Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 28. apríl 2008 13 Útbúgving frá fólkaskúla til hægri lestnað verður munandi uppraðfest í 2008. Í 2009 eru tað mentanarøkið og gransking­ in, ið fáa størri uppraðfesting. Íløgur í útbúgving, gransk­ ing og mentan eru fyritreytin fyri allari aðrari menning í føroyska samfelagnum. Tí hesi øki skapa fyritreytirnar fyri, at ung fólk velja at búgva og virka í Føroyum, og eru sjálvt grundarlagið undir, at vit støðugt kunnu menna neyðugu vitanina til framhald­ andi menning av føroyska samfelagnum. Tí hevur samgongan sett sær fyri, at gera eina røð av betring­ um og íløgum í útbúgvingar, gransking og mentanarøkið í ár og komandi árini. Samgonguskeiðið er júst byrjað Tað er tó sjálvandi ikki møgu­ ligt at gera alt samgongu­ skjalið til veruleika fyrsta árið í samgonguskeiðnum. Men møguleiki er at gera nógv, og heldur enn at býta meirjáttanir í smáar bitar til øll øki, soleiðis at ongin verulig átøk kunnu gerast á einstøku økjunum, so er valt serliga at uppraðfesta útbúgving frá fólkaskúla til hægri lestur munandi í 2008. Í 2009 verða tað mentan og gransking, ið serliga fáa upp­ raðfesting. Leggjast skal tó afturat, at í 2008 verða partar av mentanarøkinum tó eisini uppraðfest – t.d. útvald átøk at menna føroyska málið. Hervið skal verða greitt frá nøkrum av teimum átøkum og framstigum, ið arbeitt verður við. Dagstovnaøkið – samskipast við skúlan Fyrsta stigið í lívslongu læring­ ini, uttanfyri heimið, er fyri flestu børn í dagstovnum runt landið. Her verða grundleggj­ andi førleikar mentir, áðrenn leiðin liggur víðari inn í skúlan. Neyðugt er, at samskipa dag­ stovna og fólkaskúlaøkið betur, og fyri at fremja hetta í verki verður yvirskipaða ábyrgdin av dagstovnaøkinum flutt úr Almanna­ og Heilsumálaráð­ num til Mentamálaráðið 1. juli í ár. Farið er longu undir eina neyvari samskipan, og verður hetta m.a. gjørt við at orða greiðar menningarætlanir og lesiætlanir frá vøggustovu til endað miðnám. Eisini verður dentur lagdur á, at gera manna­ gongdir, ið tryggja, at børn við serligum tørvi fáa eina smidliga og trygga gongd frá, dagstovni til skúlan. Fólkaskúlin – nógv nýggj, mennandi átøk Fólkaskúlin er grundarlagið undir víðari útbúgving, bæði yrkisútbúgvingum, miðnáms­ útbúgvingum og hægri lestn­ aði, og hevur tað tí avgerandi týdning, at vit støðugt arbeiða við at hækka góðskuna, trivn­ aðin og støðið. Í 2008 verða ein røð av nýggjum átøkum gjørd, fyri at betrað um til­ boðið, ið fólkaskúlin kann veita føroyskum næmingum. Fylgjandi átøk gerast veru­ leiki í ár: Nýtt skúlatilboð til børn við atferða­ og trivnaðaravbjóð­ ingum verður sett í verk. Fleiri tímar til 1., 2. og 3. flokk til føroyskt og rokning. Ein tími kann nýtast til átøk og virksemi, ið hevur til endamáls at økja um trivnaðin hjá næm­ ingunum í fólkaskúlanum. Munandi økt játtan til føroyska skúlabókaútgávu. Økt játtan til føroyska barnabókaútgávu. Tilboð fyri lesi­ og skrivi­ veik fáa játtan. Skúlin á Trøðni. Útbygging verður gjørd liðug í 2008, og skúlin fær ein eyka lærara. Sernámsfrøðiliga økið og Skúlin á Trøðni verða í næst­ um endurskoðað fyri at trygg­ ja, at landið og kommunurnar hava neyðug, nøktandi og samskipað tilboð til børn við skerdum førleika í Føroyum. Uppskot til greiðari ábyrgd­ arbýti millum land og komm­ unur tá umræður fólkaskúlan verður lagt til politiska viðgerð í næstum. Miðnámsskúlin – stórar íløgur og endurskoðan Málið er, at yvir 90% av øllum fólkaskúlanæmingum skulu nema sær miðnáms­ skúlaútbúgving um fá ár. Fyri at gera tað enn meira áhuga­ vert at nema sær eina mið­ námsskúlaútbúgving, verða