Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 80 - 28. apríl 2008 ] Ljungberg í EM-vanda Svenski Fredrik Ljungberg breyt eitt rivjabein í dysti fyri West Ham í ensku Premier League um vikuskiftið, og skaðin kann hava við sær, at Ljungberg ikki fær spælt í EM-endaspælinum í summar. Ljungberg er ein av týdningarmiklu spælarunum á svenska landsliðnum, og har vóna tey sjálvsagt, at Ljungberg kemur fyri seg til endaspælið í juni. Bayern manglar eitt stig FC Bayern hevur beina kós ímóti týska meistaraheitinum. Um vikuskiftið vann Bayern heili 4-1 á Stuttgart, og nú manglar Bayern bert eitt stig í fyri at kunna vissa sær týska meistaraheitið. Bayern hevur verið í flokki fyri seg í týsku kappingini í ár, og tað kemst millum annað av keypinum av fleiri stórspælarum farna summar. Tað eydnaðist ikki HB at vinna fjórða dystin upp í slag í Formula­ deildini, tá teir vitjaðu á Svangaskarði í gjár. Gestirnir vóru leikliga omaná, men tóku ikki av, tá møguleikin beyðst. B68 vann eisini síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum Uni Holm Johannesen Jú, tað var eyðvitað, hvør var vónbrotin og hvør var fegin eftir dystin á Svanga- skarði í gjár. Í leikaratunli- num í felagshúsinum háls- fevndust toftamenninir, meðan gestirnir úr HB fóru beina leið inn í skiftirúmið. Sigursrøðin hjá eldra høvuðsstaðarfelagnum stegaði í gjár, tá tað endaði við nullloysn á Toftum. HB hevur verið stórspælandi í fyrstu dystunum, og mest óvæntaða úrslitið hetta vikuskiftið var uttan iva á Svangaskarði. Hóast gestir- nir vóru leikliga omaná, so høvdu teir trupult at senda framvið Vlada Filipovic í málinum hjá toftamonnum. B68 vann sær samstundis síni fyrstu stig í ársins út- gávu av Formuladeildini – til stóru gleði hjá fjeppar- unum. Lítið at bjóða Allir tríggir framherjarnir hjá B68, Ameth Keita, Ja- cob Bymar og Jóan Símun Edmundsson, vóru smá- skaddir dagarnar undan hes- um dystinum, og Bill M. Jacobsen, venjari, hevði av somu orsøk nakað at hugsa um. Hann valdi Keita og Bymar frá byrjan, men tað var skjótt, at 16 ára gamli Jóan Símun Edmundsson slapp á vøllin. Jacob Bymar, sum tóktist væl upplagdur, noyddist at lata seg útskifta eftir fáum minuttum, og tað tók broddin úr framrættaða spælinum hjá B68. Saman við restini av heimaliðnum, so reiðist Edmundsson av álvara í seinna umfarinum. Hóast sín unga aldur, so høvdu Fróði Benjaminsen og Rasmus Nolsøe torført við at fáa tamarhald á hon- um eftir steðgin. Fyrri hálvleikur hevði lítið at bjóða. Verjuparturin hjá toftamonnum var lítið sannførandi í løtum, og serliga Jákup á Borg var ofta spældur ígjøgnum í vinstru. Men júst sum allar atsókn- irnar hjá HB, so manglaði neyvleikin. Andrew av Fløt- um átti næskastu royndina hjá gestunum undan steðg- inum, tá Christian Høgni Jacobsen slapp í gjøgnum í vinstru. Hann legði bóltin fyri føturnar á framherjanum, sum var staddur á fimm- metra markinum, men Vlada Filipovic vardi fyri royndini. B68 hevði onga roynd á málið hjá gestunum í fyrra umfarinum. Poul Thomas Dam var ikki tryggur sum vongverji í vinstru, men heimaliðið legði ongantíð trýst á hann. Tað var eisini vongverjin, sum var orsøkin til frísparkið, sum var vanda- mesta royndin hjá B68 í fyrra hálvleiki. Tað sendi Badara Diedhiou væl oman fyri málið. B68 sínar møguleikar Longu fyrstu minuttirnar eftir hvíldina góvu Øssur Hansen og Jákup á Borg boð um, at seinni hálvleikur fór at verða meira hendinga- ríkur. Fyrrverandi og nú- verandi landsliðsleikararnir vóru í hornatøkum, har hvørgin vildi sleppa troyggj- uni á hvør øðrum. Hetta hóast, at bólturin langt síð- an var spældur víðari. Gult kort til báðar, og leikararnir tóktist meira uppsettir. Soleiðis skuldi eisini verða. Serliga var uppleggið hjá HB framrættað, og teir sótu á øllum fyrstu longu løtuna. B68 skapti einki á leikhálvuni hjá gestunum, og tað einasta sum líktist einum møguleika, var, tá sjálvasti Arnbjørn Daniel- sen, sum spældi í miðverj- uni, legði inn fyri málið úr vinstru. Tróndur Vatnhamar loftaði tó bóltinum uttan trupulleikar. B68 reistist aftur so líð- andi, men júst sum í fyrra hálvleiki hjá gestunum, so manglaði avgerandi send- ingin ella síðsti neyvleikin. Rógvi Poulsen var aftur millum teir fyrstu