Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 80 - 28. apríl 2008 ] Bartal iðraði seg ÍF miðverjin og annar av málskjúttunum, veteranurin Bartal Eliasen, duldi ikki eftir dystarlok, at hann var ikki nøgdur við bara at hava fingið eitt stig burturúr ímóti KÍ. -Vit vóru stórar partar av tíðini greitt omaná. Teir skoraðu tvey mál, og tað gjørdu vit eisini. Eg haldi, at vit kundu havt skorað fýra ella fimm mál. Eitt nú høvdu vit ikki marginalirnar við okkum, tá ið støðan var 2-2, og vit tvær ferðir raktu í træverkið. Tá ið støðan framvegis var 1-0, høvdu vit fínt tak á tí, men so fingu teir tvey mál so at siga burturúr ongum. Tað var mistak frá okkara síðu, at teir fingu hasi málini. Tá kundu teir heldur havt skorað upp á onkran annan málmøguleika, iðraði Bartal Elisen seg. Bartal sigur seg vera bjartskygdan undan vitjanini í Runavík mikukvøldið: - Vit spæla fínan fótbólt. Munurin á liðunum er ikki so stórur, sum hann onkuntíð hevur verið. Tað verður gott, um vit fáa eitt stig, men vit fara eftir øllum trimum mikukvøldið. Fuglfirðingar iðra seg um bara eitt stig ímóti KÍ, sum var niðurspælt í longum løtum, men kortini var um reppið, at klaksvíkingar fóru við øllum stigunum Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fótbóltur er eitt spæl, sum ikki bara gongur fyri seg á jørðini og í Føroyum ofta eisini í luftini. Fótbóltsavrik eru ikki minni treytað av tí, sum gongur fyri seg í høvd- unum á spælarunum. Hug- burðurin og sjálvsálitið hava alstóran týdning. So- leiðis hevur tað altíð verið, og at tað framvegis er so- leiðis sást væl í dýrdar- veðrinum í Fuglafirði ígjár. Sammett við, tá ið teir spældu ímóti HB, vóru illa sperdu klaksvíkingarnir ikki at kenna aftur størsta partin av 1. hálvleiki. Teir fluttu seg minni, og teir løgdu minni fyri í nærdystunum. Undanfarnu ár hevur ÍF fyri tað mesta strítt og sparkað seg millum tvær tær bestu deildirnar. Nógvir av teimum somu spælarun- um, sum hava verið við til hetta, vístu í gjár fínt fót- bóltsavrik. Teir arbeiddu skjótt og væl, teir tordu at bjóða seg fram, so bólt- haldarin altíð hevði fleiri møguleikar at sleppa sær skilagott av við bóltin, teir funnu hvønn annan við ferð, soleiðis sum tað eigur at verða gjørt, og teir vóru raskir og nærlagdir í nærdystunum. David Jones hevur í tredivu ár havt høga stjørnu í Fuglafirði, og nú hann er komin aftur sum venjari, er hann av góðum grundum framvegis popolerur. Hann hevur fingið liðið og spælið at rigga: - Jamen tað snýr seg ikki um meg. Tað snýr seg um spælararnar. Teir eru góðir, og eg dugi at síggja, at fleiri teirra kunnu gerast heilt góðir, sigur maðurin, sum framvegis stendur uttanfyri girðingina, tí pappírini ikki eru komin upp á pláss. Millum spælararnar, sum hann sipar til, eru eitt nú ungi miðvallarin Frank Poulsen. Hann dugir væl við bóltinum, og tað, sum hann tekur sær fyri, er altíð skilagott og oftast skapandi og framrættað. Ein annar er Balazs Sinko, sum rættuliga hevur fingið luft undir veingirnar, og sum saman við fína Andras Gango í málinum, Alexander Jove- vic og Nenad Saric og Sasa Jovanovic vísa seg at vera