mánadagur 28. apríl 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 80 - 28. apríl 2008 ]
Í næstbestu føroysku
fótbóltskappingini
hjá monnum, er
stórur munur á toppi
og botni, og nógvir
stórsigrar eru longu
komnir. Trý umfør
eru nú spæld, og TB
er einsamalt á odda,
eftir at oddabrakið á
Sevmýri endaði við
heimasigri
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Stóri spurningurin um viku
skiftið, var hvørt TB megn
aði at halda góðu gongdini,
og um teir megnaðu at halda
tørn, eisini móti teimum
góðu liðunum. Hinir dyst
irnar um vikuskiftið vóru av
ivasomum spenningi, hóast
dysturin í Klaksvík millum
KÍ og NSÍ var týdningar
mikil fyri botnstríðið.
Oddabrak á Sevmýri
TB hevði um vikuskiftið
vitjan av nýggja vágaliðnum
07 Vestur. Spenningur kom
ongantíð í dystin, sum TB
vann sannførandi 40, eftir
hálvleiksstøðuna 10.
TB má sigast at hava
fingið eina flúgvandi byrjan
uppá kappingarárið. Ikki
einans hava teir skorað
ófatuliga nógv mál, teir
hava eisini megnað, ikki at
latið
nakað
mál
fara
ígjøgnum.
Higartil hava TB eina
málúrtøku, ið sigur 200
eftir fýra dystir, og hesi tøl
tala greitt fyri seg.
Um vikuskiftið var 07
Vestur á vitjan, og var tað
áðrenn dystin væntað, at
hetta fór at verða ein tættur
og spennandi dystur, men
so var ikki. Til tað var TB
heilt einfalt nógv betur.
TB byrjaði eisini betur,
og løgdu út sum eitt óløgið,
men vágaverjan megnaði at
halda tørn. Allan hálvleikin
hevði TB eitt massivt trýst,
og tríggjar minuttir fyri
steðgin,
eydnaðist
tað
loksins Olivuri Abraham
sen at fáa hol á til 10, ið
eisini var hálvleiksstøðan.
Trýstið hjá TB minkaði
ikki í øðrum hálvleiki, og
eftir 58 minuttir fekk Óli
Johannesen økt um støðuna,
tá hann var fyrstur til bóltin.
Tá 70 minuttir vóru leiktir
var bríkslað fyri brotssparki,
og tað skoraði Jóhan Eivind
trygt. Í yvirtíðini megnaði
Jóhan Eivind at skora sítt
mál nummar átta í lands
kappingini, og var tað eftir
ein solotúr frá nýggja TB
manninum
úr
Senegal,
Joseph Bassana, í vinstra
borði.
07 Vestur royndi at menna
seg, og mundu verið hepnir
í onkrum støðum, men
vónin var sløkt hjá teimum,
og trúgvin uppá ein sigur
var, at síggja til, ikki til
staðar.
Samanumtikið ein ruddu
ligur sigur til TB, ið ikki
var eitt mál ov lítil.
Suðuroyarliðini
á veg upp
Hóast
tað
enn
er
so
ómetaliga tíðliga í kapp
ingarárinum, til at tosa um,
hvør fer at liggja ovarliga á
stigatalvuni, tá kappingar
árið tekur at halla, so má
sigast, at góðar ábendingar
hava verið fyri hesum. Sum
væntað áðrenn kappingar
byrjan, eru tað tey fýra, TB,
VB/Sumba, 07 Vestur og
AB, ið eru í oddinum. Tó
eru
tað
suðuroyarliðini
bæði, ið hava betru kortini
á hondini. Hvørki TB ella
VB/Sumba
hava
gjørt
annað enn at vunnið í ár,
meðan tað hinvegin hevur
gingið eitt sindur verri í
hond hjá AB og 07 Vestur.
Tey hava bæði tapt ein dyst
hvør, og tað er tað ikki ráð
til at gera ov ofta. Tískil
verður tað ein sera týdn
ingarmikil dystur um tvey
umfør, tá TB á Sevmýri
tekur móti VB7Sumba.
