mánadagur 28. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 80 - 28. apríl 2008
kronikk
Magni Laksáfoss, búskapar
frøðingur og løgtingsmaður
3. partur
Hvar finna vit loysnirnar?
Heimsmarknaðurin avger olju
prísirnar, so sjálvan prísin fáa vit
onki gjørt við. Tí er loysnin á
trupulleikanum við hækkandi
oljuprísum sjálvsagt at leggja um
frá oljuni til aðrar orkukeldur.
Hetta er tó lættari sagt enn gjørt,
tá hugsað verður um, at 95
prosent av føroysku orkunýtsluni
er olja.
Fyri at finna loysnirnar er best
fyrst at hyggja, hvar oljan verður
nýtt, og hvar lættast er at minka
um nýtsluna.
Hóast olja og bilar ofta verða
knýtt óloysiligt saman, so brúka
bilar og flogfør einans 10 prosent
av samlaðu orkunýtsluni. Um vit
megna at minka hesa nýtsluna
við tíggju prosentum, vil hetta
einans minka samlaðu oljunýtsl
una við einum prosenti. Tá hugs
að verður um, hvussu trupult tað
er at minka um oljunýtsluna hjá
bilum og flogførum, er tað neyv
an her vit skulu finna nakra
loysn, ið munar.
Skipini nýta 45 prosent av olj
uni, herav fiskiskipini bróðurpart
in. Her er nakað veruligt at heinta.
Oljufýringarnar hjá húsar
haldunum, handlunum, stovnum,
og øðrum nýta uml. 30 prosent
av oljuni. Tvs. at oljufýringarnar
nýta uml. tríggjar ferðir so nógv
sum bilarnir. Her er sostatt meiri
at heinta enn hjá bilunum og
harumframt er tað munandi
lættari at skifta oljufýringina út
við aðra orkukeldu enn at finna
ein bil ið ikki nýtir olju.
At enda brúkar SEV uml. 15
prosent av oljuni – her eru eisini
góðir møguleikar at leggja um til
aðra orkukeldu.
Samanumtikið eru sostatt bestu
møguleikarnir fyri at minka um
nýtsluna hjá skipunum,
oljufýringunum og SEV.
Lat okkum nú hyggja eftir,
hvat einstøku bólkarnir í sam
felagnum, húsarhaldini, skipini
og tað almenna, kunnu gera.
Hvat kunnu húsarhaldini gera?
Møguleikarnir hjá húsahaldunum
kunnu býtast í tríggjar partar:
Minka orkunýtsluna
Leggja um frá olju til varandi
orkukeldur
Laga seg til avleiðingarnar av
hækkandi oljuprísum
Tað eru mangir hættir at
minka orkunýtsluna. Kanningar
hava víst, at bjálving er tann
loysnin, sum kostnaðarliga loysir
seg best fyri húsarhaldini – betur
enn at fáa sær hitapumpu, sól
panelir, vindmyllu ella annað.
Aðrar hættir at minka orku
nýtsluna er, at skrúva niður fyri
hitanum, fáa klokku á sirkula
tiónspumpuna ella annað sum
kann minka um oljunýtsluna. Tað
hevur eisini týdning at minka um
elnýtsluna við at nýta spariperur
og hvítvørur við orkumerking.
Einhvør minking í orkunýtsluni
hevur týdning.
At leggja um frá olju til var
andi orkukeldur kann gerast við
at fáa sær hitapumpu, sólpanelir,
vindmyllu ella annað, sum skiftir
oljufýringina út við aðra orku
keldu. Uppgávan er einføld –
oljufýringarnar mugu burtur!
Orsøkin er, at tær brúka meiri
enn fjórðingin av allari oljuni í
Føroyum, og tí at tað nokk er
lættasta staðið at minka um
oljunýtsluna.