útlendingar, ið eru við til at lyfta fuglfirðingarnar, og sum tað tískil er skilagott at hava á vøllinum. KÍ venjarin, Eyðun Klak- stein, staðfesti efir 2-2 javnleikin: -Vit vóru niðurspældir stóran part av 1. hálvleiki, og teir kundu havt verið meiri enn eitt mál framm- anfyri, tá ið vit fóru at hvíla okkum. Eg tók Eli Simonsen út. Ikki tí at hann hevði spælt verri enn hinir, men tí tað var neyðugt at skapa pláss fyri Jan Andreasen, og hann vísti seg tíbetur at vera væl fyri. Í 2. hálvleiki haldi eg, at vit vóru omaná, inntil vit vóru komnir framum. So trýstu teir okk- um í botn, og eftir sum teir raktu træverkið tvær ferðir, so kundu vit havt mist alt. Nú fingu vit eitt stig, og tað var týdningarmikið. Stórt korter var farið, tá ið Sasa Jovanovic legði heimaliðið framum eftir innlegg frá Áka Petersen úr høgru. ÍF kundi havt fingið fleiri mál í 1. hálvleiki, men teir kendu ikki sína vitjunar- tíð, og so svaraði KÍ aftur. Ovi Nysted stútaði tíggju minuttir eftir steðgin eftir horna til 1-1, og tá ið innskifti Steffan Kalsø við høvdinum snittaði í málið eftir horna og út frá aftur, var tað fyrstu ferð, at hann var í sambandi við bóltin. Bartal Eliasen javnaði til 2- 2. Eisini tann støðan stóðst eftir horna og út frá aftur. Fyrrverandi KÍ spælarin, Høgni Madsen, sendi bóltin í høvdið á Bartali, og Høgni var óheppin ikki at gera sigursmálið, tí hann sendi bóltin í træverkið aftanfyri heilt væl upplagda Jákup Mikkelsen. ÍF-KÍ 2-2 (1-0): ÍF spruttar av sjálvsáliti KÍ ÍF Stigið stóran týdning KÍ veteranurin og málverjin Jákup Mikkelsen segði seg vera fegnan, at tað eydnaðist at megna javnleik í Fuglafirði, og at tað harvið eydnaðist honum og liðfeløgunum at vinna fyrsta stigið í hesum kappingarárinum: - Vit spældu ímóti einum øgiliga góðum liði í dag. Í 1. hálvleiki spældu teir okkum sundur og saman, og vit vóru hepnir bara at vera aftanfyri við einum máli. Eg eri væl nøgdur við 2. hálvleik, og nú mugu vit taka tað har frá. KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, ásannaði, at tað var stórt trýst á: - Tað hevði verið tungt at farið til hús við ongum. Tá ið tað stóð ringast til, tóku vit okkum saman og skoraðu tvey mál. Nú mugu vit taka tað her frá, tá ið B71 mikukvøldið kemur norður at vitja okkum. Í longum løtum var KÍ niðurspælt, men teir fingu so bjargað sær fyrsta stiginum á árinum, tá teir vitjaðu í Fuglafirði Mynd: Jens Kr. Vang Súni lá sjúkur Tað sær alsamt verri út hjá Viborg í botninum í superliguni. Í gjár spældi Viborg á útivølli ímóti FC Nordsjælland, og hóast teir úr Viborg skoraðu trý mál, so vunnu teir ikki. FCN skoraði fimm ferðir og vann harvið dystin. Súni Olsen spældi ikki við hjá Viborg, hann var sjúkur og var tí ikki førur fyri at spæla í gjár. Laudrup nærkast niðurflyting Spanska felagið Getafe, har danin Michael Laudrup er venjari, nærkast alsamt niðurflytingarstrikuni í bestu sponsku deildini. Um vikuskiftið spældi Getafe javnleik, og tá onnu lið í botninum fingu góð úrslit hevur tað við sær, at nú eru bert fýra stig niður til niðurflytingina, men tað er tætt í botninum, tí heili sjey lið liggja aftanfyri Getafe.