VB/Sumba var um viku
skiftið á vitjan á Toftum,
har teir møttu botnproppi
num B68, og har var talan
um ein dyst, har vindurin
hevði eitt sindur av ávirkan,
men at tað annars var ein
fult uppiborin sigur til
gestirnar
Gestirnar
úr
Suðuroynni løgdu seg eisini
á odda 30 áðrenn hálvleik,
og einsamalla mnálið í
øðrum hálvleiki stóð Óli
Olsen fyri. Málini hjá VB/
Sumba skutu Kári í Lágabø,
Teitur Tausen og Suni úr
Hørg.
Stórsigur á Argjum
Argjamenn skuldu royna at
reisa seg eftir ósigurin á
útivølli móti 07 Vestur, tá
teir um vikuskiftið fingu
vitjan av hinum nýggja
felagsliðnum Víkingi. Vík
ingur var undan ferðini til
havnar, ósigrað, so spenn
ingurin í Gøtu og Leirvík
mundi vera stórur, um teir
mundu fara at megna at
standa móti á Argjum.
Í fyrsta hálvleiki gekk
javnt á, og AB fekk eina
dreymabyrjan, men gott
korter seinni javnaði Vík
ingur, og spenningur kom í
aftur. Tíggju minuttir undan
steðginum løgdu vertirnar
seg tó aftur á odda, og so
var ongin vegur aftur. Í
seinna hálvleiki skutu argja
menn seks mál aftuyrat, og
var tað Jón Nielsen, ið
byrjaði málveitsluna eftir
steðgin. Jón endaði við at
skora tvey mál, og er AB
enn at meta sum ein styrki í
oddastríðnum.
TB er einsamalt á odda
AB-Víkingur 8-1 (2-1)
1-0: Rógvi Holm, 2.
1-1: Kaj Ennigarð, 18
2-1: Dion Split, 35.
3-1: Jón Nielsen, 55.
4-1: Jón Nielsen, 65.
5-1: Allan Mørkøre, 68.
6-1: Magnus Jakobsen, 71.
7-1: Rói Danielsen, 80.
8-1: Kenneth Jacobsen, 90.
B68-VB/Sumba 3-1 (3-0)
0-1: Kári í Lágabø
0-2: Teitur Tausen
0-3: Suni úr Hørg
1-3: Óli Olsen
HB-EB/Str. 3-0 (0-0)
1-0: Rói Danielsen
2-0: Tummas H. Rubeksen
3-0: Jóan P. Holm
KÍ-NSÍ 2-1 (2-1)
1-0: Leon Bjartalíð
1-1: Eyðstein Skipanes
2-1: Leon Bjartalíð
TB-07 Vestur 4-0 (1-0)
1-0: Olivur Abrahamsen, 42.
2-0: Óli Johannesen, 58.
3-0: Jóhan Eivind Mouritsen, 70. (br.)
4-0: Jóhan Eivind Mouritsen, 90.
FAKTA
ÍF Føroyar gjørdi 7 mál
Tveir sigrar á rað er tað nú blivið til hjá ÍF Føroyum, so nú er javnvág aftur í tap og sigrum eftir at fýra dystir
eru spældir. Leygardagin tóku útisetarnir í Keypmannahavn ímóti BK Union, og talan gjørdist um sannan
stórsigur. 72 endaði dysturin eftir at ÍF Føroyar førdi 50 í steðginum. Pætur Dahl, Henry Petersen og Rógvi
Arge allir gjørdu hvør sítt mál, eitt sjálvmál var eisini, men heilt stóri málslúkurin var aftur hesaferð Erling
Fles, sum gjørdi trý mál. Hann fekk eisini tríggjar atkvøður, tá leikararnir valdu dagsins leikara eftir dystin. Tað
fingu Leivur Hansen og Allan Michelsen eisini, og soleiðis gjørdist talan um tríggjar dagsins leikararar.