mánadagur 28. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 80 - 28. apríl 2008 ]
AaB til roynd í kvøld
AaB liggur best fyri í donsku superliguni, nú teir hava
sjey dystir eftir at spæla. Í kvøld skal AaB spæla seinasta
dystin í hesum umfarinum, og tað verður á heimavølli
ímóti AC Horsens. Um AaB vinnur dystin, so liggur liðið
átta stig frammanfyri næstfremsta liðið í superliguni, sum
nú aftur er FCK. Teir úr høvuðsstaðnum vunnu í gjár fyri
fyrstu ferð í seks dystir.
Rókur og teir taptu
Fremad Amager spældi um vikuskiftið ímóti Brønshøj í
2. deild eystur, og hesaferð noyddust teir á Amager at
lúta. Brønshøj legði seg á odda tvær ferðir, men Fremad
Amager javnaði báðu ferðirnar. Seinastu 12 minuttirnar
skoraðu teir í Brønshøj tvey mál afturat, og so var
dysturin avgjørdur. Rókur av Fløtum Jespersen spældi við
seinastu 20 minuttirnar av dystinum.
Sagt í 3.
Hálvleiki
Ein partur av triðja hálv
leiki á Rás2 eru SMS
boð frá lurtarunum. Í
tann
mun
at
tíðin
røkkur, verða hesi boð
lisin upp í sendingini.
Og
bestu
SMS’ini
verða eisini prentað í
mánadagsútgávuni av
Sosialinum.
»Sundalagsmenn halda
gildi í kvøld um tað
eina stigið, teir fingu
við sær úr Gundadali«
»Tað fyrsta, ÍF skal
gera, er at keypa sær
nýggjar hátalarar, so
mann hoyrir, hvør vinn
ur kappingina, sum teir
draga í hálvleikinum
;)«
»Vit hopa nú, at KÍ fær
meira vind í seglini og
nøkur stig á stigatalv
una«
»HB’arnir vóru nógv
penari enn B68’arnir –
heilsan toftagellan«
»KÍ skuldi sent báðar
spælararnar úr Brazil
til hús«
»Tá Potemkin fer at
raka málið, er eingin
sum steðgar okkum«
»At KÍ fær stig er ein
skomm fyri fótbólt.
Teir
hava
einki
at
bjóða«
»Upp á tíðina at KÍ’
arnir vilja gera burturúr.
Haldi fram við tí«
At deyðbóltsstøð
urnar eru ógvuliga
avgerandi varð enn
eina ferð undirstrik
að, tá ið tríggir av
fimm dystum end
aðu við javnleiki
og tveir við teprum
heimasigrum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hyggjuráðini hjá feløgunum
eru at hava góðar avloysarar
at seta inn, nú tað er so tætt
millum umførini. Hjá venj
arunum tykjast eini onnur
hyggjuráð vera at brúka nógv
av venjingartíðini til deyð
bóltsstøður – bæði til álop og
verju. Hetta síðsta koma vit
aftur til um eina løtu.
Tað eru framvegis tey,
sum verða roknað at vera
størstu favorittarnir at vinna
FM heitið og atgongu til
europeisku
kappingarnar,
og tað eru framvegis tey,
sum verða roknað at vera
bestu boðini upp á at enda í
stríðnum um at sleppa
undan niðurflyting.
Men í fjórða umfari, sum
var á skránni í vikuskiftinum,
varð tað undirstrikað, at
munurin ímillum tey bestu
og hini ikki er so stórur, sum
tað kanska hevur verið rokn
að við, at hann fór at verða.
Longu mikukvøldið verð
ur 5. umfar á skránni. At tað
er so stutt millum dystirnar
ber við sær, at tað verður
torførari at pjøssa um skadd
ar og hálvskaddar spælarar,
enn tað er, tá ið ein vika er
millum hvørt umfarið.
Felags fyri allar fimm
dystirnar í hesum vikuskift
inum var, at teir vóru ógvu
liga tættir. Tað boða málini
frá: í trimum førum endaði
tað javnt, ein dystur endaði
við heimasigri upp á eitt
mál, og á Sandi endaði tað
við tvey mála heimasigri,
eftir at Skála fyrst hevði
verið frammanfyri, og B71
so hevði strítt seg framum
aftur.
Tíbetur var einki at hoyra
um álvarsligar skaðar. Men
øll, sum hava við fótbólt at
gera, vita, at tað eftir stríð í
tvær ferðir trý korter altíð
eru spælarar, sum eru rætti
liga moyrir. Hjá onkrum
teirra verður tað ivaleyst
hesa ferð torførari at renna
kapp við tíðina, enn tað er
aðrar ferðir, tá ið hvíldar
tíðin millum uppgerðirnar
er tvífalt tað, sum hon er
hesa ferð.
Einki er at ivast í, at Vík
ingur og NSÍ, hvat hesum
viðvíkur,
hava
fyrimun
fram um hini liðini. Spælar
arnir hjá Víkingi og NSÍ
hava havt tvey samdøgur
meiri at koma fyri seg í,
enn spælararnir hjá hinum
liðunum hava havt. Tað er
ikki so lítið.
Tá ið tað er stutt millum
umførini, er sannlíkið størri
fyri, at tað verður brúk fyri
teimum, sum annars plaga at
sita nógv á beinkinum. Sum
omanfyri nevnt var munurin
millum liðini ikki serliga
stórur í 4. umfari. Tað er
møguleiki fyri, at munurin,
sum hevur verið spáddur var
millum liðini, fer at koma til
sjóndar mikukvøldið og aftur
í vikuskiftinum. Uttan iva er
munurin millum bonkardygd
irnar størri, enn munurin er
millum teir ellivu fremstu
hjá favorittunum og hinum.
Deyðbóltarnir
eru avgerandi
Uttan mun til hvørji liðini
eru, og uttan mun til hvørjir
spælararnir eru, so hava
deyðbóltsstøðurnar
rætti
liga stóran týdning. Ja ofta
avgerandi týdning.
Hetta var væl og virðiliga
undirstrikað í 4. umfari.
Fríggjakvøldið vann Víking
ur 10 á NSÍ í Gøtu. Málið,
sum bar trý stig við sær til
Víking, varð skorað eftir frí
sparksframlegging.
KÍ skoraði tvey mál í
Fuglafirði í gjár. Tey vórðu
bæði skorað eftir horna
spark, og tað hava hini bæði
málini, sum KÍ hevur fingið
í ár, eisini verið. ÍF skoraði
tvær ferðir í gjár. Annað
málið var eftir horna, og
hitt var í fríum spæli. Ímill
um B36 og EB/Streym end
aði tað við einum máli í
part. Tað hjá B36 var eftir
hornasparksinnlegg.
Skála legði seg á Sandi á
odda eftir frísparksstøðu.
Sandoyingar skoraðu trý
mál í 2. hálvleiki. Ella rætt
ari skoraðu teir tvey í fríum
spæli. Eitt hjálptu skála
menn teimum við – eftir frí
sparksstøðu! Samanteljing
in sigur, at tað hesa ferð
vórðu skorað ellivu mál, og
at av teimum vórðu sjey
skorað eftir deyðbóltsstøður.
Tað er ei undur í, um hetta
verður tikið til eftirtektar
undir venjingunum.
Nú fer bonkurin at koma væl við
Hóast B68 einki
stig hevði vunnið
sær, áðrenn
HB vitjaði, so
megnaðu eisini
toftamenn at
koma á talvuna,
nú fjórða umfarið
varð avgreitt um
vikuskiftið