At enda mugu húsarhaldini
laga seg til avleiðingarnar av
hækkandi oljuprísum. Hetta kann
ljóða sum ein sjálvfylgja, men
tað er als ikki einfalt at gera
tillagingarnar. Fyrst og fremt eru
avleiðingarnar, at oljan, matvør
urnar, flutningur, flogferðir og
annars alt sum brúkar olju, gerst
dýrari. Hetta merkir, at meðan vit
seinastu mongu árini hava vant
okkum við, at el, hiti og matur er
vorðin alt minni partur av okkara
húsarhaldsútreiðslum, skulu vit
nú til at venja okkum við, at tey
støðugt gerast størri partur.
Harumframt verða allar aðrar
vørur dýrari – annaðhvørt tí at
nógv olja er nýtt til framleiðsluna
av vørunum, ella tí at flutning
urin av vørum er vorðin dýrari. T.
d. koma vørurnar úr Kina nokk
at dýrka í komandi árum.
Niðurstøðan er, at fyri at laga
seg til avleiðingarnar, mugu vit
nokk byggja minni hús, bjálva
betur, búgva nærri við arbeiðs
plássið, hava færri uttanlands
ferðir og annars venja okkum
við, at prísirnir koma at vaksa
skjótari enn lønirnar – tvs.
reallønarniðurgongd.
Hetta er ikki lætt at gera, men
hetta er ein neyðug fylgja av
støðugt hækkandi oljuprísum.
El-framleiðslan
Tað er kveikjandi at hoyra nýggja
stjóran á SEV koma við greiðum
meldingum um ætlarnir um at
útbyggja varandi orkuna. SEV
hevur fingið nógv høgg gjøgnum
árini fyri teirra stóru oljunýtslu,
men sannleikin er tann, at helvtin
av framleiðsluni hjá SEV er fram
leitt við varandi orku og uttan
hesa framleiðsluna var ikki 95
prosent av orkunýtsluni í Føroy
um nøktað av oljuni, men heldur
99 prosent! – Kunnu vit siga at
helvtin av okkara húsum eru
hitaði við varandi orku? Nei, her
eru heldur nærri 100 prosent
hitaði við olju! Eiga vit ikki at
taka í egnan barm?
Fyri at elframleiðslan skal
kunna koma frá varandi orku
keldum er neyðugt, at vit lata
neyðugu loyvini til at byggja
byrgingar, seta vindmyllur upp,
byggja alduverk o.l. Tað nyttar
ikki at tosa um varandi orku
uttan samstundis at geva neyð
ugu loyvini – sjálvt um tað nokk
merkir, at vit koma til at missa
vakrar áir, fossar og vøtn – og at
vindmyllurnar koma til at standa
í vøkru føroysku náttúruni.
Skipini
Skipaflotin hevur longu gjørt
vart við, at flotin er í trupul
leikum orsakað av høgu olju
prísunum. Tað er munandi verri
at vísa á loysnir fyri henda bólk
in enn fyri húsarhaldini. Ein
loysn kann vera at skifta til
veiðuhættir, ið krevja minna olju.
Línuskipini brúka t.d. minni olju
enn lemmatrolararnir.
Við at partrola á djúpum vatni,
dupulttrola, sigla við minni ferð
út á fiskileið, orkusparandi
skrúvur og lemmar og onnur
líknandi tilrøk, kann oljunýtslan
uttan iva minkast nakað.
Um fiskifrøðingarnir hava rætt
í, at flotin er ov stórur, og at ein
minni floti hevði kunnað fiskað
sama fiskin, er ein møguleiki
eisini at minka um flotan, og
harvið minka um orkunýtsluna.
Her mugu tó serfrøðingar til
fyri at koma við góðum ráðum.
Tað almenna
Í nógvum av tiltøkunum kann tað
almenna ganga undan við at vísa
á gongdar leiðir. Við at skifta til
varandi orku í almennum bygn
ingum, kann tað almenna fáa
nakrar royndir, ið kunnu berast
víðari til borgarin.
Gransking og upplýsing um
hvørji orkusparandi tiltøk eru
møgulig, hevði gjørt tað lættari
hjá húsarhaldunum at valt mill
um hitapumpur, sólpanelir o.a.
