Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 80 - 28. apríl 2008 ] Liðformaðurin var vónbrotin Jóhan Troest Davidsen var liðformaður hjá NSÍ fríggja­ kvøldið, og hann var, sum vera man, vónbrotin eftir tapið í Gøtu: ­ Vit vóru ikki klárir við dystarbyrjan, og tað kostaði. Teir vóru sera tendraðir og grammir, og tað er frágreiðingin uppá, at tað gekk, sum tað gjørdi, sigur Jóhan Troest Davidsen, sum ásannaði, at tað merktist inni á vøllinum, at Óli Hansen ikki var við í Gøtu: ­ Onkrar rokeringar vórðu gjørdar. Tað at Óli restaði, kendist mest aftur í tí veruleika, at hann ikki var at stýra soleiðis, sum hann altíð plagar at gera, helt Jóhan Troest Davidsen, meðan heimaáskoðararnir sendu rakettir og annað fýrverk upp í vakra várkvøldið. Átta mánaðir síðani seinast Fyrsta tapið í 8 mánaðir Seinasta árið hevur tað ikki verið á hvørjum degi, at meistararnir í NSÍ einki hava fingið burturúr. Í fjør tapti NSÍ fýra ferðir. Síðsta tapið í landskappingini var sunnu­ dagin 19. august í 19. umfari, tá ið Skála púra óvæntað vann 2­1 í Runavík. NSÍ megnaði kortini at reisa seg, og í átta teimum síðstu umførunum vunnu teir 20 stig og FM. Tapið hesa ferð var í fjórða umfari. Merkisvert er tað, at NSÍ eisini í fjør tapti í fjórða umfari. Tá taptu teir 2­0 í Klaksvík. Hini NSÍ tapini í fjør vóru á útivølli ímóti HB (2­0), á útivølli ímóti EB/Streymi (1­0) og so á heimavølli ímóti Skála (2­1). Tað var trýst á okkum Víkinga liðformaðurin Niclas Niclasen var sjálvandi væl nøgdur við at hava vunnið. ­ Tað var ikki frítt, at vit kendu trýst á okkum. Vit høvdu tapt tvær ferðir á rað, og vit vistu, at nú vóru NSÍ, EB/Streymur og HB á skránni. Uppleggið var, sum tað plagar at vera, men vit skaptu færri møguleikar, enn vit plaga at gera. Stóri munurin var hugburðurin. Vit stríddust sum úlvar, og tað loysti seg, staðfesti Niclas Niclasen, sum vónar, at tað fer at bera til at sýna sama hugburð, tá ið Víkingur mikukvøldið fer at vitja í Streymnesi, og tá ið HB mánakvøldið um eina viku fer at vitja í Gøtu. ­ At tað loysir seg at stríðast og kempa, vórðu vit so staðiliga mintir um ímóti NSÍ. Í spæli var eingin munur, men tað var tað í hugburði. Blackpool hevði ongan kjans Claus Bech Jørgensen spældi við allar 90 minuttirnar, tá ið Blackpool spældi í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Blackpool spældi á útivølli ímóti Plymouth, og Claus og teir máttu lúta. Dysturin endaði við 3­0 sigri til Plymouth. Heimaliðið skoraði tvey mál fyrstu 25 minuttirnar og legði eitt afturat í seinna hálvleiki. Sama nevnd í Treysti Treysti, sum er felag fyri frælsan ítrótt, hevði aðalfund týskvøldið. Á heimasíðu felagsins fegnast tey í felagnum um, at undirtøkan fyri frælsum ítrótti er vaksandi. Ikki minst hava innandura venjingarnar drigið nógv fólk til, og nakað oman fyri 20 fólk vóru á aðalfundinum, tá hesin varð settur. Á skránni var millum annað nevndarval, og her vórðu Jonhard Larsen, formaður, Guttorm Sørensen, næstformaður og Pól Sundskarð, skrivari, allir afturvaldir. Liðformaðurin var burtur, tá ið NSÍ hevði trupult við at fáa meistaraspælið at rigga, og tað bar við sær fyrsta tapið í Gøtu í átta ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At ein landskappingardystur er á skránni fríggjakvøld tykist vera funnin fressur. Lagið er gott, tí arbeiðsvikan er av, og vikuskiftið stendur fyri framman. Og hesa ferð var talan um eyka plettskot, tí tey flestu