Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 28. apríl 2008 15 ítrottur Annað árið á rað varð Crist­iano Ronaldo kosin sum ársins spæl­ ari av við­ og mót­spæl­ arum í ensku Premier League Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hann hevur verið flúgvandi í ár. Hóast útgangsstøðið er á veinginum, so hevur Crist­ iano Ronaldo higar til í ár funnið veg til meskarnar ikki færri enn 38 ferðir. Og tað var nóg mikið til at halda Fernando Torres, Steven Gerrard, Cesc Fabre­ gas, Emmanuel Adebayor og David James aftan fyri seg í atkvøðugreiðsluni. Talan er um triðja árið á rað, at Ronaldo verður heiðraður av spælarunum í Premier League. Í 2007 varð hann kosin besti ungi spælari, og heiðurin sum ársins spælari fekk hann alt­ so bæði í ár og í fjør. Manchester United er í løtuni í ferð við at fyrireika seg til seinnu hálvfinaluna móti Barcelona, sum verður spæld í morgin, og tí fekk hann ikki verið til hátíðar­ løtuna. Men umvegis stór­ skíggja tók hann móti stóra steypinum, sum hann segði seg vera sera errin av. ­ Tá tú arbeiðir hart alt kappingarárið fyri at spæla væl og gera nakað gott fyri liðið, og tú við ársenda fært slíkan heiður, fært tú illa verið annað enn nøgdur. Og ein slíkur heiður ber við sær, at tú bara leggur enn meira fyri í framtíðin, segði Ronaldo. Ronaldo kom til Man­ chester United sum heims­ ins dýrasti teenager í 2003. Og hann heldur, at hann hevur betrað seg nógv síð­ ani skiftið, sum kostaði Manchester United £ 12,24 milliónir. Umframt heiðurin sum ársins spælari í Onglan­ di í fjør, varð hann tá eisini kosin triði besti spælarin í heiminum. Heiðurin, sum besti ungi spælarin fór í ár til Cesc Fabregas. Hann vann at­ kvøðugreiðsluna framman fyri júst Ronaldo. Tað kann væl vera, at­ Chelsea kann vin­ na bæði Premier og Champions League. Men hvørki í kapping­ ini um at­ gerast­ ársins spælari ella á ársins liði át­t­i Chelsea nakr­ an spælara Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir 2­1 sigurin á Manches­ ter United leygardagin hev­ ur Chelsea skapt spenning til tað seinasta um enska meistaraheitið. Men hóast liðið ikki hev­ ur tapt nakran dyst í Premier League í ár, so tykist hetta ikki hava fingið aðrar spæl­ arar í Premier League upp frá í gleði. Soleiðis var eingin spæl­ ari hjá Chelsea millum teir­ ra, sum vóru nomineraðir til ársins spælara, og heldur ikki á ársins liði átti Chelsea nakað umboð. Her var tað Arsenal, sum var best umboðað við fýra spælarum, og teimum á baki kom Manchester Unit­ ed við trimum spælarum. Liverpool hevði tveir spæl­ arar á liðnum, og seinastu plássini fóru Portsmouth og Aston Villa. Ársins lið í Premier Leag­ ue 2007/2008 sær soleiðis út: David James (Ports­ mouth), Bacary Sagna (Arsenal), Rio Ferdinand (Man Utd), Nemanja Vidic (Man Utd), Gael Clichy (Arsenal), Steven Gerrard (Liverpool), Cesc Fabregas (Arsenal), Cristiano Ronal­ do (Man Utd), Ashley Young (Aston Villa), Emmanuel Adebayor (Arse­ nal), Fernando Torres (Liverpool). Annað árið á rað er Cristiano Ronaldo kosin besti spælarin í Onglandi. Og tað eru væl tey fægstu, sum eru ósamd í hesum Mynd: Polfoto/AP SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Vit fara ikki niður við høvdinum, og nú er bara at fáa eitt gott úrslit ímóti B68 Pætur Dam Jacobsen, Skála Aftur tann besti Chelsea átti ongan