-
lógini til neyðugar rann-
sóknir og granskingar. Og
føroysk fiskivinna bjóðar
ikki heldur til at fremja
slíka
skipaða
langtíðar
gransking.
Skilaloysið var
boðskapurin
Ein annar, sum hevði við-
merkingar til tað at taka livr-
ina til lands, er Jógvan við
Keldu, fyrrverandi lands-
stýrismaður og løgtingsmað-
ur.
Hann staðfestir, at Hórald-
ur Joensen hevur ongi
prógv og onga útgreining
fyri, hvussu vit kunnu fáa
tvær milliardir fyri livrina
við at hávirka hana til lýsi
Hetta
gevur
Hóraldur
Joensen honum rætt í.
- Tað bar ikki til at koma
við nøkrum prógvum, tí har
er einki at prógva. Men
møguliga hevur Jógvan við
Keldu eina serliga uppfatan
av hugtakinum prógv.
- Í eini stuttari samrøðu í
sjónvarpinum bar ikki til at
leggja eina drúgva útgrein-
ing fram. Eg vísti bert á
nakrar keldur við upplýsing-
um um rávørunøgd og prísir
á lidnum úrdráttum.
Men granskarin leggur
afturat, at hetta er heldur
onki nýtt, tí slík framleiðsla
fer fram í londunum rundan
um okkum.
- Men í Føroyum blaka
vit heldur rávøruna í havið
aftur heldur enn at gagnnýta
hana, hóast virkið stendur
tilbúgvið at taka ímóti
henni.
- Tað var hetta skilaloysið
var høvuðsboðskapurin, sig-
ur Hóraldur Joensen.
Granskarar
bara snúlta
Hann heldur, at tað er rættu-
liga undranarvert, at ein av
fyrrverandi leiðandi monn-
um landsins kallar øll tey,
sum ikki beinleiðis økja um
vinnu og útflutning okkara,
fyri uppáhang hjá almenna
sektorinum.
- Hesi fólk, sum ikki ar-
beiða í høvuðs- og fram-
leiðsluvinnuni, eitt nú fólk í
heilsuverkinum og undir-
vísingarverkinum, eru altso
sníkar samfelagsins.
Hann staðfestir, at hesar
útsagnir eru ikki heilt
fremmandar í Føroyum.
Eitt dømi er, at ein løg-
tingsmaður og floksfelagi
hjá Jógvani við Keldu,
hevur áður í bløðunum van-
ærandi kalla øll ið hava
longri útbúgving enn sjey
ár í fólkaskúlanum, fyri
køstaflugur
sevilinum
í
landskassanum
(Kjartan
Joensen, blaðm).
Halda seg burtur
Hórhaldur Joensen sigur, at
okkara ungu framfýsnu út-
búnu fólk uttanlands hava
við vissu lítlan hug til at
oyðileggja sína yrkisleið
ella karrieru við at koma
heim til eitt menningarliga
stirvnað vinnulív, vánaligan
fólkaskúla,
klandur-
og
stríð-plágað
heilsuverk,
fíggjarliga niðurpínt uni-
versitet og mestsum gelt
granskingarumhvørvið fyri
at gerast uppáhang hjá al-
menna sektorinum.
- Tey halda seg heldur
burtur og verða verandi
uttanlands í vælskipaðum
samfeløgum og stygd heim-
anífrá av neiligum hugburði
og eitrandi orðavali.
Hann staðfestir enn eina-
ferð, at væl grundaðar met-
ingar vísa, at vit kunnu fáa
eini 8000 tons av fiskalivur
um árið.
Men høvdu vit lurtað eft-
ir tilmælum frá Fiskirann-
sóknarstovuni, kundu vit
fingið uppaftur meiri av
fiski og livur.
- Eftir upplýsingum frá
Fiskirannsóknarstovuni,
hevur
veiðutrýstið
eftir
upsa og toski seinastu fimm
árini verið tvær, tríggjar
ferðir so høgt sum tað veiðu-
trýstið,
ið
hevði
givið
størstu lívfrøðiligu og fíggj-
arliga úrtøkuna. Serliga hev-
ur veiðitrýstið eftir toski
seinastu verið púra burtur
úr vón og viti hesi seinastu
fimm árini.
- Hetta hevur kostað før-
oyska samfelagnum heilt
stórar peningaligar upp-
hæddir og skal raksturin hjá
føroyska fiskiflotanum betr-
ast, er alneyðugt, at veiði-
trýstið
verður
munandi
skert.
Best at fara í land
Hóraldur Joensen sigur rætt
og slætt, at tað besta fyri
fiskastovnarnar, fiskiflotan,
fiskimenn og allan okkara
búskap, hevði verið, at ein
munandi partur av øllum
útróðrarmonnum og sjó-
monnum góvust við fesk-
fiskaveiðu og fóru í land.
- Tá høvdu høvdu teir,
sum eftir vóru, fingið væl
betri fiskiskap, meiri og
størri fisk, meiri livur, og
stórri inntøku.