stig í hesum døgum tikin til munandi betringar. Í 2008 og 2009 eru tað íløgur í nýggjar bygningar, og endurskoðaðar útbúgvingar, ið eru hægst á dagsskránni. Bæði tiltøk, ið fara at hækka støðið og um­ støðurnar hjá miðnámsskúlu­ num í Føroyum. Átøk, ið síggjast aftur í ár og komandi ár eru fylgjandi: Nýggi skúladepilin í Suðuroy klárur at taka í nýtslu seinni í ár Nýggi fiskivinnuskúlin í Vestmanna klárur at taka í nýtslu seinni í ár. Útbyggingin av Tekniska skúla í Klaksvík liðug í ár Íverkseting av nýggja Miðnámsskúladeplinum í Marknagili Miðnámsskúlaútbúgving­ arnar verða endurskoðaðar. Talan verður um tættari sam­ starv millum ymsu útbúgving­ arnar, og væntandi størri úrval av breytum at velja í. Nýggjar útbúgvingar væntandi klárar at seta í verki í august 2009. Miðnámsskúlaútbúgvingar kunnu takast yvir 4 heldur enn 3 ár, um talan er um tónleika­ ella ítróttarfólk, ið nýta serliga nógv orku til hetta virksemi. Hægri útbúgvingar – helst størsta uppraðfesting nakrantíð Alsamt fleiri nema sær hægri útbúgvingar, og hetta er at fegnast um. Hinvegin eru tað eisini alsamt fleiri, ið tí mugu av landinum at nema sær útbúgving, harav fleiri ikki venda aftur til Føroya. Tað er gagnligt at føroyingar fara í útlond at nema sær vitan og íblástur, men stórur missur fyri samfelagið, um hesi ikki venda aftur til Føroya. Neyðugt er, at vit geva alsamt fleiri ungum í Føroyum møguleikan at velja at nema sær hægri útbúgving í Føroyum, og hetta verður gjørt við eini røð av átøkum í 2008. Tí helst størsta uppraðfest­ ingin av hesum øki nakrantíð í Føroyum, verður gjørd í 2008. Umframt at nýggj lóg verður sett í gildi, er játtan sett av til at uppstiga fleiri útbúgvingar til BA­støði, byrja eina røð av nýggjum hægri útbúgvingum og at taka munandi fleiri inn á útbúgvingarnar til lærara og námfrøði. Fylgjandi átøk eru á skánni í 2008: Fróðskaparsetur Føroya. ­ Lóg um Fróðskaparsetur Føroya sett í verk. Føroya Læraraskúli, Sjúkrarøktar­ frøðiskúli Føroya og Fróð­ skaparsetur Føroya, gerast allir partar av nýggja Fróð­ skaparsetri Føroya. ­ 4 nýggjar útbúgvingar á Fróðskaparsetringum: KT­ verkfrøðí, Hav­ og jarðfrøði, Lívfrøði og Løgfrøði. Í hesum sambandi verða ein røð av nýggjum vísindaligum størvum á Fróðskaparsetri­ num, har gransking verður týðandi partur av starvinum. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin. ­ Nýggj ískoytisútbúgving í sjúkrarøktarfrøði (uppstiging til BA). Ein klassi verður upptikin í august. ­ Fáast neyðugu plássini til starvslesandi verða fleiri upp­ tikin til vanligu sjúkrarøktar­ frøðiútbúgvingina í februar 2009. Læraraskúlin. ­ Uppstiga læraraútbúgving og námsfrøðingaútbúgving til BA. ­ Ein eyka klassi upptikin til læraraútbúgvinging og ein eyka klassi upptikin til náms­ frøðingaútbúgvingingina. ­ Seta samskipara til, at sam­ skipa og menna eftirútbúgving­ artilboð á Læraraskúlanum. ­ Nýggj lesivegleiðaraút­ búgving á Læraraskúlanum. Vinnuháskúlin og Handils­ skúlin. ­ Farið verður í næstum undir, at gera neyðugar tillag­ ingar fyri, at Vinnuháskúlin ­ og væntandi eisini partar av útbúgvingartilboðunum á Handilsskúlanum ­ kunnu gerast partar av Fróðskapar­ setur Føroya. Gransking – samskipa eindir og uppraðfesting fyri framman Gransking er avgerandi neyð­ ug fyri at menna nýggja vitan og nýggjar førleikar. Í dag er granskingin í Føroyum spjeidd í fleiri eindir. Gransk­ ingargrunnurin, Fróðskapar­ setrið, Fiskirannsóknarstovan, Granskingardeplar undir Fiskimálaráðnum, Fiskaaling, Granskingardepilin fyri Økismenning, Bitland v.m. Stig verða tí í næstum tikin til, at fáa samskipað gransk­ ingina betri. Hartil verður granskingin millum tey øki, ið skulu uppraðfestast munandi í 2009. Eitt nú er spennandi uppskotið til ein hav­ og verðurlagsgranskingarstovn ­ TACIT ­ eitt mál, ið skal viðgerast nærri. Hartil skal nevnast, at Føroyar væntandi verða formligur partur av ES granskingarsamstarvinum í 2009, og skal játtanin til granskingarøkið hækkast í hesum sambandi. Mentan – uppraðfesting alneyðug Mentan er høvuðsorsøkin til, at vit velja at liva í Føroyum. Vit hava jú møguleikan at arbeiða og liva aðra staðni, men velja Føroyar. Mentanin er avgerandi fyri okkara sam­ leika og trivna, og somuleiðis fyri okkara vinnulív, og tað hevur tí avbera stóran týdning, at vit tryggja mentanini í Føroyum góð kor. Økið er raðfest ov lágt í nógv ár, men smá framstig hava verið. Tá umræður 2008 so verður mentanarøkið uppraðfest á nøkrum økjum – serliga tá umræður nøkur átøk at strimbra føroyska málið – men tað verður ikki fyrr enn í 2009, at mentanarøkið fær eina størri uppraðfesting. Mentanarøkið fevnir víða. Fevnir eitt nú um savnsøkið, tónleikaøkið, Føroya Symfoni­ orkestur, føroyskan dans, upp­ havsrætt v.m. Møguleiki er ikki fyri at koma inn á øll øki í hesi grein, men verða nøkur átøk innan ávís mentanarøki lýst. Føroyska málið – meira føroyskt tilfar í skúlum og á teldum Mál okkara er mest týðandi parturin av samleika okkara sum føroyingar. Vit vita tó, at nútíðar tøknin og samskiftið við umheimin ger, at útlendskt mál gerst alsamt størri partur av dagliga málinum í Før­ oyum. Tað hevur tí alstóran týdning, at vit gera tað vit kunnu fyri at geva føroyska málinum góða umstøður at mennast í, og í 2008 er fylgj­ andi dømi um átøk, ið verða gjørd málinum at frama: Munandi økt játtan til før­ oyska skúlabókaútgávu. Økt játtan til føroyska barnabókaútgávu. Lesivegleiðaraútbúgving til fólkaskúlalærarar fyri at betra um lesiførleikan. Fleiri tímar til 1., 2. og 3. flokk m.a. til føroyskt. Verkætlan at týða MS Office og mest nýttu forritini til fartelefonir til føroyskt verður sett í verk. Lýsingartilfar verður á føroyskum máli. Mentanargrunnurin – umskipast og stykjast Mentanargrunnurin skal menn­ ast og umskipast til at fevna breiðari og gerast ein verulig mentanarumsiting. Hetta ar­ beiðið skal vera liðugt í au­ gust­september. Væntandi fer umsitingin av ávísum stuðuls­ játtanum til mentanarøkið at verða flutt úr Mentamálaráð­ num til Mentanargrunnin. Tí flyta ávísar stuðulsjáttanir, sum í dag, liggja undir Menta­ málaráðnum væntandi til Mentanargrunnin í 2009. Hartil skal játtanin til um­ siting og stuðul hjá Mentan­ argrunninum uppraðfestast í 2009. Hetta er alneyðugt, um grunnurin skal kunna røkja sína ábyrgd og uppgávu mót­ vegis føroyska mentanar­ lívinum til fullnar. Tjóðpallur Føroya – betri karmar Tjóðpallur Føroya skal hava betri umstøður – fíggjarliga og tá umræður hølir. Arbeitt verður við stutt­ og langtíðar­ ætlan tá umræður hølisviður­ skiftini hjá Tjóðpalli Føroya. Tá umræður játtan, so økist hendan smávegis í 2008, men í 2009 er ætlanin at hækka játtanina á eitt støði, ið kann tryggja, at Tjóðpallur Føroya kann mennast sambært teimum ætlanum, ið hava verið frá byrjanini. Kringvarpið – ein røð av mennandi átøkum Kringvarpið er ein týðandi mentanarberi í føroyska sam­ felagnum, og nógvar betringar standa eisini fyri framman. Átøk, ið verða framd í 2008 og 2009 eru: Nýtt millumbylgjusendinet í 2008. Dagført og fult útbygt FM­ sendinet í 2008. Uppskot til talgilt sjónvarps­ sendinet verður lagt til polit­ iska viðgerð í næstum. Ana­ loga sjónvarpssendinetið verð­ ur skift út við talgilt sjónvarps­ sendinet