høvdu frí seinna­ partin, tí tað var flaggdagur, og so var veðrið í Sarpugerði so vælsignað og gott. Nógvu áskoðararnir, sum hvørki halda við Víkingi ella NSÍ, fóru fegnir til húsa eftir at hava verið eygnavitni til intensa uppgerð. NSÍ áskoðararnir vóru sjálvandi ikki serliga fegnir um úrslitið. Teirra lið legði rygg til 1­0 tap. Hetta var fyrsta ferðin, at NSÍ hevur tapt í Sarpugerði síðani í 2000, og leikliga avrikið var langt frá tí, sum í triði síðsta umfari í fjør bar 4­0 sigur við sær í Gøtu. Ta ferðina var talan um meist­ araspæl, og NSÍ vann FM. Sjúkur liðformaður Hvussu tað verður í ár er opin spurningur, tí kappingin er bara fýra umfør gomul. Í fjør tapti NSÍ fýra ferðir, og kortini vunnu teir FM sjey stig frammanfyri næsta kapp­ ingarneytan. Men tað var meiri avrikið fríggjakvøldið, sum órógvaði: ­ Eg haldi, at talan var um javna uppgerð. Teir vóru meiri tendraðir enn vit, og tað er eyðsýnt, at vit ikki enn hava fingið spælið at rigga so væl, sum tað gjørdi í fjør. Fleiri nýggir spælarar eru á liðnum, og tað tekur tíð at spæla liðið saman, var niðurstøðan hjá miðvallaran­ um Boga Løkin. Hann var ein av teimum, sum varð skiftur út, tá ið Johan Nielsen síðstu løtuna royndi at spenna álopsbog­ an. Tað hevur ikki verið frítt av tosi um, at NSÍ – umframt Nenad Stankovic – hevur keypt tríggjar aðrar serbar. Allir serbarnir vóru millum teir fyrstu ellivu í Gøtu, men tað var ikki eyðsýnt, at teir skulu halda evnaríkum ungum NSÍ spælarum uttan­ fyri. Framrættaðu Andy Olsen og Øssur Dalbúð komu á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki saman við Sjúrði Jacobsen, og millum teir í Heiðum, sum stóðu kring vøllin, var tosað um, at tað hevði ikki verið verri, um hesir høvdu verið á vøllinum alla tíðina. Tað kom illa við hjá NSÍ, at liðformaðurin Óli Hansen ikki var við, tí hann var sjúkur. Pól Jóhannus Justin­ ussen røkti miðverjuplássið væl, men liðformaðurin og íblásarin varð saknaður. NSÍ hevði sínar møguleik­ ar, men Geza Turi var brand­ ur í málinum. Eitt nú stór­ bjargaði hann uppi í hornin­ um, tá ið Hjalgrím Elttør hevði heilfluktað av brotsteig­ ar samankomingini í høgru. Tá ið tíðin gekk undan, royndi NSÍ at leggja trýst á, men tað var lítið hugflog, og Víkingur helt tætt. Mest vandamiklu royndina stóð Nenad Stankovic fyri, men Geza Turi vardi meistarliga. Tendraðir Miðverjin Atli Gregersen skoraði einsamalla málið, tá ið 2. hálvleikur var stórt korter gamal, og hann var sjálvandi ovurfegin: ­ Andreas Lava Olsen, sum var fremstur hjá okk­ um, átti sín stóra lut í málin­ um. Hann saksisparkaði akrobatiskt innfyri, eftir at Magnus Skoralíð hevði lagt fríspark úr vinstru og fram í brotsteigin. Eg var leysur mitt fyri málinum. Tað var bara at seta høvdið undir bóltin, og tað var fantastiskt, at síggja hann fara í málið og aftaná at staðfesta, at hetta bar trý stig við sær. Tit sóu út til at vera væl fyri? ­ At vit vóru ógvuliga tendr­ aðir sást eitt nú í, at vit fingu gult kort ímóti okkum, tá ið bara átta sekund vóru farin. Eg haldi, at vit sýndu fínan hugburð. Vit møttu teimum frammarlaga, og vit vóru skjótari á bóltinum enn teir og meiri avgjørdir í nærdyst­ unum. Tað hevði stóran týdn­ ing, heldur Atli Gregersen. Víkingur-NSÍ 1-0 (1-0): Tendraðir og skjótir víkingar Víkingarnir vóru tendraðir, tá teir skuldu verja borg í Sarpugerði. Meistaranir úr NSÍ noyddust heims um av torvheiðum Mynd: Jonhard Hammer NSÍ Víkingur