- Teir høvdu sostatt ikki
havt fyri neyðini at verið so
nógv á sjónum, og kundu
tessvegna verið meiri heima
og harvið høvdu teir í størri
mun fingið høvi til at hvílt
seg. Ringasta møðin og
øðin inn á talsmenn móti
ovveiðu hevði horvið sum
døgg fyri sól og familjan
hevði verið glaðari og lívs-
dygdin hevði hækkað.
Hann sigur, at teir, sum
høvdu farið í land, kundu
verið umskúlaðir innanlands
ella uttanlands til annað
yrki.
- Eitt nú kundi onkur fari
at skriva søgur og bøkur.
Hetta er ein táttur í undirvís-
ingar- og granskingarhøpi
her á landi, sum vit ikki
hava troytt í sama mun sum
onnur lond. Við dugnasemi
og hepni kann nógvur pen-
ingur vinnast og inntøkan
av slíkum bókum hevði
styrkt privatbúskapin og
kundi harafturat verið eitt
rímiligt ískoyti til tjóðar-
búskapin.
- Fleiri sólskinssøgur eru
uttanlands og kendastu døm-
ini í nýggjari tíð um slíkar
bøkur eru víðagitnu ævin-
týr-bøkurnar hjá J. K. Row-
ling um Harry Potter og
bøkurnar hjá Dan Brown.
Harafturat eru fleiri av
hesum bókum eisini gjørdar
til film og hava vunnið
milliardir av krónum.
Hugsa ikki um slíkt
Hóraldur Joensen staðfestir,
at reiðararnir hava fingið
veiðuloyvini ókeypis, og tí
áttu teir eisini at havt eina
ávísa samfelagsskyldu at
fingið sum mest burturúr
øllum tilfeinginum.
Hann vísir eisini á, at tað
er bannað at tveita veið,
sum er fólksins ogn, aftur í
havið. Tí áttu teir eisini fyri
langari tíð síðani at havt
sett
menningarætlanir
í
verk fyri at lætt um arbeiðs-
gongdina umborð, so at tað
bar til at gagnnýta alt til-
feingið á skilabesta hátt.
- Men tað verður als ikki
hugsa um slíkt. Tvørturímóti
eru dømi um spildurnýggj
før í føroyska feskfiskaflot-
anum, sum eru so vánaliga
og fantasileyst innrættað, at
arbeiðslagið á dekkinum er
einki øðrvísi enn á teimum
gomlu skipunum, tungt og
strævið.
Hóraldur Joensen sigur,
at annars er hugskotið hjá
Mortani Johannesen gott
um at føra fiskin til lands,
ókruvdan.
- Hetta átti at verðið roynt
við at sett kanningar í verk
fyri at vita, hvussu góð liv-
urin og restin av innvølunum
er.
Ein vansi kann vera, at
verður fiskurin blóðgaður,
kann vatn ella sjógvur koma
at livrini og tá verður hon
ikki fyrstafloks.
Ein annar máti kann vera
at føra fisk livandi til lands,
tí tað hevur nógv fleiri fyri-
munir enn flestu gera sær
far um, men tíverri fekst
eingin fígging til eina verk-
ætlan um at føra livandi
trolarafisk til lands.
Hóraldur Joensen sigur,
at herumframt áttu vit at
farið undir eina umfatandi
og miðvísa process-tøkni-
liga gransking um at menna
umfatandi
ergonomiskar
arbeiðsstøður, mekanisering
og automatisering av livra-
tøkutilgongdini.
- Óivað er tørvur á ymsum
tekniskum loysnum til teir
ymsu veiðihættirnar, men
skal nakað munagott spyrj-
ast burtur úr, má fyrst og
fremst peningur setast av til
menning
og
gransking,
sigur Hóraldur Joensen.
Á www.setur.fo. hevur
Hóraldur
Joensen
eina
grein um sama evni, har
hann útgreinar síni sjónar-
mið meiri.
- Tað er onki at siga til, at skilaloysið hevur so fríar
teymar í stríð- og split-skadda pseudo-paradísinum,
Føroyum, heldur Hóraldur Joensen, granskari
Ung í Norðurlandahúsinum
Almennur show-fyrilestur við stand-up verður í Norðurlandahúsinum
29. og 30. apríl klokkan 19.30. Fimm ung og vaksin, ið eru knýtt at
væl vitjaðu heimasíðunum www.ungomsproblemer.dk og www.
girltalk.dk, framføra og viðgera evnir sum sjálvsvirði, happing,
bólkatrýst, cutting, rúsevni, harðskap, kenslur, sex og sunn virðir.
Kostnaður fyri vaksin er 50 krónur og 20 krónur fyri ung, og goldið
verður við dyrnar. Tað er Margarinfabrikkin, ið skipar fyri tiltakinum.
Umhvørvisvikan
í Klaksvík
Hesa vikuna eru forvitnislig umhvørvistiltøk á
skránni hvønn dag í Klaksvík (myndin). Í dag byrjaði
nevniliga ein serstøk Umhvørvisvika, á tremur
við tiltøkum. Byrjað verður í kvøld við fyrilestri á
Klaksvíkar bókasavni, har Michael Jacobæus fer
at tosa um urtagarðsrøkt. Í sambandi við vikuna er
gjørdur ein serligur umhvørvisfaldari, ið verður borin
út til øll húsarhald í kommununi.