í 2008 ella 2009. Arbeiðsbólkur arbeiðir við nýggjum kringvarpsgjaldi, ið verður sett í verk pr. 1. januar 2009. Nýggjur public service sáttmáli skal gerast í næstum. Uppskot til lóg um nýtt kringvarpshús er klárt. Um undirtøka fæst fyri hesum, verður lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið á Ólavsøku. Føroyska fólkakirkjan – 5 lógir ávegis Ábyrgdin av málsøkinum fólkakirkjan varð tikin heim­ aftur til Føroya í fjør, og arbeitt verður við, at fáa seinastu lógarkarmarnar gjørdar hesum viðvíkjandi. Talan er um 5 nýggjar føroyskar lógir, ið mangla í, og hetta arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi og samskifti við allar avvar­ andi partar. Av øðrum málum innan fólkakirkjuøkið, ið hava týdning at fáa raðfest komandi tíðina er m.a. viðlíkahald av bygningum hjá fólkakirkjuni. Ítróttur – langtíðar íløguætlan og OYL 2015 Eins og føroysku mentanar­ fólkini, so ganga føroysku ítróttarfólkini á odda í, at seta Føroyar á heimskortið. Hetta bera framúr góðu úrslitini í altjóða kappingum boð um. Á ítróttarøkinum eru eisini nógv átøk, ið kunnu gerast fyri at betra um umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti, men neyð­ ugt er at land og kommunur ganga hond í hond fyri at fremja nakrar av størru upp­ gávunum. Í løtuni eru tað serliga fylgjandi átøk, ið eru sett í gongd, ella eru ávegis: Arbeiðsbólkur settur at gera neyðugar fyrireikingar til at fáa Oyggjarleikirnar til Føroya í 2015. Stig verða í næstum tikin til, at land, kommunur og ÍSF í felag gera langtíðaríløguætl­ an fyri útbygging av ítróttaran­ leggum í Føroyum. Í hesum sambandi skal leikluturin og ábyrgdarbýtið hjá ymsu pørt­ unum eisini ásetast. Av ítrótt­ aranleggum, ið mangla í løt­ uni kunnu t.d. nevnast innan­ dura fótbóltshøll, 50 m. svimji­ hylur og ítróttarhallir runt landið – t.d. á Sandoynni. Ítróttarfólk, ið nýta serliga nógv orku til venjing, kunnu taka miðnámsskúlaútbúgv­ ingar yvir 4 heldur enn 3 ár. Arbeitt verður miðvíst fyri, at Føroyar fáa limaskap í altjóða Olymiska felagsskapinum. Fyri at menna luttøkuna hjá føroyskum ítrótti í altjóða kappingum, er málið at fáa uppraðfest hetta økið fíggjar­ liga í 2009. Vitan og mentan eru avgerandi fyri sjálvbjargni Kappingin um, at fáa ung at velja at búgva, virka og skapa í Føroyum – heldur enn í øðrum londum – er beinhørð. Tilboðini í útlondum eru nógv og spenn­ andi, og er tað eisini vorið nógv lættari at búseta set aðrastaðni, men samstundis varðveita sam­ bandið við Føroyar umvegis nútíðar tøkni og alsamt betri ferðasamband. Men talan er um eina kapping, ið Føroyar mugu vinna, tá umræður føroyska ung­ dómin. Tí eydnast tað ikki, at fáa ung at velja Føroyar – so kenna vit úrslitið. Vit kunnu tó gleðast um, at har er nógv vit kunnu gera. Tí munandi íløgur í útbúgving, gransking og mentan kunnu skapa eitt føroyskt samfelag, ið er spennandi, livandi og fult út kappingarført við lond­ ini rundanum okkum. Men her eru stórar avbjóðingar fyri framman. Átøkini og uppraðfesting­ arnar innan útbúgving í 2008 eru stig á røttu leið tá umræður útbúgving, men enn er tørvur á munandi uppraðfestingum innan mentan og gransking í Føroyum. Uppraðfestingar, ið verða at síggja í 2009, men eisini mugu síggjast og mennast komandi mongu árini. Tí støðug hækking av vitan­ arstøðinum og eitt spennandi og skapandi mentanarlív, eru fyritreytir fyri einum kapping­ arførum vinnulívi, framkomn­ ari vælferð og einum sjálv­ bjargnum føroyskum samfelagi. Grundarsteinar undir einum sjálvstøðugum Føroyum. Søguliga stór framstig innan útbúgving í 2008 Landsstýriskvinna í mentamálum Kristina Háfoss