Eitt orkuráð, í stíl við Búskap
arráðið, kundi givið virðismikið
íkast til orkupolitikkin.
Tað almenna má eisini taka
støðu til bygnaðin og avmark
ingar innan fiskivinnuna – skal
tað vera loyvt at partrola á
djúpum vatni? Skalt tað vera
loyvt at dupulttrola? Hvat við
snurriváð? Skal flotin minkast?
Eisini innan elframleiðsluna
skulu avgerðir takast: Skulu vit
útbyggja vatnorkuna? Hvørji
vøtn skulu takast til vatnorkuna?
Hvørjar áir skulu tømast?
At enda má politiska skipanin
eisini taka støðu til avgjøld og
studningar til húsarhaldini: Skal
oljuavgjaldið avtakast? Skulu
varandi orkukeldur, sosum hita
pumpur og sólpanelir, frítakast
fyri MVG?
Í míni verð er eingin ivi um, at
neyðugt er við stórum avgerðum
fyri at føra landið gjøgnum høgu
oljuprísirnar. Allar avgerðirnar
vera ikki populerar, men kortini
mugu tær takast!
Ein risastór uppgáva
At leggja um frá olju til aðrar
orkukeldur er ein risauppgáva.
Hetta sæst m.a. við, at tað eru
uml. 20.000 oljufýringar í Før
oyum – um tað eyðnast okkum at
leggja 1.000 av teimum um til
aðra orku um árið, vil tað taka
okkum 20 ár at fáa allar burtur.
Vit kunnu eisini síggja tað við
at seta kostnaðin leysliga upp ...
um vit siga at tað kostar uml. kr.
70.000 at skifta eina oljufýring
út við aðra orkukeldu, so er
kostnaðurin av hesum uml. 1,4
mia. kr. í íløgukostnaði.
Harumframt mugu við leggja
kostnaðin av at broyta elfram
leiðsluna, minka oljunýtsluna
umborð á skipunum, broyta
upphitingina hjá almennu
stovnunum o.a.
Hetta er eisini orsøkin til, at
uppgávan í U.S.A. ofta verður
samanborin við Apolloætlanina,
har amerikanska tjóðin stóð
saman um risaverkætlanina fyri
at “put a man on the moon!”.
Í míni verð mugu vit ikki
undirmeta týdningin av at leggja
um frá oljuni til varandi orku
keldur – her má ein føroysk
Apolloætlan til!
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og løgtingsmaður, viðger í
trimum kronikkum eina hina størstu búskaparligu avbjóðingina í
Føroyum og kring knøttin: teir hækkandi oljuprísirnar.
Evnið er skipað soleiðis í hvør sínari kronikk:
1. Trupulleikin: Hví hækka oljuprísirnir, og hvat skulu vit rokna
við í komandi árum?
2. Avleiðingarnar: Hvørjar eru avleiðingarnar fyri
heimsbúskapin, fyri føroyar og einstøku familjurnar?
3. Loysnir: Hvat eiga vit at gera fyri at minka um negativu árinini
av hækkandi oljuprísum?
Hendan kronikkin er hin triðja í røðini, og evnið er hvat vit
kunnu gera fyri at minkaum oljunýtsluna?
Høgi oljuprísurin: Hvat gera vit?
At leggja um frá oljuni til aðrar orkukeldur er ein risastór uppgáva, sum øll mugu taka lut í. Uppgávan
kann sammetast við Apollo-ætlanina í USA, har øll tjóðin fór saman fyri at “put a man on the moon”.
Í mun til tað, sum vit vanliga trúgva, so er tað als ikki bilarnir, ið eru trupulleikin. Oljufýringarnar,
el-framleiðslan og skipini eru veruliga uppgávan. Tað er altavgerandi fyri framtíð okkara, at vit í
stundini fara í holt við at loysa størsta trupulleikan næstu 20 árini – hækkandi oljuprísurin
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og løgtingsmaður