Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 80 - 28. apríl 2008 ] Køge tapti Tað gekk einki serligt hjá Køge og Jónas Tór Næs, tá teir um vikuskiftið vitjaðu hjá Næstved. Dysturin endaði við 2-1 sigri til Næstved, sum avgjørdi dystin fyrsta korterið av seinna hálvleiki. Køge royndi eftir hetta at leggja trýst á Næstved, men tað eydnaðist ongan tíð av álvara. Køge er tó enn á sætta plássi í donsku 1. deild. Komandi sunnudag verður talan um grannauppgerð, tá Herfølge kemur á vitjan. Frem steðgaði Atli Danielsen og liðfelagarnir úr Frem máttu heim sum av torvheiðum, tá vitjaðu hjá Silkeborg um vikuskiftið. Í vár hevur annars gingið framúr hjá Frem, sum ikki høvdu tapt í seks dystum undan ferðini til Silkeborg, sum tó verður roknað millum sterkastu liðini í deildini. – Talan var ikki um teir nógvu málmøguleikarnar, men teir trýstu okkum nógv, og tí var úrslitið helst í lagi, segði Atli Danielsen, tá hann tosaði við Rás2 sunnudagin. Hálvur heima­ vøllur Júst millum B36 og EB/ Streym hava spælarar ofta ferðast, og tí var dysturin kanska eitt sind- ur serligur hjá summum av spælarunum. Saman við René Tórgarð, Fróða Clementsen, Mikkjal Thomassen og Egil á Bø, sum tó hevði leikbann hesaferð, hevur Levi Hanssen eisini spælt í B36, og sum hann skemt- andi tók til á Rás2, so er talan hálvgum um heima- vølli hjá teimum. Um dystin helt Levi annars, at teir kundu vera so hampuliga væl nøgdir um úrslitið. - Eg veit ikki, um tað er nøktandi. Sjálvandi eru vit keddir um, at vit ikki vinna dystin, men vit spæla ikki so væl, sum vit kunna. Tit leggja tykkum langt aftur á vøllin eftir steðgin. Var tað fyri at halda leiðsluni? - Tað er tað kanska. 1- 0 er sjálvandi ein góð leiðsla í Gundadali, so vit avtalaðu, at vit skuldu halda meira upp á bóltin og dúva upp á kontra eft- ir steðgin. Men tá teir so skora, so mugu vit aftur fram. Tveir javn­ leikir ov nógv Enn hevur B36 ikki tapt í Formula-deildini. Men við fýra heimadystum og bara tveimum sigrum ásannar Hanus Thor- leifsson, at úrtøkan burdi verið betri. - Tað er ikki nóg gott. Nú hava vit mist stig móti NSÍ og EB/Streymi, og eg haldi, at vit í báð- um førum væl kundu vunnið teir dystirnar. - Men vit eru ikki nóg effektivir frammanfyri málið, so tað er væl nak- að, sum vit mugu arbeiða við, heldur Hanus Thor- leifsson. Til tíðir var talan um ein góðan dyst í Gundadali, men tað týdningarmesta hjá báðum liðum var, at dysturin ikki varð taptur – og tað eydnaðist Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tvey mál eftir deyðbóltar vóru tað, sum kom burtur úr dystinum í Gundadali sunnudagin. Og sum so end- urspeglaði hetta kanska eisini hugburðin, sum liðini bæði høvdu til dystin. Tí hóast bæði liðini sjálv- andi vildu vinna, soleiðis at tey kanska kundu toga seg nærri HB, so var tað sjón- ligt, at talan fyrst og fremst var um ein dyst, sum ikki mátti tapast. Takksom tøl Á pappírinum var talan ann- ars um tvey framrættað lið. Báðir partar stillaðu upp við trimum áleyparum, men í verjustøðu var talan støð- ugt um 4-5-1 uppstillingar, har tað ráddi um at pakka miðvøllin. Ikki minst tóktist hetta vera galdandi