ellivu hjá HB, men hann megnaði ongantíð at gera veruliga vart við seg. Argjamaðurin var sjáldan vandamikil, og tað var bara einu ferðina, at hann setti Øssur Hansen av í fyrra hálvleiki. Hendrik Rubeksen loysti eisini ung- lingin av miðskeiðis í seinna umfarinum. Rúni Nolsøe hevði helst fegin vilja sett framrættaða vongverjan, Pætur Jørgen- sen, á vøllin seinastu minutt- irnar, men orsaka av skaða noyddist Hans á Lag at loysa Rasmus Nolsøe av. Hóast HB var nógv á bóltinum, so var ikki vandi á ferð framman fyri málin- um hjá Vlada Filipovic. Einki mál var skotið á Svangaskarði, og í leikara- tunlinum eftir dystin var eyðsæð, hvør hevði vunnið og tapt stig. Sigursrøðin hjá HB steðg- aði á Svangaskarði, men høvuðsstaðarfelag er fram- vegis fremst í Formuladeild- ini. B68, sum longu hevur spælt móti oddaliðunum EB/Streymi, NSÍ og HB, skulu komandi vikurnar standa sína roynd. Longu mikukvøldið bíðar Skála teimum. Meðan summi í Føroyum tosa fyri, at Føroyar skulu trekkja seg úr altjóða fótbólti, so finnast tað onnur fótbóltssambond, sum stríðast fyri at sleppa upp í altjóða fótbólt Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Hóast mótgongdina síðstu árini, so eru tey flestu, sum varða av fótbóltinum í Før- oyum, fegin um, at bæði landsliðini og feløgini hava altjóða avbjóðingar. Tó eru neiligar kreftir í samfelag- num, sum ynska, at vit skulu niðurleggja hetta altjóða samstarvið, soleiðis at okkara leikarar ikki koma at hava nakran altjóða motivasjónsfaktor. Sam- stundis er tað onnur fótbólts- sambond, sum stríðast ein næstan ómøguligan dyst fyri at vinna somu altjóða viðurkenning, sum Føroyar fingu í 1988. Grønland Grønland er dømið, vit kenna best. Í 1998 vórðu grønlendingar avvístir, tí teir ikki eru limir í Sameind- um Tjóðum. Fótbóltur verð- ur bara spældur í Grønlandi 3-4 mánaðir um árið, og tað verður bara spælt á grúsvøll- um. Langt er at ferðast mill- um ymisku bygdirnar og býirnar, og tí verða teir flestu dystirnar hjá feløgun- um bara ímóti feløgum úr sama býi ella øki. Tað er bara til endaspælið, sum gongur uppá skift kring Grønland, at liðini, sum spæla seg til endaumfarið, møta liðum úr øðrum pørt- um í Grønlandi. Endaumfar- ið plagar at verða avgreitt innanfyri eina viku. Ikki er óvanligt, at liðini brúka tvey samdøgur til at ferðast til endaspælið. Og ikki er tað uttan vanda. Í 2005 druknaðu tríggir grøn- lendskir fótbótsspælarar, sum sigldu aftur frá einum útidysti í egnum báti. Grøn- land hevur tikið lut á øllum oyggjaleikum, men manslið- ið var ikki við á Rhodos í summar. Grønlendska fót- bóltssambandið hevði bara ráð at senda eitt lið, og tískil var avrátt, at kvinnurnar skuldu sleppa at umboða Grønland, meðan menninir sótu heima hesuferð. Grøn- lendska fótbótssambandið manglaði 150.000 kr. í tøkum peningi fyri at bæði landsliðini kundu verða við á oyggjaleikunum. Kendasti fótbóltsspælarin, sum er føddur í Grønlandi, er fyrr- verandi danski landsliðs- leikarin, Jesper Grønkjær, sum er føddur í Nuuk. Kanska hann verður at síggja á oyggjaleikunum í framtíðini? Sámaland Sámiska fótbótssambandið var avvíst av FIFA í 1996. Høvuðssorsøkin var, at talan var meira um ein ættar- bólk enn eitt land. Sámarnir halda til í bæði Noregi, Svø- ríki, Finnlandi og Russlandi. Uml. 40.000 búgva í Noregi, meðan uml. 30.000 búgva í hinum trimum lond- unum. Kendasti leikarin av sama-ætt er Blackburn- spælarin, Morten Gamst Pedersen, og samarnir eru ivaleysir í, at Morten Gamst Pedersen fer at umboða samiska landsliðið, tá hann er ov gamal til at spæla við norska landsliðnum! Sáma- landið hevur eitt sterkt landslið, tí teir hava vunnið á Estlandi, sum Føroyar skal møta í venjingardysti í næstum. Formaðurin í sam- iska fótbóltssambandinum, Leif Isak Nilut hevur vónir um, at Sámaland kann spæla ein venjingardyst ímóti Føroyum. Men tá hev- ur FSF so ikki grett orð um - enn. Sámalandið vann seinastu VIVA-kappingina, sum er heimsmeistaraskapið fyri landslið, sum ikki eru viðurkend av FIFA. Tibet Tibet hevur verið partur av Sjey eru í B68-HB (0-0): Sigursrøðin steðgaði á Svangaskarði Andrew av Fløtum og HB trýstu nógv fyri steðgin, men seinna umfarið var tað B68, sum sat á tí mesta Mynd: Jens Kr. Vang