Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 80 - 28. apríl 2008 ] Fótbóltslagið á Sandi er væl betri, nú B71 hevur fingið fyrsta sigurin í hús. Ungir leikarar syrgdu fyri, at Skála varð sent av oynni aftur við 1-3 tapi í viðførinum Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Spenningurin undan dyst­ inum millum B71 og Skála sunnudagin var stórur. Bæði liðini eru mett til at stríðast í tunga endanum í ár, og uttan iva sóu bæði liðini dystin sum ein gyltan møguleika at ogna sær stig á kontuna. Skála væl frá byrjan B71 hevur í ár havt trupult við at vera við í dystum frá byrjan av, og hetta hevur ført við sær, at brekkan hevur hug at gerast tyngri, sum dysturin líður. Hinvegin eydnast tað teimum ofta at vinna seg inn aftur, tá ið dysturin nærkast endanum. Somu byrjan fingu teir í góðveðrinum heima á Sandi, har væl leikandi Skála­liðið eisini gjørdi tað trupult hjá B71. Byrjanin av dystinum bjóðaði málmøguleikar til bæði liðini, men vanda­ miklari enn nakrar hálv­ forkølaðar málroyndir gjørdist tað ikki. Skála hevði betri tamarhald á sínum egna spæli, og teir royndu eisini at gera sær dalt av hesum, tí B71 plagar nevniliga ikki at vera hitt sterkasta í fyrra hálvleiki. Í tráð við dystargongdina var tað eisini gestirnir, ið fingu fyrsta málið. Skála fekk fríspark í høgru síðu, sum varð skotið innfyri. Eftir einum lítlum bardaga um at fáa bóltin, eydnaðist tað Pæturi Dam Jacobsen at fáa bóltin í málið, og harvið leggja Skála á odda 1­0. Hetta gjørdist eisini hálv­ leiksstøðan, og sigast má, at hálvleiksleiðslan var uppiborin. Reistust mannliga B71 hevði als ikki ætlað sær at tapa henda góð­ veðursdagin á heimavølli, har umstøðurnar at leika fótbólt vóru framúrskarandi. Nøkur borgarlig orð munnu B71­leikararnir hava fingið frá Eli Hentze í hálvleiks­ steðginum, tí eftir hálvleikin var heimaliðið sum ham­ skift. Longu í fyrsta álopi­ num var B71 tætt við at javna, men teir bíðaðu eina løtu enn. Tó gingu ikki stórt meiri enn tíggju minuttir, áðrenn heimaliðið fekk javnað. Ein langur bóltur varð sendur fram til Høgna Midjord, sum hegnisliga lyfti bóltin upp um Skála­málverjan og í mál. Næsta málið hjá bara 17 ára gamla áleyparanum í ár. 1­1. B71 setti seg á dystin, og var eisini vandamiklara liðið, tá ið nærkaðist málu­ num. Skála hevði nakrar møguleikar, men hesir vóru uttan bit og lítið vanda­ miklir. Fimm minuttir fyri leik­ lok eydnaðist tað loksins heimaliðnum at fáa málið, sum gav teimum leiðsluna. Jóhannus Jensen sendi eitt fríspark innfyri málið, og har var ein Skála­leikari so óheppin, at hann kom at beina bóltin í egið mál. Eftir leiðslumálið hjá B71 kastaði Skála tað mesta av fólkinum fram, og tá ið hetta heldur ikki elvir til mál, kann tað ganga galið í hinum endanum. Og tað gjørdi tað eisini. Í yvirtíðini breyt Gudmund S. Nielsen ígjøgnum í høgru síðu, og komin til mállinjuna sendi hann bóltin innfyri, har innskifti Jón Koytu Petersen í øðrum umfari fekk skorað til 3­1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Væl uppiborið Jón Koytu Petersen skeyt sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá B71, tá ið hann staðfesti sigurin við at skora til 3­1. Hann heldur, at sigurin var uppiborin. ­ Skála var betra liðið í fyrra hálvleiki, men vit vóru nógv betra liðið í seinna hálvleiki. Hetta var uppiborið, aftraði hann seg ikki við at siga. B71 hevur nú fýra stig fyri eins nógvar dystir. ­ Fýra stig eru nøktandi, av tí at vit hava møtt nógvum sterkum liðum higartil. Hetta er á rættari leið, heldur hann, og leggur afturat, at vónirnar til dyst altíð eru góðar – eisini til komandi dyst ímóti KÍ. Skála B71 B71-Skála 3-1 (0-1): B71 fekk fyrsta sigurin Sigurin hjá B71 var tann fyrsti á árinum, og alt fyri eitt lyfti hann sandoyingar nakað frá niðurflytingarvandanum Kundi koppað báðar vegir Einasti málskjúttin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, ljóðaði ikki til at vera heilt nøgdur við avrikið. Vit spurdu hann, um teir væntaðu so nógv av B71. ­ Vit vænta altíð nógva mótstøðu. Hetta var ein dystur millum tvey lið í niðara endanum, og í dag fall hetta til teirra fyrimun, segði sterki miðvallarin eftir dystin. Er tað nøktandi, at tit loyva B71 at skora heili trý mál? ­ Tað er ongantíð gott. Fyrsta málið kom eftir at vit ikki megna at senda B71 í rangstøðu, og harvið koma teir púra leysir. Næsta málið kom eftir ein deyðbólt, har alt kann henda, meðan seinasta málið fall meðan vit høvdu kastað alt fólkið fram. Úrtøkan hjá Skála er higartil bara trý stig fyri fýra dystir, men hetta metir hann ikki vera undir mark. ­ Vit eru ikki avbyrgdir enn. Málið er at vera omanfyri niðurflytingarmarkið, og tað eru vit framvegis. Vit fara ikki niður við høvdinum, og nú er bara at fáa eitt gott úrlit ímóti B68 mikukvøldið, sigur Pætur Dam Jacobsen at enda. Aftur javnleikur til Hødd Rógvi Jacobsen var sum vant í álopinum hjá Hødd, sum í gjár spældi dyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Hødd hevði vitjan av LøvHam, og enn einaferð endaði tað við javnleiki hjá Hødd. Erik Sandal legði Hødd á odd eftir 21 minuttir, men LøvHam javnaði beint fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki kom einki mál, og Hødd mátti noyðast við javnleik. Lyngby fekk javnleik Christian Lamhauge Holst var við frá byrjan, tá Lyngby spældi ímóti sterka OB­liðnum í Odense. OB hevur vunnið nógvar dystir í ár, men tað var eitt stórt vónbrot fyri teir, at teir ikki megnaðu at koppa botnliðnum Lyngby. Dysturin endaði við javnleiki 1­1. Tem Hansen kom á vøllin í seinna hálvleiki, tá OB spældi við 10 monnum, tí ein teirra var útvístur beint fyri steðgin.