Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 80 - 28. apríl 2008 ] Celtic liggur til at vinna Celtic og Rangers spældu um vikuskiftið fyri seinastu ferð ímóti hvørjum øðrum í skotsku landskappingini í ár. Dysturin var lívligur og málríkur. Endin var, at Celtic vann dystin 3-2, og harvið halda teir trýst á Rangers undan seinastu dystunum í kappingini. Rangers er tó framvegis á odda í deildini og kann sjálvt avgera dystin um meistaraheitið. Berbatov kann seljast Tottenham hevur styrkt sær hópin við kekkiska spælaranum Luka Modric, og tað hevur enn einaferð skapt iva um, hvørt stóra stjørnan á liðnum, Dimitar Berbatov, heldur fram í Tottenham eftir summarsteðgin. - Um eitt felag vil leggja nóg nógvar pengar á borðið fyri Berbatov, so rokni eg við, at hann verður seldur, men vit eru sera fegnir um at hava hann í felagnum, sigur Tottenham-venjarin. Hildið verður, at Tottenham skal hava 300 milliónir í kassan fyri at selja Berbatov. Kina, síðani kinverjar her- tóku landið í 1949, og tað eru eisini kinverjar, sum eru stóra forðanin fyri altjóða viðurkenningini. Nógvum tibetanum, sum eru flýddir, dáma rættiliga væl fótbólt. Tað hevur eydnast Tibet at fáa eitt landslið uppá beinini, og mest kendi landsdysturin var landsdysturin ímóti Grønlandi, sum var spældur í 2001. Kina gjørdi stóran háva burtur úr at steðga landsdystinum, og tað eydn- aðist kinverjum at leggja so stórt trýst á UEFA og FIFA, at fótbóltssamgongurnar báðar royndu at banna dyst- inum millum Grønland og Tibet. Kina hótti enntá við, at teir fóru ikki at keypa grønlendskar rækjur. Dyst- urin bleiv kortini spældur, og dysturin endaði við, at Grønland vann 4-1. Fótbólt- urin gjørdist vinnarin henda dagin, men synd er at siga, at Grønland og Tibet vunnu sær nakrar vinir í FIFA aft- aná hendan dystin. Norður-Kýpros og Kosovo Í 1974 gjørdu turkar innrás í Norður-Kýpros, og seinni proklameraðu teir »Turkiska lýdveldið á Norður-Kýp- ros«, men hendan »tjóðin« er bara viðurkend av Turka- landi. Norður-Kýpros hevur ongan livandi møguleika at fáa altjóða viðurkenning, tí teir hava ikki hesa viður- kenningina á nøkrum øki yvirhøvur. Turkar nevna Kýpros »Kibris«. Eingin fulltíðar yrkisspælari er á Norður-Kýpros, og er talan um eina amatør-ítróttargrein burtur av. Kosovo hevur munandi betri møguleikar, men kortini verður tað ikki uttan svørðslag. Serbia, Makedonia og Russland, og nøkur onnur lond hava ikki viðurkent Kosovo sum lýð- veldi, og hesi fara neyvan heldur at viðurkenna Koso- vo sum lim í FIFA. Kosovo hevur kortini nakrar vinir kring heimin, og eru teir ikki uttan møguleikar at fáa eina altjóða viðurkenning, men enn bíða teir so. Kosovo vann 1-0 á Saudi Arabia í fjør, so her er ikki talan um nakað vánaligt landslið. Gibraltar Gibraltar og Falklandsoyggj- arnar hava á leið sama trupulleika. Bæði eru undir bretsku krúnini, men Argen- tina ger krav uppá Falk- landsoyggjarnar, og Spania ger krav uppá Gibraltar. Fót- bóltssambandið í Gibraltar er rættiliga gamalt, tað var stovnað í 1895. Í 1949 spældi landsliðið hjá Gibral- tar ein 2-2 javnleik ímóti Real Madrid. Men aftaná hendan dystin setti spaniu- menn eina lóg í gildið, sum álegði, at lið úr Spania skuldu hava skrivligt loyvi at spæla dyst á Gibraltar, og sjálvandi var loyvið ongan- tíð givið Og við teimum vantandi altjóða avbjóðing- unum endaði fótbólturin í Gibraltar í einari naggatódn. Gibraltar stríðist við at sleppa uppí UEFA, men á seinastu UEFA-kongressini vórðu teir niðurstemmaðir við einum braki. Bara trý av teimum 53 limalondunum atkvøddu fyri, at Gibraltar kundi gerast limur í UEFA. Ongland, Skotland og Wal- es atkvøddu fyri. Norður- Írland, Føroyar og 48 onnur limalond atkvøddu ímóti. Gibraltar vann gull á sein- astu oyggjaleikum. Í final- uni bankaðu teir Rhodos heili 4-0. Falklandsoyggjarnar Fótbóltssambandið á Falk- landsoyggjunum var stovn- að í 1947. Argentina ger krav uppá Falklandsoyggjar- nar, og nevnir oyggjarnar »Los Malvinas«. Í 1982 kríggjaðust Ongland og Argentina um rættin til oyggjarnar, og tí er púra greitt, at Argentina fer ong- antíð at ganga við til, at Falklandsoyggjarnar sleppa at taka lut í kappingum undir FIFA. Falklendingar hava havt ein yrkisleikara. Hann eitur Martyn Clarke, og hann hevur spælt í Chile og í næstbestu deildini í Argentina. Clarke býr nú í Yorkshire í Onglandi. Hann er vorðin ósamdur við falk- lendska landsliðsvenjaran, og tí er tað ógvuliga óvist, um hann kemur at verða við liðnum til oyggjaleik- irnar á Álandi í 2009. VIVA WORLD CUP Heimsmeistaraskapurin fyri landslið, sum ikki eru viðurkend av FIFA, nevnist »VIVA World Cup«. Í ár verður kappingin í svenska partinum av Sámalandi í døgunum 7. til 13. Juli. Og tá fer midnáttarsólin at syrgja fyri, at tað er spæl- andi alt samdøgurið. Sáma- land vann seinastu VIVA- kappingina. Við tveimum fyrrverandi norskum U-21 landsliðsleikarum, Tom Høgli og Olaf Råstad á lið- num sópaðu teir alla mót- støðu burtur. Í finaluni vunnu teir heili 21-1 (!!) á Monaco. Tó væntast, at Sámaland fer at fáa meiri mótstøðu hesuferð frá eitt nú Kurdistan og Gozo. Grønland verður við í kapp- ingini hesuferð. Teir vóru ikki við seinast. Stjørnan hjá Grønlandi er Niklas Kreutzmann, sum spælir við Aarhus Fremad í triðju- bestu donsku fótbóltsdeild- ini. kuldanum Sambært enska 4-4-2, so gevur FIFA-forsetin, Sepp Blatter, bókstaviliga fingurin til smátjóðirnar, sum vilja sleppa at royna seg í altjóða høpi