hjá gestunum, ið støðugt høvdu sera varið útgangsstøði. Men í løtum sóust bitar av tí, sum EB/ Streyma-menninir eru føriri fyri, tá kontrað verður við fullari ferð. Eisini hóast Arnbjørn ikki tykist trívast heilt so væl í borðinum, sum hann ger tað heilt á toppinum. Ta einu ferðina var um reppið, at Hans Pauli skor- aði, tá hann varð stungin inn um verjuna eftir frálíkt kontraálop, men í aðrar mát- ar var tað B36, sum hótti mest. Tó uttan at koma til teir heilt stóru møguleikar- nar. Tí var ikki óvæntað, at ein deyðbóltur skuldi til, áðrenn mál kom. Talan var ikki um deyðbólt av vanda- mikla slagnum, tá fríspark varð sent inn í B36-brots- teigin úr miðkringinum. Heimaverjan var tó ikki heilt vakin, tá bólturin varð longdur, og so kundi Hans Pauli hegnisliga flukta bólt- in í meskarnar. Ein deyðbóltur var eisini tað nærmasta, EB/Streymur kom eini 2-0 leiðslu, men Meinhardt Joensen bjargaði framúr væl – og helt bóltin- um – tá Mikkjal Thomassen langaði til úr 16,10 metr- um. Leiðslan hóvaði sjálvandi gestunum væl, og í seinna hálvleiki dúvaðu teir í enn størri mun á kontra-fótbólt- in. Tað gav B36 stórt trýst, og leingi var talan um vanda- mikla tilveru hjá gestunum. Potemkin var tó ikki nógv hvassur, tá hann hevði risa- møguleika, men tað var Dmitri Jankovic tó, tá hann slapp framat. Gestirnir vóru alt annað enn blíðir, tá B36 fekk fríspark í vinstra borði. Men hetta løgdu Santos og liðfelagarnir lítið í. Bólturin varð sendir innfyri, og har kundi verjuspælarin stýra sínum fyrsta B36-máli í meskarnar. Og B36 var eisini hampu- liga nær sigrinum. EB/ Streymur megnaði ikki at umstilla seg til aftur at flyta spælið fram. Ikki minst órógvaði tað javnvágina á miðvøllinum, at Mikkjal Thomassen við eini niður- slitnari hælsinu noyddist av vøllinum. Og hóast fleiri upptrekk til kontra-støður, so eydnaðist ikki veruliga at leggja trýst á B36-verj- una. Í hinum endanum gjørdist talan heldur ikki um opnar møguleikar, tó at bólturin ferðaðist nógv í og beint utt- an fyri EB/Streyma-brots- teigin. At liva við Størsti spenningurin hjá áskoðarunum seinastu løt- una mundi vera, um tað skuldi eydnast B68 at halda fast um javnleikin móti HB. Tann parturin eydnaðist hjá toftamonnum, og so kundu bæði liðini í Gundadali væl og virðiliga vera nøgd um sítt einsamalla stig. Enn hevur B36 bert spælt á heimavølli, og tó at talan tekniskt verður um útidyst mikukvøldið, so er granna- uppgerðina móti HB altso eisini í Gundadali. Eins og sunnudagin, so verður talan tá aftur um sveinaroynd hjá óroynda B36-liðnum. Ein sveinaroynd, sum skal sýna, um spælararnir eru búnir til at spæla við í oddinum. Tað hava EB/Streyma- spælararnir prógvað tey bæði seinastu árini. Tveir javnleikir á rað eru eingin vanlukka í so máta, men men stig skulu helst til, so oddurin ikki sleppur undan, og tí er kravið hjá teimum heilt víst ein sigur, tá Víking- ur kemur til Margáir miku- kvøldið. B36-EB/Streymur 1-1 (0-1): Tordu illa at vinna EB/S B36 Í kontra-álopunum vóru EB/Streymamenninir kvikir, men fyri tað nógva var tað tó B36, sum trýsti, tá liðini hittust í Gundadali sunnudagin Mynd: Sofus D. Johannesen